Fimta Mósebók kap. 27
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Moses’ Third Address: A Look into the Future
27:1-34:12
a.
When You Enter the Land
27:1-28:68
i.
The Altar on Mount Ebal
27:1-10:1
1
Síðani góvu Móses og hinir elstu í Ísrael fólkinum hetta boð: „Aktið eftir øllum boðunum, sum eg í dag áleggi tykkum!
2
Táið tit eru komin um Jordan, inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, skalt tú reisa tær stórar steinar og hvítta teir við kálki.
3
Á teir skalt tú, táið tú ert yvirum komin, skriva øll orðini í hesi lóg, so tú kanst koma inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi – soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur lovað tær.
4
Við tað sama sum tit eru komin um Jordan, skulu tit á Ebalsfjalli reisa hesar steinar, sum eg í dag gevi tykkum boð um, og tú skalt hvítta teir við kálki.
5
Tú skalt har reisa HARRANUM Gudi tínum altar, altar av gróti, sum tú ikki mást seta nakað jarnamboð á;
6
av óhøgdum gróti skalt tú gera altar HARRANS Guds tíns, og tú skalt ofra HARRANUM Gudi tínum brennioffur á tí;
7
og tú skalt ofra takkoffur og halda máltíð har og vera glaður fyri ásjón HARRANS Guds tíns.
8
Á steinarnar skalt tú greitt og skilliga skriva øll orðini í hesi lóg.“
9
Síðani talaðu Móses og hinir levitisku prestar við alt Ísrael og søgdu: „Ver stilt og hoyr, Ísrael! Í dag ert tú vorðið fólk HARRANS Guds tíns.
10
Hoyr tí rødd HARRANS Guds tíns og halt boð og lógir Hansara, sum eg í dag gevi tær!“
ii.
Call and Response Curses
27:11-26:1
11
Sama dag gav Móses fólkinum hetta boð:
12
„Táið tit eru komin um Jordan, skulu hesir standa á Garizimsfjalli og signa fólkið: Símeon, Levi, Juda, Issakar, Jósef og Benjamin.
13
Og hesir skulu standa á Ebalsfjalli og lýsa bann: Ruben, Gad, Aser, Zebulon, Dan og Naftali.
14
Levitarnir skulu taka til orða og siga hart við hvønn mann í Ísrael:
15
„Bannaður veri tann maður, ið ger útskorna ella stoypta mynd, HARRANUM andstygd – handaverk smiðs – og reisir tað í loynd!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
16
„Bannaður veri tann, ið vanvirðir faðir sín ella móður sína!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
17
„Bannaður veri tann, ið flytur mark næsta síns!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
18
„Bannaður veri tann, ið leiðir blindan av rættari leið!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
19
„Bannaður veri tann, ið boyggir rætt hins fremmanda, hins faðirleysa og einkjunnar!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
20
„Bannaður veri tann, ið liggur hjá konu faðirs síns, tí hann hevur lyft teppi faðirs síns!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
21
„Bannaður veri tann, ið hevur við nakað kríatúr at gera!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
22
„Bannaður veri tann, ið liggur hjá systur síni, dóttur faðir sín ella móður sína!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
23
„Bannaður veri tann, ið liggur hjá vermóður síni!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
24
„Bannaður veri tann, sum í loynd drepur næsta sín!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
25
„Bannaður veri tann, ið letur seg keypa til at drepa ein sakleysan og úthella blóð hansara!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
26
„Bannaður veri tann, ið heldur ikki orðini í hesi lóg og ger eftir teimum!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!““