Ezra kap. 6

Uppsetan
3. The Decree of Darius
6:1-12:1
1 Tá gav Darius kongur boð um, at leitað skuldi verða í skattkamarinum, har sum í Bábel øll skjølini vórðu goymd.
2 Og í borgini Ameta í landspartinum Media funnu teir bókrullu, sum soleiðis var skrivað í: „Til áminningar.
3 Fyrsta árið ið Kýrus kongur sat við stýrið, gav Kýrus kongur hetta boð: „Hús Guds í Jerusalem, hetta hús skal verða upp aftur bygt, so tað verður stað, har offur kunnu berast fram; tað skal grundast av nýggjum, og tað skal vera 60 alin høgt og 60 alin breitt,
4 við trimum løgum av stórum steinum og einum lagi av nýggjum viði; og tað, ið tað kostar, skal verða latið úr kongshøllini.
5 Gull- og silvuríløtini úr húsi Guds, tey, sum Nebukadnezar tók úr templinum í Jerusalem og flutti til Bábel, skulu eisini verða latin aftur, so tey koma aftur í templið í Jerusalem, har sum tey eiga at vera – tey skulu setast í hús Guds.““
6 „Tí skulu tit – Tatnai landsstjóri hinumegin Ánna, og Setar-Boznai við embætisbrøðrum tykkara, Afarsakitar, ið hinumegin Ánna búgva – tit skulu halda tykkum burtur haðani!
7 Latið arbeiðið upp á hetta gudshús ganga og forðið tí ikki! Latið landsstjóra Jødanna og hinar elstu teirra byggja hetta gudshús, har sum tað stóð áður!
8 Og eg havi givið boð um, hvussu tit skulu vera við hesar hinar elstu Jødanna, so hetta gudshús kann verða bygt: Av inntøkum kongsins av skattum úr landinum hinumegin Ánna skal kostnaðurin – og tað hvørt vet – verða latin til hesar menn, so steðgur kemur ikki í arbeiðið.
9 Og tað, ið teimum tørvar av ungtarvum, veðrum og lombum, til brennioffur til Gud Himmalsins, og hveiti, salt, vín og olja, skal verða givið teimum dag eftir dag – tað má ikki verða gloymt – í tí nøgd, sum prestarnir í Jerusalem siga til
10 – so teir kunnu bera fram offur, Gudi Himmalsins til góðan anga, og biðja fyri lívi kongsins og sona hansara.
11 Eg havi eisini givið boð um, at um onkur ger ímóti hesi fyriskipan, skal bjálki verða brotin úr húsi hansara, og á hann skal hann verða hongdur og negldur fastur; og hús hansara skal verða gjørt til skarndunga, aftur fyri at hann bar seg so at.
12 Tann Gud, sum hevur latið navn Sítt búgva har, slái niður allar kongar og øll fólk, ið rætta út hondina til at gera móti hesum boði og til at oyða hetta gudshús í Jerusalem! Eg, Darius, havi givið hetta boð; í einum og øllum skal verða gingið eftir tí!“
4. The Temple Completed
6:13-15:1
13 Tatnai landsstjóri hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður teirra gjørdu tá í einum og øllum soleiðis, sum Darius kongur hevði givið teimum boð um.
14 Hinir elstu Jødanna hildu so á at byggja, og væl leið eftir hjá teimum, soleiðis sum Haggai profetur og Zakarias, sonur Iddo, profeteraðu; teir bygdu og fullførdu verkið, eftir boði Ísraels Guds og eftir boði Kýrusar, Dariusar og Artaxerxes persarakongs.
15 So varð nú templið heilt liðugt, tann triðja í adar mánaði, sætta árið ið Darius kongur sat við stýrið.
5. Dedication of the Temple
6:16-18:1
16 Ísraelsmenn – prestarnir, Levitarnir og hinir, ið heim vóru komnir úr útlegdini – hildu nú høgtíð og vígdu hetta gudshús við gleði.
17 Teir ofraðu, táið teir vígdu hetta gudshús, 100 tarvar, 200 veðrar og 400 lomb, og sum syndoffur fyri alt Ísrael 12 bukkar – eftir tali ætta Ísraels.
18 Og teir innsettu prestarnar eftir flokkum teirra og Levitarnar eftir deildum teirra til at standa fyri gudstænastuni í Jerusalem, soleiðis sum fyriskrivað var í Mósebók.
6. The Returned Exiles Keep the Passover
6:19-22:1
19 Tey, ið heim vóru komin úr útlegdini, hildu so páskir tann fjúrtanda í fyrsta mánaði.
20 Tí prestarnir og Levitarnir høvdu reinsað seg og vóru reinir, allir sum ein; og teir drópu páskalambið fyri øll tey, ið heim vóru komin úr útlegdini, fyri brøður sínar prestarnar og fyri seg sjálvar.
21 So ótu tey tað, bæði tey, ið heimaftur vóru komin úr útlegdini, og øll tey, ið høvdu skilt seg frá heidningum landsins og óreinsku teirra og vóru gingin í flokk við tey til at søkja HARRAN Gud Ísraels.
22 Tey hildu tá høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini við gleði í sjey dagar; tí HARRIN hevði glett tey og vent hjarta assýriakongs til teirra, so hann styðjaði teir í arbeiðinum upp á hús Guds, Guds Ísraels.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul