Ezra kap. 3

Uppsetan
b. Construction of the Second Temple
3:1-6:22
i. Sacrifices Restored
3:1-7:1
1. Building an Altar
3:1
1 Táið sjeyndi mánaður kom – Ísraelsmenn búðu nú í býum sínum – savnaðist fólkið sum ein maður í Jerusalem.
2 Og Josva, sonur Józadak, og brøður hansara, prestarnir, Zerubbabel, sonur Sealtiel, og brøður hansara – fóru undir at reisa altar Guds Ísraels, til at ofra brennioffur á tí – soleiðis sum fyriskrivað er í lóg Mósesar gudsmans.
3 Teir reistu altarið, har sum tað hevði staðið; tí ótti var komin á teir fyri fólkunum, sum í landinum búðu; og teir ofraðu HARRANUM brennioffur á tí, bæði morgun- og kvøldbrennioffur.
2. The Feast of Tabernacles Observed
3:4-7:1
4 So hildu teir leyvsalahøgtíðina, soleiðis sum fyriskrivað var, og ofraðu brennioffur, dag eftir dag tað ásetta talið og á tann hátt, sum fyriskrivað var – hvønn dag tað, ið til hoyrdi tann dagin.
5 Síðani ofraðu teir hitt dagliga brenniofrið og ofrini, ið hoyrdu til sólkomudagarnar og allar hinar heilagu høgtíðir HARRANS, somuleiðis øll ofrini, ið onkur sjálvkravdur bar HARRANUM fram.
6 Tann fyrsta í sjeynda mánaði byrjaðu teir at ofra HARRANUM brennioffur; grundin til tempul HARRANS var tá enn ikki løgd.
7 Síðani góvu teir steinhøggarunum og træsmiðunum pening; og monnunum í Zidon og Týrus góvu teir mat, drekka og olju, fyri tað at teir skuldu flyta sedrisvið av Libanon sjóvegin til Joppe, eftir loyvinum, ið Kýrus kongur í Persia hevði givið teimum.
ii. Temple Rebuilding Begins
3:8-13:1
8 Í øðrum mánaði, annað árið eftir at teir vóru komnir til hús Guds í Jerusalem, fóru teir undir arbeiðið, Zerubbabel, sonur Sealtiel, Josva, sonur Józadak, og hinir brøður teirra, prestarnir, Levitarnir og allir teir, ið komnir vóru úr útlegdini til Jerusalem; teir settu Levitarnar, frá tjúguáraaldri og uppeftir, at standa fyri arbeiðinum upp á hús HARRANS.
9 Og Josva við sonum og brøðrum sínum, Kadmiel við sonum sínum – eftirkomarar Hodavja – vórðu allir sum ein settir at standa fyri teimum, ið gjørdu arbeiðið upp á hús Guds, somuleiðis eftirkomarar Henadads og synir og brøður teirra, Levitarnir.
10 Táið teir, ið bygdu, løgdu grundina til tempul HARRANS, stóðu prestarnir í embætisklæðum við lúðrum, og Levitarnir, eftirkomarar Asafs, við skáltrummum til at prísa HARRANUM, soleiðis sum Dávid kongur í Ísrael hevði fyriskrivað.
11 Teir sungu HARRANUM lov og prís, tí Hann er góður, tí náði Hansara móti Ísrael varir í allar ævir; og alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS.
12 Men mangir prestar, Levitar og ættarhøvdingar – hinir gomlu, ið høvdu sæð hitt fyrra templið – grótu hart, táið teir sóu grundina verða lagda til hetta húsið; men mangir vóru so glaðir, at teir róptu hart av frøi.
13 Og fólkið dugdi ikki at skilja ljóðið av gleðirópunum frá ljóðinum av gráti fólksins, tí fólkið rópti so hart av gleði, at tað hoyrdist langan veg.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul