Fimta Mósebók kap. 3

Uppsetan
3. The Defeat of Og
3:1-11:1
1 „Vit hildu so aðra leið og tóku vegin til Basan; tá kom Og, kongurin í Basan, í bardaga við okkum, til Edre’i, hann og alt fólk hansara.
2 Men HARRIN segði við meg: „Ræðst hann ikki! Eg havi givið hann og alt fólk hansara og land hansara í hendur tínar, og tú skalt gera við hann, sum tú gjørdi við Sihon amoritakong, sum búði í Hesbon.“
3 So gav HARRIN Gud okkara eisini Og, kongin í Basan, og alt fólk hansara í hendur okkara, og vit vunnu á honum, so at vit ongan lótu verða eftir ella sleppa.
4 Vit tóku tá allar býir hansara; ikki var ein býur, sum vit tóku ikki frá teimum – 60 býir, allan landspartin Argob, ríki Ogs í Basan.
5 Allir hesir býir vóru víggirdir staðir við høgum múrum, dupultum portrum og portursláum. Haraftrat komu allar bygdirnar, og tær vóru nógvar.
6 Vit slógu tey við banni, sum vit høvdu gjørt við Sihon, kongin í Hesbon; hvønn ein bý slógu vit við banni og drópu menn, kvinnur og børn.
8 Soleiðis tóku vit tá landið frá báðum amoritakongunum hesumegin* Jordan, frá Arnoná líka til Hermonfjall –
10 – allar býirnar á slættlendinum, alt Gilead og alt Basan, líka at býunum Salka og Edre’i í ríki Ogs í Basan.“
11 – Hesin Og, kongurin í Basan, var tann seinasti, ið eftir var av Refa’itum*; kista hansara, jarnkista, stendur, sum øll vita, í ammonitabýnum Rabba; hon er 9 alin long og 4 alin breið eftir vanligum máli.
v. In the Plains of Moab
3:12-4:49
1. Land Division East of the Jordan
3:12-22:1
12 „Hetta landið tóku vit so tá. Landið frá Aroer, sum liggur við Arnoná, og helvtina av Gileadsfjøllum við býunum har gav eg Rubenitum og Gaditum,
13 og tað, ið eftir var av Gilead og alt Basan, ríki Ogs, gav eg hálvari ætt Manasse, allan landspartin Argob – alt Basan.“ Hetta er tað, ið rópt verður Refa’italand.
14 Ja’ir, sonur Manasse, tók allan landspartin Argob, líka at landamarkum Gesurita og Ma’akatita, og kallaði tað – Basanlandið – Ja’irsbýir eftir sær sjálvum, og so hevur tað itið til henda dag.
16 og Rubenitum og Gaditum gav eg landið úr Gilead í Arnondal, í miðjan dalin – har var markið – og at Jabboká, sum er markið móti Ammonitum,
17 haraftrat slættlendið við Jordan – sum er mark – frá Kinneretsvatni at vatninum á slættlendinum – Salthavi – undir Pisgalíðum, eystanfyri.
18 Tá var tað, eg gav tykkum hetta boð: „HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum hetta land at eiga; vápnaðir skulu tit – allir, sum vápnaførir eru – fara á odda hjá brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum.
19 Bert konur, børn og fæ tykkara – eg veit at tit hava nógv fæ – skulu verða eftir í býunum, sum eg havi givið tykkum
20 – inntil HARRIN gevur brøðrum tykkara hvíld eins og tykkum, og teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum hinumegin Jordan; tá kunnu tit fara heimaftur, hvør til óðalið, ið eg havi givið tykkum.“
21 Um hesa somu tíð gav eg Josva hetta boð: „Tú hevur við egnum eygum sæð alt, ið HARRIN Gud tykkara hevur gjørt við hesar báðar kongarnar – so skal HARRIN gera við øll ríkini, ið tú ert á leið til.
22 Tit skulu ikki ræðast teir; tí HARRIN Gud tykkara skal sjálvur berjast fyri tykkum!“
2. Moses Forbidden to Cross the Jordan
3:23-29:1
24 „Harri HARRI! Tú hevur byrjað at lata tænara Tín síggja stórleika Tín og sterku hond Tína; tí hvar í Himli og á jørð er gudur, sum kann gera slíkar gerningar og slík stórverk sum Tú!
25 Loyv mær nú at fara yvirum og síggja hitt góða land hinumegin Jordan, hitt góða fjallaland har og Libanon!“
26 Men HARRIN var vreiður við meg fyri tykkara skuld og lurtaði ikki eftir mær, men segði við meg: „Lat nú vera nóg mikið – tala ikki meiri við Meg um hatta!
27 Far niðan á Pisgatind, vend eygum tínum í vestur, norður, suður og eystur, og hygg væl rundan um teg – tí um Jordan her kemur tú ikki!
28 Sig Josva tað, ið hann skal gera, og ger hann treystan og sterkan! Tí tað er hann, ið skal fara yvirum á odda hjá hesum fólki, og tað er hann, ið skal geva teimum í ogn hetta landið, sum tú sært!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul