Ezra kap. 1

Uppsetan
1. Return from Babylon Under Zerubbabel
1:1-6:22
a. Return from Babylon
1:1-2:70
i. The Proclamation of Cyrus
1:1-6:1
1 Fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN – fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út – anda Kýrusar persarakongs, so hann læt boð ganga út um alt ríki sítt og eisini skrivliga kunngera:
2 „So sigur Kýrus kongur í Persia: HARRIN Gud Himmalsins hevur givið mær øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerusalem í Juda.
3 Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri Gud hansara, hann kann fara til Jerusalem í Juda og byggja hús HARRANS Guds Ísraels – Hann er tann Gud, sum býr í Jerusalem!
4 Og allastaðni har sum onkur enn er eftir, skal fólkið á staðnum, har hann býr sum fremmandur, veita honum styrk við silvuri og gulli, við góðsi og fæi – umframt tað, ið sjálvkravt verður givið til hús Guds í Jerusalem.“
5 Tá gjørdu teir seg til, ættarhøvdingar Juda og Benjamins og prestarnir og Levitarnir – allir teir, hvørja anda Gud vakti – og hildu avstað til Jerusalem at byggja hús HARRANS har.
6 Og øll, ið rundan um teir búðu, hjálptu teimum við silvuríløtum, gulli, góðsi, fæi og virðismiklum gávum – umframt alt tað, ið sjálvkravt varð givið.
ii. Cyrus Restores the Holy Vessels
1:7-11:1
7 Og Kýrus kongur læt frá sær íløtini úr húsi HARRANS, tey, sum Nebukadnezar hevði flutt burt úr Jerusalem og sett í hús guds síns;
8 tey læt Kýrus kongur í Persia nú Mitredat skattmeistara fáa, og hann taldi tey og læt tey upp í hendur Sesbazzars,* høvdinga Juda.
11 Íløtini av gulli og silvuri vóru tilsamans 5400. Alt hetta hevði Sesbazzar við sær, táið hini burturfluttu fóru úr Bábel til Jerusalem.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul