Fimta Mósebók kap. 31

Uppsetan
c. The Future Leadership of Israel
31:1-30:1
i. Joshua to Succeed Moses
31:1-8:1
2 hann segði við tey: „Eg eri nú 120 ár; eg kann ikki longur ganga út og inn sum áður, og HARRIN hevur sagt við meg: „Tú skalt ikki koma um Jordan har!“
3 Men HARRIN Gud tín skal sjálvur fara yvirum á odda hjá tær; Hann skal týna hesi fólkasløg fyri tær, so tú fært tikið land teirra í ogn. Josva, hann skal fara yvirum á odda hjá tær – soleiðis sum HARRIN hevur sagt.
4 HARRIN skal gera við tey, sum Hann gjørdi við Sihon og Og, amoritakongarnar, ta ferðina ið Hann forkom teimum og oyddi land teirra.
5 HARRIN skal geva tey í hendur tykkara, og tit skulu í einum og øllum gera við tey, soleiðis sum eg havi sagt við tykkum.
6 Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“
7 Síðani sendi Móses boð eftir Josva og segði við hann, so alt Ísrael hoyrdi: „Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt fara við hesum fólki inn í landið, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum teirra at geva teimum, og tú skalt skifta tað millum teirra í arv.
8 HARRIN – Hann, sum gongur á odda hjá tær – Hann skal vera við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær; tú skalt ikki óttast og ikki ræðast!“
ii. The Reading of the Law
31:9-13:1
9 Móses skrivaði nú hesa lóg upp og flýddi prestunum hana, sonum Levi, sum bóru sáttmálaørk HARRANS, og øllum hinum elstu í Ísrael.
10 Og Móses gav teimum hetta boð: „Sjeyndahvørt ár, eftirgevingarárið, á leyvsalahøgtíðini,
11 táið alt Ísrael kemur at stíga fram fyri ásjón HARRANS Guds tíns á staðnum, sum Hann útvelur, tá skalt tú lesa upp hesa lóg fyri øllum Ísrael, so tey hoyra tað.
12 Kalla tá fólkið saman, menn, kvinnur og børn og hini fremmandu, sum búgva í býum tínum, so tey kunnu hoyra og læra at óttast HARRAN Gud tykkara og akta væl eftir at halda øll orðini í hesi lóg!
13 Og børn teirra, sum enn ikki hava lært hana at kenna, tey skulu hoyra hana og læra at óttast HARRAN Gud tykkara, allar teir dagar tit liva í landinum, sum tit nú fara inn í og skulu taka í ogn, táið tit eru farin um Jordan.“
iii. God Commissions Joshua
31:14-23:1
14 Síðani segði HARRIN við Móses: „Nú líður at tíðini, táið tú skalt doyggja. Send tí boð eftir Josva, og farið og standið við samkomutjaldið, so Eg fái givið honum boð Míni!“ Móses og Josva fóru tá og stóðu við samkomutjaldið.
15 Tá opinberaði HARRIN Seg við tjaldið í skýstólpa; skýstólpin stóð við tjalddyrnar.
16 HARRIN segði við Móses: „Táið tú hvílir hjá fedrum tínum, skal hetta fólk fara at halda seg til fremmandar gudar í landinum, sum tey koma inn í; tey fara at venda Mær bakið og bróta sáttmála Mín, sum Eg havi gjørt við tey.
17 Vreiði Mín skal tá tendrast móti teimum, og Eg skal venda teimum bakið og fjala andlitið fyri teimum, so tey ganga til grundar; og nógv vanlukka og neyð skal koma á tey. Tá fara tey at siga: „Er tað ikki, tí Gud mín er ikki við mær, at hesar vanlukkur eru komnar á meg!“
18 Men Eg skal fjala andlitið fyri teimum tann dag, aftur fyri alt tað illa, ið tey gjørdu, at tey vendu sær til aðrar gudar.
19 Skriva teimum tí nú upp henda song og lær Ísraelsmenn hann, legg teimum hann í munnin, so hann kann vera vitni Mítt móti Ísraelsmonnum!
20 Tí Eg leiði tey inn í landið, sum Eg við eiði havi lovað fedrum teirra, eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi; men táið tey hava etið seg mett og eru vorðin feit, fara tey at venda sær til aðrar gudar og dýrka teir og vanvirða Meg og bróta sáttmála Mín.
21 Táið tá nógv vanlukka og neyð kemur á tey, skal hesin songur bera vitnisburð sín fyri teimum – hann skal ikki verða gloymdur av eftirkomarum teirra og ikki doyggja á vørrum teirra. Eg veit jú, hvat tey hava í huga longu nú – áðrenn Eg havi leitt tey inn í landið, sum Eg við eiði lovaði teimum!“
23 Síðani gav Hann* Josva, syni Nun, hetta boð: „Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt leiða Ísraelsmenn inn í landið, sum Eg við eiði havi lovað teimum, og Eg skal vera við tær.“
iv. The Law Placed in the Ark of the Covenant
31:24-27:1
24 Táið Móses var liðugur at skriva í bók orðini í hesi lóg, øll sum tey vóru,
26 „Takið hesa lógbók og leggið hana hjá sáttmálaørk HARRANS Guds tykkara! Har skal hon liggja sum vitni ímóti tær.
27 Tí eg veit, hvussu treiskur tú ert, og hvussu harðan háls tú hevur! Hava tit ikki longu nú, meðan eg livi og eri ímillum tykkara, staðið HARRANUM ímóti! Hvussu man tá ikki fara at verða, táið eg eri deyður!
v. Leadership Gathers to Hear the Song of Moses
31:28-30:1
28 Kallið nú saman til mín allar hinar elstu í ættum tykkara og umsjónarmenn tykkara! So skal eg flyta teimum hesi orð og taka himmal og jørð til vitni ímóti teimum.
29 Tí eg veit, at táið eg eri deyður, fara tit at bera tykkum illa at og víkja av leiðini, ið eg havi álagt tykkum at ganga, og vanlukkan skal koma á tykkum á síðstu døgum, av tí at tit gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS, og eggja Hann til vreiði við atburði tykkara!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul