Ezra kap. 5

Uppsetan
iv. Completion of the Temple
5:1-6:22
1. Temple Rebuilding Resumes
5:1
1 Men profetarnir – Haggai profetur og Zakarias, sonur Iddo – profeteraðu fyri Jødunum í Juda og Jerusalem; í navni Ísraels Guds profeteraðu teir fyri teimum.
2 Tá fóru teir undir at byggja hús Guds í Jerusalem – Zerubbabel, sonur Sealtiel, og Josva, sonur Józadak; og profetar Guds vóru við teimum og hjálptu teimum.
3 Men so komu Tatnai, sum var landsstjóri hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður teirra til teirra og søgdu so við teir: „Hvør hevur sagt við tykkum at byggja hetta tempul og seta henda múr í stand?“
5 Men eyga Guds vakti yvir hinum elstu Jødanna, so teir* forðaðu teimum ikki at byggja, fyrrenn málið var komið fyri Darius, og teir høvdu fingið bræv frá honum um hetta.
2. Tettenai’s Letter to Darius
5:6-17:1
6 Hetta er avskrift av brævinum, ið Tatnai, landsstjórin hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður hansara, Afarsakitar, ið hinumegin Ánna búðu, sendu Dariusi kongi –
8 Tað veri konginum kunngjørt, at vit fóru til landspartin Juda, til hús hins stóra Guds; tað verður nú bygt av stórum steinum, bjálkar verða lagdir í veggirnar, og arbeiðið verður gjørt við íðinskapi, so væl líður eftir hjá teimum.
9 Vit spurdu tá hinar elstu har – søgdu soleiðis við teir: „Hvør hevur sagt við tykkum at byggja hetta tempul og seta henda múr í stand?“
10 Vit spurdu teir eisini, hvussu teir itu, so vit kundu lata teg vita tað og skriva tær upp nøvn mannanna, ið eru oddamenn teirra.
11 Og hetta var svarið, ið teir góvu okkum: „Vit eru tænarar Hansara, sum er Gud himmals og jarðar; og vit byggja upp aftur húsið, sum longu fyri mongum árum síðani var bygt her; stórur kongur í Ísrael bygdi tað og fullførdi tað.
12 Men aftur fyri at fedrar okkara eggjaðu Gud Himmalsins til vreiði, gav Hann teir í hendur Nebukadnezars Kaldeara, kongsins í Bábel; og hann legði hetta hús í oyði og flutti fólkið til Bábel.
13 Men fyrsta árið ið Kýrus kongur í Bábel sat við stýrið, gav Kýrus kongur boð um, at hetta gudshús skuldi verða upp aftur bygt.
14 Kýrus kongur læt eisini gull- og silvuríløtini úr húsi Guds, sum Nebukadnezar hevði tikið úr templinum í Jerusalem og flutt til templið í Bábel – hann læt taka tey úr templinum í Bábel, og tey vóru latin einum upp í hendur, sum æt Sesbazzar, og sum hann hevði sett til landsstjóra.
15 Og hann segði við hann: „Tak hesi íløt og far avstað og set tey inn í templið í Jerusalem! Og lat hús Guds verða upp aftur bygt, har sum tað stóð áður!“
16 Hesin Sesbazzar kom so og legði grundina til hús Guds í Jerusalem; síðani tá og líka til henda dag hava teir fingist við at byggja tað, men tað er ikki liðugt enn.“
17 Um tí líkar konginum, so lat leita í skattkamari kongsins har í Bábel, um so er, at Kýrus kongur hevur givið boð um at byggja hetta gudshús í Jerusalem – og so letur kongurin okkum vita vilja sín í hesum máli.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul