Fimta Mósebók kap. 16

Uppsetan
5. The Pilgrimage Festivals
16:1-17:1
a. Passover and the Feast of Unleavened Bread
16:1-8:1
1 „Minst til abib mánað og halt páskir fyri HARRANUM Gudi tínum! Tí í abib mánaði førdi HARRIN Gud tín teg út av Egyptalandi á náttartíð.
2 Tú skalt drepa páskaoffur til HARRAN Gud tín, smáfæ og neyt, á tí staði, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har.
3 Tú mást ikki eta súrgað breyð aftur við tí; í sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð aftur við tí – neyðarbreyð – tí í skundi fórt tú út av Egyptalandi. Soleiðis skalt tú alla tíð tína minnast tann dag, ið tú fórt út av Egyptalandi.
4 Í sjey dagar má ikki súrdeiggj finnast hjá tær í øllum landi tínum, og av tí, ið tú drepur um kvøldið fyrsta dag, má einki kjøt liggja náttina at enda til morgunin eftir.
5 Tú mást ikki drepa páskaofrið í nøkrum av býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær;
6 nei, á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, skalt tú drepa páskaofrið, um kvøldið, um sólsetur – um somu tíð sum táið tú fórt út av Egyptalandi.
7 Tú skalt gera tað til og eta tað á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur; síðani kanst tú um morgunin fara heimaftur og fara til bústaðir tínar.
8 Í seks dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, men sjeynda dagin skal vera hátíðarsamkoma fyri HARRANUM Gudi tínum; tá mást tú einki arbeiði gera.
b. The Feast of Weeks
16:9-12:1
9 So skalt tú telja sjey vikur; frá tí degi ið tú setur akurknívin á kornið, skalt tú telja sjey vikur.
10 Tá skalt tú halda vikuhøgtíðina fyri HARRANUM Gudi tínum og bera fram, so mikið sum tú sjálvkravdur vilt lata, alt eftir sum HARRIN Gud tín signar teg.
11 Tú skalt vera glaður fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, bæði tú og sonur og dóttir tín, tænari tín og arbeiðskona tín, Leviturin, ið hjá tær býr, hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan, ið tú hevur hjá tær.
12 Tú skalt minnast, at tú vart trælur í Egyptalandi, og akta eftir hesum fyriskipanum og halda tær.
c. The Feast of Tabernacles
16:13-17:1
13 Leyvsalahøgtíðina skalt tú halda í sjey dagar – táið tú hevur savnað inn tað, ið kemur av treskiplássi tínum og úr vínpersu tíni.
14 Tú skalt vera glaður á høgtíð tíni, bæði tú og sonur og dóttir tín, tænari tín og arbeiðskona tín og Leviturin, hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan, sum búgva í býum tínum.
15 Í sjey dagar skalt tú halda høgtíð fyri HARRANUM Gudi tínum, á staðnum, ið HARRIN útvelur; tí HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, sum jørð tín gevur av sær, og í øllum, sum tú fert undir at gera, so at tú skalt vera fullur av gleði.
16 Tríggjar ferðir um árið skulu allir av mannkyni hjá tær stíga fram fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum ið Hann útvelur – á høgtíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhøgtíðini og á leyvsalahøgtíðini – og eingin má tómhentur stíga fram fyri ásjón HARRANS;
17 nei, ein og hvør skal koma við tí, ið hann hevur ráð at lata – eftir teirri signing, ið HARRIN Gud tín veitir tær.
ii. Israel’s Leaders
16:18-18:22
1. Judges and Justice
16:18-20:1
18 Dómarar og umsjónarmenn skalt tú seta tær í øllum býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, runt um í ættum tínum, og teir skulu døma fólkið eftir lóg og rætti.
19 Tú mást ikki boyggja rættin, ikki gera mannamun og ikki taka mutur; tí mutur blindar eygu vísmanna og vendir søkini við hjá rættvísum.
20 Rættvísi, rættvísi skalt tú stevna eftir; so skalt tú liva og eiga landið, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
2. Forbidden Forms of Worship
16:21-17:7
a. Forbidden Locations
16:21-22:1
21 Tú mást onga Asjeru seta tær, einki træ av nøkrum slagi, hjá altarinum, ið tú reisir HARRANUM Gudi tínum.
22 Heldur ikki mást tú reisa tær nakran minnisstein; tí slíkt hatar HARRIN Gud tín.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul