Ezra kap. 10

Uppsetan
iii. Shecaniah Encourages Ezra
10:1-5:1
1 Sum nú Ezra bað og játtaði, har hann lá grátandi framman fyri hús Guds, savnaðist hjá honum ógvuliga stórur skari av Ísraelsmonnum, menn, kvinnur og børn; tí fólkið græt so sáran.
2 Tá tók Sekanja, sonur Jehiel, av eftirkomarum Olams, til orða og segði við Ezra: „Vit hava verið trúleysir móti Gudi okkara og tikið til konur fremmandar kvinnur av fólkunum her í landinum; tó er ikki enn øll vón úti fyri Ísrael í hesum máli.
3 Lat okkum tí nú gera sáttmála við Gud okkara um at reka burtur allar hesar kvinnur og børn teirra, soleiðis sum Harrin vil tað, og teir menn, ið biva fyri boði Guds okkara – lat verða gjørt eftir lógini!
4 Reis teg! Tað er jú tú, sum mást fáa hetta í lag; og vit skulu hjálpa tær – ver hugreystur og far undir tað!“
5 Tá reistist Ezra; og hann læt presta- og levitahøvdingarnar og allar høvdingar Ísraels gera eið uppá, at teir skuldu gera, sum sagt var; teir gjørdu tá eiðin.
iv. The People’s Confession of Sin
10:6-17:1
6 So reistist Ezra og fór, haðani sum hann hevði verið, framman fyri hús Guds, inn í kamar Jóhanans, sonar Eljasibs. Og táið hann var komin hagar, kundi hann hvørki leska vátt ella turt, so stór var sorg hansara um trúloysi teirra, sum høvdu verið í útlegd.
7 Síðani lótu teir boð ganga um Juda og Jerusalem til allar teir, ið heim vóru komnir úr útlegdini, at teir skuldu koma saman í Jerusalem.
8 Og ein og hvør, sum ikki kom innan tríggjar dagar, soleiðis sum høvdingarnir og hinir elstu høvdu gjørt av, allur eigindómur hansara skuldi bannlýsast, og sjálvur skuldi hann verða rikin úr samkomu teirra, sum høvdu verið í útlegd.
9 Allir menn Juda og Benjamins komu tá saman í Jerusalem triðja dagin; tað var tann tjúgunda í níggjunda mánaði. Alt fólkið sat á plássinum við hús Guds, og bæði hetta, ið hent hevði, og ælini gjørdu, at teir skulvu.
10 Nú reistist Ezra prestur og segði við teir: „Tit hava borið tykkum trúleyst at við at taka fremmandar kvinnur til konur; tit hava við hesum økt um skyld Ísraels.
11 Játtið tað tí nú fyri HARRANUM Gudi fedra tykkara, og gerið vilja Hansara – skiljið tykkum frá fólkunum í landinum og frá hinum fremmandu kvinnum!“
12 Alt fólkið svaraði við harðari rødd: „Ja, sum tú hevur sagt, so er skylda okkara at gera!
13 Men fólkið er nógv, og nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi úti her; og hetta er ikki arbeiði, ið verður gjørt eftir einum degi ella tveimum, við tað at vit eru mangir, sum hava syndað í hesum.
14 Lat tí høvdingar okkara stíga fram fyri alt fólkið, og lat allar teir í býum okkara, sum hava tikið fremmandar kvinnur til konur, koma, hvønn ta tíð, ið honum er sett, saman við hinum elstu og dómarunum í hvørjum býi, inntil vit hava fingið vent brennandi vreiði Guds okkara burtur frá okkum viðvíkjandi hesum máli!“
15 Bert Jónatan, sonur Asael, og Jazeja, sonur Tikva, settu seg ímóti hesum, og Mesullam og Sabbetai Levitur styðjaðu teir.
16 Teir, sum høvdu verið í útlegd, gjørdu tá, sum sagt var. Teir valdu Ezra prest og nakrar menn, sum vóru ættarhøvdingar, og sum allir vóru nevndir við navni; hesir komu saman tann fyrsta í tíggjunda mánaði at granska málið;
17 og áðrenn tann fyrsta í fyrsta mánaði vóru teir lidnir við allar menninar, ið høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur.
v. Those Guilty of Intermarriage
10:18-44:1
18 Millum prestasynirnar funnust hesir, sum høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur: Av eftirkomarum Josva, sonar Józadaks, og av brøðrum hansara: Ma’aseja, Eliezer, Jarib og Gedalja;
19 teir lovaðu við handtaki, at teir skuldu reka konurnar frá sær og ofra veðr úr fylginum sum skyldoffur fyri skyldina, ið teir høvdu drigið oman yvir seg.
25 Av hinum Ísrael: Av eftirkomarum Paros: Ramja, Jizzija, Malkija, Mijamin, Eleazar, Malkija og Benaja;
30 av eftirkomarum Pahat-Móabs: Adna, Kelal, Benaja, Ma’aseja, Mattanja, Bezalel, Binnui og Manasse;
33 av eftirkomarum Hasums: Mattenai, Mattatta, Zabad, Elifelet, Jeremai, Manasse og Sime’i;
44 Allir hesir høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur, og av konunum høvdu summar átt børn.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul