Ezra kap. 9

Uppsetan
b. Ezra's Revival
9:1-10:44
i. Intermarriage with Neighboring Peoples
9:1-4:1
1 Men táið alt hetta var gjørt, komu høvdingarnir til mín og søgdu: „Hvørki fólkið í Ísrael ella prestarnir og Levitarnir hava hildið seg fráskildar frá fólkum landanna, soleiðis sum viðurstygdir teirra áttu at fingið teir at gjørt – frá Kána’anitum, Hetitum, Perizitum, Jebusitum, Ammonitum, Móabitum, Egyptum og Amoritum.
2 Nei, teir hava tikið sær og sonum sínum konur av døtrum teirra, og soleiðis hevur hin heilaga ættin blandað seg við fólk landanna – og høvdingarnir og yvirmenninir hava verið undangongumenn í hesum trúloysi!“
3 Táið eg hoyrdi hetta, skræddi eg kyrtil og kappa mín, roytti hár av høvdinum og úr skegginum og fekk ikki orðið upp fyri sorg.
4 Tá savnaðust teir hjá mær, allir teir, ið óttaðust tað, sum Gud Ísraels hevði talað móti trúloysi teirra, sum høvdu verið í útlegd; og eg sat, líka inntil kvøldofrið skuldi verða borið fram, og fekk ikki orðið upp fyri sorg.
ii. Ezra's Prayer of Confession
9:5-15:1
5 Men táið kvøldoffurtíðin var komin, reistist eg, haðani sum eg sat og syrgdi, og skræddi kyrtil og kappa mín; síðani fall eg á knæ, rætti út hendurnar til HARRAN Gud mín
6 og segði: „Gud mín! Eg skammist og smæist at lyfta upp andlitið móti Tær, Gud mín! Tí misgerðir okkara eru vaksnar okkum yvir høvdið, og skuld okkara er vorðin so stór, at hon røkkur til himmals!
7 Líka frá teirri tíð ið fedrar okkara livdu og til henda dag, hevur stór skyld hvílt á okkum, og aftur fyri misgerðir okkara hava vit og kongar og prestar okkara verðið givin fremmandum kongum í hendur, til svørð og útlegd, rán og vanæru – sum í dag gevur at bíta!
8 Men nú hevur HARRIN Gud okkara eina lítla stund latið náði falla okkum í lut, so Hann hevur latið okkum havt eftir eina leivd, ið undansloppin er, og givið okkum fótafesti á heilaga staði Sínum, so Gud okkara kundi lata eygu okkara lýsa og geva okkum eitt sindur av nýggjari lívsmegi í trældómi okkara.
9 – Tí trælir eru vit; men Gud okkara hevur ikki vent okkum bakið í trældómi okkara, nei, Hann hevur latið okkum funnið náði hjá kongunum í Persia, so teir góvu okkum nýggja lívsmegi til at byggja upp hús Guds okkara og reisa aftur toftir tess, og góvu okkum bústað við garði rundanum í Juda og Jerusalem.
10 Men, Gud okkara, hvat skulu vit nú siga eftir alt hetta! Tí vit hava vent boðum Tínum bakið,
11 teimum, ið Tú gavst við tænarum Tínum profetunum, táið Tú segði: „Landið, ið tit fara inn í og skulu taka í ogn, er eitt, sum er dálkað av óreinsku hinna fremmandu tjóða og av viðurstygdunum, ið tær í óreinsku síni hava fylt tað við úr enda í enda.
12 Tí mugu tit ikki geva sonum teirra døtur tykkara, ei heldur taka sonum tykkara døtur teirra til konur, og tit mugu aldri stevna eftir vælferð og lukku teirra – so tit kunnu verða sterkir og sleppa at eta av tí góða, sum í landinum er, og lata børn tykkara fáa tað í ogn allar ævir.“
13 Og eftir alt tað, ið yvir okkum er komið aftur fyri óndu gerðir okkara og stóru skyld okkara – og tá hevur Tú, Gud okkara, straffað okkum nógv minni, enn vit hava uppiborið fyri misgerðir okkara, og givið okkum slíkan flokk av undanslopnum! –
14 skulu vit tá nú uppaftur bróta boð Tíni og svága okkum við fólk, sum fáast við slíkar viðurstygdir! Fert Tú ikki tá at verða so illur við okkum, at Tú gert heilt enda á okkum, og eingin verður, sum bjargast ella sleppur undan!
15 HARRI Gud Ísraels! Tú ert rættvísur; tí vit eru bert ein leivd eftir, sum undansloppin er – sum í dag gevur at bíta! Hygg, vit eru nú her fyri ásjón Tíni í syndaskuld okkara, tí eftir hetta, ið nú hevur hent, kann eingin verða standandi fyri Tær!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul