Hásongurin kap. 5
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Marriage
5:1-8:14
a.
The Bride and Her Beloved
5:1-16:1
1
„Ja, eg komi í urtagarð mín, systir mín, brúður mín! Eg henti myrra og balsam mítt, eg eti hunangskøku mína og hunang mín, eg drekki vín mítt og mjólk mína.“ Vinir mínir, etið og drekkið, verðið druknir av kærleika!
2
„Eg svav, men hjarta mítt vakti; hoyr, tá bankar vinur mín: „Lat mær upp, systir mín, elskaða mín, dúva mín, tú hin reina mín! Tí høvd mítt er fult av døgg, lokkar mínir av náttardropum.“
3
[Eg svaraði:] „Eg eri farin úr kyrtlinum; skal eg nú lata meg í hann aftur! Eg havi vaskað mær um føturnar; skal eg nú dálka teir aftur!“
4
Vinur mín rætti hondina inn um lúkuna; tá brúsaði hjarta mítt móti honum.
5
Eg fór á føtur at lata vini mínum upp; myrra dryppaði av hondum mínum, rennandi myrra av fingrum mínum, táið teir numu við handfang lásins.
6
Eg læt vini mínum upp; men vinur mín var farin, horvin. Eg var frá mær sjálvari av orðum hansara; eg leitaði eftir honum, men fann hann ikki; eg rópti eftir honum, men hann svaraði mær ikki.
7
Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg; teir slógu meg, særdu meg; teir tóku slørið av mær, vaktararnir á múrunum.
8
Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, – finna tit vin mín – ja, hvat skulu tit siga við hann? At eg eri sjúk av kærleika!“
9
„Hvat er tá vinur tín fram um aðrar vinir, tú hin vakrasta av kvinnum? Hvat er vinur tín fram um aðrar vinir, síðani tú bønar okkum so?“
10
„Vinur mín er hvítur og reyður, hann ber av tíggju túsund.
11
Høvd hansara er sum fínasta gull, lokkar hansara eru sum pálmagreinar, svartir sum ravnurin.
12
Eygu hansara eru sum dúvur við rennandi løkir, baðaðar í mjólk og sitandi við streymar.
13
Kinnar hansara eru eins og angandi blómubeðir, sum kryddurtir vaksa í; varrar hansara eru liljur, rennandi myrra drýpur av teimum.
14
Hendur hansara eru gullstengur, settar við krýsolitum; miðja hansara er fílabein, sett við safirum.
15
Bein hansara eru marmorstólpar á støbbum av fínasta gulli; sum Libanon er hann at síggja, prúður sum sedristræ.
16
Muður hansara er søtur, og hann er yndisligur, allur sum hann er. – So er vinur mín, ja, so er elskaði mín, tit døtur Jerusalems!“