Triðja Mósebók kap. 8
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
The Aaronic Priesthood
8:1-10:20
a.
Moses Consecrates Aaron and His Sons
8:1-36:1
1
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2
„Far eftir Áron og sonum hansara, og tak klæðini, salvuoljuna, syndoffurtarvin, báðar veðrarnar og kurvina við hinum ósúrgaðu breyðunum,
3
kalla síðani alla samkomuna saman fyri durum samkomutjaldsins!“
4
Móses gjørdi, sum HARRIN segði, og samkoman savnaðist fyri durum samkomutjaldsins.
5
Tá segði Móses við samkomuna: „Hetta er tað, ið HARRIN hevur givið boð um at gera.“
6
– Nú læt Móses Áron og synir hansara stíga fram, og hann vaskaði teimum í vatni.
7
So læt hann Áron í undirkyrtilin, bant beltið um hann, læt hann í kápuna og lívkyrtilin, bant lívkyrtilsbeltið um hann og spenti við tí lívkyrtilin at honum,
8
festi síðani bringudúkin á hann og legði urim og tummim í bringudúkin,
9
setti húgvuna á høvd hansara og festi gullplátuna, hitt heilaga pannuprýðið, framman á húgvuna – alt soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses.
10
Síðani tók Móses salvuoljuna og salvaði tabernaklið og alt, sum í tí var, og halgaði tað;
11
hann sletti av oljuni sjey ferðir á altarið og salvaði altarið og alt, ið til hoyrdi, og vatnílatið við fóti tess – og halgaði tey soleiðis.
12
Og hann helti av salvuoljuni út yvir høvd Árons og salvaði og halgaði hann.
13
So læt Móses synir Áron stíga fram, læt teir í undirkyrtlar, bant belti um teir og bant høgar húgvur á teir – soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses.
14
Nú leiddi hann fram syndoffurtarvin, og Áron og synir hansara løgdu hendurnar á høvd syndoffurtarvsins.
15
Síðani varð hann dripin, og Móses tók blóðið og smurdi av tí við fingrinum rundanum á altarhornini og gjørdi altarið reint fyri synd; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann niður við altarið. Soleiðis gjørdi hann bót fyri altarið og halgaði tað.
16
So tók Móses alla tálgina, ið var á innvølinum, tað størra livrarblaðið og bæði nýruni við nýrumørinum, og hann brendi tað á altarinum.
17
Men sjálvan tarvin, bæði húðina og kjøtið og gorið, brendi hann uttan fyri tilhaldið – alt soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses.
18
Nú leiddi hann fram brennioffurveðrin, og Áron og synir hansara løgdu hendurnar á høvd veðrsins.
19
Síðani varð hann dripin, og Móses sletti blóðið rundanum á altarið.
20
Men sjálvan veðrin limaðu teir sundur, og Móses brendi høvdið, kjøtið og tálgina.
21
Innvølin og føturnar vaskaðu teir í vatni, og so brendi Móses allan veðrin á altarinum. Tað var brennioffur til góðan anga, eldoffur til HARRAN – sum HARRIN hevði sagt við Móses.
22
Nú leiddi hann fram hin veðrin – vígsluveðrin – og Áron og synir hansara løgdu hendurnar á høvd veðrsins.
23
Síðani varð hann dripin, og Móses tók av blóði hansara og smurdi tað á høgru oyralippu Árons og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara.
24
So kallaði hann synir Áron til sín, og hann smurdi av blóðinum á høgru oyralippu teirra og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti teirra. Tað, sum eftir var av blóðinum, sletti hann rundanum á altarið.
25
Tínæst tók hann tað feita, hárónna, alla tálgina, ið var á innvølinum, tað størra livrarblaðið, bæði nýruni við nýrumørinum og tað høgra tjógvið;
26
og úr kurvini við hinum ósúrgaðu breyðunum, sum stóð fyri ásjón HARRANS, tók hann ósúrgaða køku, oljukøku og flatkøku og legði tær oman á tað feita og tað høgra tjógvið,
27
legði tað síðani alt samalt í hendur Árons og hendur sona hansara og læt teir sveiggja tað fyri ásjón HARRANS.
28
So tók Móses tað aftur úr hondum teirra og brendi tað á altarinum saman við brenniofrinum; tað var vígsluoffur til góðan anga, eldoffur fyri HARRANUM.
29
Síðani tók Móses bringuna og sveiggjaði hana fyri ásjón HARRANS; hon var tað, ið lutaðist Mósesi av vígsluveðrinum – soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses.
30
Nú tók Móses av salvuoljuni og av blóðinum – sum stóð á altarinum – og sletti tað á Áron og á klæði hansara, somuleiðis á synir hansara og á klæði teirra; soleiðis halgaði hann Áron og klæði hansara og somuleiðis synir hansara og klæði teirra.
31
Og Móses segði við Áron og synir hansara: „Kókið kjøtið fyri durum samkomutjaldsins, og etið tað har saman við breyðinum, sum er í vígslukurvini – soleiðis sum boðið ljóðaði til mín: „Áron og synir hansara skulu eta tað!“
32
Men tað av kjøtinum og breyðinum, ið av loypur, skulu tit brenna upp.
33
Og í sjey dagar mugu tit ikki víkja frá durum samkomutjaldsins – líka til tann dag ið vígslutíð tykkara er at enda; tí í sjey dagar varir vígsla tykkara.
34
Soleiðis sum gjørt er í dag, so hevur HARRIN sagt, skal verða gjørt eisini hinar dagarnar – fyri at gera bót fyri tykkum.
35
Tit skulu verða verandi fyri durum samkomutjaldsins í sjey dagar, bæði dag og nátt, og halda tykkum eftir tí, ið HARRIN hevur sagt – fyri at tit skulu ikki doyggja; tí so hevur Hann boðið mær.“
36
Og Áron og synir hansara gjørdu alt tað, ið HARRIN hevði givið boð um við Mósesi.