Triðja Mósebók kap. 16
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
4.
The Day of Atonement
16:1-17:16
a.
Purification of the Priesthood
16:1-15:1
1
Táið teir báðir synir Áron vóru deyðir – teir, sum doyðu fyri tað, at teir stigu fram fyri ásjón HARRANS – tá talaði HARRIN við Móses
2
og segði við hann: „Sig við Áron, bróður tín, at hann má ikki eina og hvørja tíð fara inn í halgidómin, inn um forhangið, fram at náðistólinum, sum er á ørkini – fyri at hann skal ikki doyggja! Tí Eg opinberi Meg í skýnum yvir náðistólinum.
3
Bert soleiðis skal Áron koma inn í halgidómin: Við ungum tarvi til syndoffur og veðri til brennioffur.
4
Hann skal lata seg í heilagan undirkyrtil av líni, vera í buksum av líni uttan á blygd síni, binda belti av líni um seg og húgvu av líni um høvd sítt; hetta eru hini heilagu klæðini; og hann skal tváa likami sínum í vatni, áðrenn hann fer í tey.
5
Samkoma Ísraelsmanna skal lata hann fáa tveir bukkar til syndoffur og veðr til brennioffur.
6
Nú skal Áron leiða fram tarvin – sum er til syndoffur fyri hann sjálvan – og gera bót fyri seg og hús sítt.
7
Síðani skal hann taka bukkarnar báðar og leiða teir fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins.
8
Áron skal kasta lut um bukkarnar, ein lut fyri HARRAN og ein fyri Azazel.
9
Bukkin, ið lutur HARRANS fellur á, skal Áron leiða fram og ofra sum syndoffur;
10
men bukkurin, ið lutur Azazels fellur á, skal verða leiddur livandi fram fyri ásjón HARRANS, fyri at bót kann verða gjørd við honum, og so skal hann verða sleptur út í oyðimørkina til Azazel.
11
Áron skal soleiðis leiða fram tarvin – sum er til syndoffur fyri hann sjálvan – og gera bót fyri seg og hús sítt; hann skal drepa syndoffurtarv sín.
12
So skal hann taka eldpannu, fulla av glóðum av altarinum, ið stendur fyri ásjón HARRANS, og tveir nevar av stoyttum, angandi roykilsi, og bera tað inn um forhangið.
13
Hann skal leggja roykilsið á eldin fyri ásjón HARRANS, so roykurin av roykilsinum fjalir náðistólin, sum er yvir vitnisburðinum – fyri at hann skal ikki doyggja.
14
So skal hann taka av blóði tarvsins og sletta við fingrinum frammantil á náðistólin; og framman fyri náðistólin skal hann við fingrinum sletta av blóðinum sjey ferðir.
15
Síðani skal hann drepa bukkin, ið skal vera syndoffur fyri fólkið, bera blóð hansara inn um forhangið og gera við tað, sum hann gjørdi við blóð tarvsins, sletta tað á náðistólin og framman fyri náðistólin.
b.
Purification of the Tabernacle
16:16-19:1
16
Soleiðis skal hann gera bót fyri halgidómin og reinsa hann frá óreinsku Ísraelsmanna og frá øllum lógbrotum teirra, øllum syndum teirra; á sama hátt skal hann gera við samkomutjaldið, ið hjá teimum stendur, mitt í óreinsku teirra.
17
Einki menniskja má vera í samkomutjaldinum, frá tí hann fer inn at gera bót í halgidóminum, og inntil hann kemur út aftur. – Soleiðis skal hann gera bót fyri seg sjálvan, fyri hús sítt og fyri alla samkomu Ísraels.
18
So skal hann fara út til altarið, ið stendur fyri ásjón HARRANS, og gera bót fyri tað; hann skal taka av tarvablóðinum og av bukkablóðinum og smyrja tað rundanum, á altarhornini;
19
og hann skal sjey ferðir sletta av blóðinum á tað við fingrunum og soleiðis reinsa tað og halga tað frá óreinsku Ísraelsmanna.
c.
Purification of the Nation
16:20-28:1
20
Táið hann so er liðugur at gera bót fyri halgidómin, samkomutjaldið og altarið, skal hann leiða fram hin livandi bukkin.
21
Áron skal leggja báðar hendur á høvdið á hinum livandi bukkinum og játta yvir honum allar misgerðir Ísraelsmanna og øll lógbrot teirra – allar syndir teirra; hann skal leggja tað á høvdið á bukkinum og síðani lata mann – sum stendur til reiðar til hetta – sleppa honum út í oyðimørkina.
22
Bukkurin skal tá bera allar misgerðir teirra út í oyðið land; bukkurin skal verða sleptur út í oyðimørkina.
23
Síðani skal Áron fara inn í samkomutjaldið, lata seg úr línklæðunum, sum hann fór í, táið hann fór inn í halgidómin, og leggja tey har.
24
So skal hann tváa likami sínum í vatni á heilagum staði, lata seg í vanligu klæði síni og fara út og ofra sítt egna brennioffur og brenniofrið fyri fólkið og soleiðis gera bót fyri seg og fyri fólkið.
25
Tað feita av syndofrinum skal hann brenna á altarinum.
26
Tann, ið sleppir bukkinum út til Azazel, skal vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni; tá fyrsta kann hann koma inn í tilhaldið.
27
Men syndoffurtarvurin og syndoffurbukkurin, hvørja blóð varð borið inn í halgidómin at gera bót við, teir skulu verða bornir út um tilhaldið og brendir, bæði húð, kjøt og gor.
28
Tann, ið brennir teir, skal vaska klæði síni og tváa likami sínum; so kann hann koma inn í tilhaldið.
d.
Laws for Annual Day of Atonement
16:29-34:1
29
Hetta skal vera tykkum ævig lóg: Tann tíggjunda í sjeynda mánaði skulu tit fasta og einki arbeiði gera – bæði hin innføddi og hin fremmandi, ið hjá tykkum býr.
30
Tí tann dagin skal bót gerast fyri tykkum fyri at reinsa tykkum, so tit verða rein fyri HARRANUM frá øllum syndum tykkara.
31
Hvílusabbatur skal hann vera tykkum, og tit skulu tá fasta; ævig lóg skal hetta vera.
32
Tann presturin, ið verður salvaður og vígdur til at gera prestatænastu eftir faðir sín, skal vera tann, ið ger bót; hann skal fara í línklæðini, hini heilagu klæðini,
33
og hann skal gera bót fyri hitt alraheilagasta, samkomutjaldið og altarið; prestarnar og alt fólkið í samkomuni skal hann gera bót fyri.
34
Hetta skal vera tykkum ævig lóg, at bót verður gjørd fyri Ísraelsmenn eina ferð um árið fyri at reinsa tey frá øllum syndum teirra.“ – Áron gjørdi, sum HARRIN hevði givið Mósesi boð um.