Triðja Mósebók kap. 27
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iv.
Voluntary Contributions
27:1-34:1
1
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið ein hevur lovað at halga HARRANUM seg sjálvan ella eitt annað menniskja og eftirsíðani við peningi vil loysa seg frá lyftinum, so skalt tú seta tann í virði, sum burtur er lovaður.
3
Virðið á manni, ið er millum 20 og 60 ár, skal vera 50 seklar av silvuri eftir halgidómsvektini;
4
men er tað kvinna, skalt tú seta virðið til 30 seklar.
5
Menniskja, ið er millum 5 og 20 ár, skalt tú seta í 20 seklar, táið tað er av mannkyni, og í 10 seklar, táið tað er kvinna.
6
Er tað barn millum mánað og 5 ár, skal virðið á drongi vera 5 seklar og á gentu 3 seklar.
7
Tey, ið eru yvir 60 ár, skalt tú seta til 15 seklar, táið tað er maður, og til 10 seklar, táið tað er kvinna.
8
Men er ein nú so fátækur, at hann er ikki mentur at lata henda pening, so skal verða komið fram fyri prestin við honum, og presturin skal seta hann í virði; eftir sum tann, ið lyftið hevur gjørt, hevur ráð til, skal presturin seta hann í virði.
9
Er tað kríatúr, ið lovað er burtur, eitt av teimum, ið ofrað verða til HARRAN, so skal alt tað, ið verður HARRANUM givið av slíkum, vera heilagt.
10
Tað má ikki verða umbýtt, ella annað kríatúr latið í staðin, hvørki gott fyri vánaligt ella vánaligt fyri gott; og býtir ein kortini eitt kríatúr um við eitt annað, so skulu bæði hitt fyrra kríatúrið og tað, ið tað verður býtt um við, vera heilag.
11
Men er tað okkurt óreint dýr, sum ikki verður ofrað til HARRAN, so skal dýrið leiðast fram fyri prestin;
12
og presturin skal seta tað í virði, eftir sum tað er gott ella vánaligt; virðið, ið tú, presturin, setur tað í, skal galda.
13
Hevur ánarin hug at loysa tað, skal hann lata fimting meir enn virðið, ið tú hevur sett tað í.
14
Táið ein hevur lovað at halga HARRANUM hús sítt, skal presturin seta tað í virði, eftir sum tað er gott ella vánaligt, og tað skal tá standa í virðinum, sum presturin setur tað í.
15
Men vil hann, ið hevur halgað húsið, loysa tað aftur, so skal hann lata fimting meir enn virðið, ið tú hevur sett tað í; so skal tað vera hansara.
16
Halgar ein HARRANUM nakað av arvajørð síni, skalt tú seta virðið eftir tí, ið sáað verður í tað; ein homer av sáðkorni av byggi skal svara til 50 seklar av silvuri.
17
Halgar hann jørð sína líka frá fagnaðarárinum, skal hon standa í fullum virði.
18
Men halgar hann hana eftir fagnaðarárið, skal presturin rokna út virðið eftir árunum, ið eftir eru til næsta fagnaðarár, og samsvarandi skal virðið setast niður.
19
Vil nú hann, ið halgað hevur jørðina, loysa hana, so skal hann lata fimting meir enn virðið, ið tú hevur sett hana í; so fær hann hana í ogn.
20
Men um so er at hann loysir ikki jørðina og kortini selur einum øðrum hana, so kann hon ikki loysast aftur;
21
táið tá fagnaðarárið kemur, og jørðin verður leys, skal hon vera HARRANUM halgað eins og bannlýst jørð; hon skal hoyra prestinum til sum ogn hansara.
22
Halgar ein HARRANUM jørð, ið hann hevur keypt, og sum ikki hoyrir til arvajørð hansara,
23
so skal presturin rokna út virðið til næsta fagnaðarár, og hann skal sama dagin lata tað, ið tú hevur mett hana til; tað skal vera HARRANUM halgað.
24
Fagnaðarárið fellur jørðin so aftur til tann, ið hann keypti hana frá, og sum hevur óðalsrættin.
25
Táið tú setur okkurt í virði, skal tað altíð vera eftir halgidómsvektini; 20 gerur skulu vera í seklinum.
26
Men hitt frumborna av fænum – tað, ið longu hoyrir HARRANUM til, við tað at tað er frumborið – tað má eingin halga; tað veri nú kríatúr av neytum ella smáfænum – tað er ogn HARRANS.
27
Men er tað av teimum óreinu dýrunum, so kann tað verða loyst, eftir sum tú hevur sett tað í virði – men fimtingur skal tá leggjast aftrat. Men verður tað ikki loyst, so skal tað seljast fyri virðið, ið tú hevur sett tað í.
28
Einki, sum bannlýst er, einki, sum onkur halgar HARRANUM av ogn síni við at lýsa tað í bann – tað veri nú fólk, fæ ella arvajørð – einki slíkt má seljast ella loysast; alt, sum er lýst í bann, er háheilagt; tað er ogn HARRANS.
29
Einki menniskja, sum lýst er í bann, má loysast – hann skal lata lív.
30
Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað.
31
Vil ein loysa aftur nakað av tíggjund síni, skal hann lata fimting meir enn virðið.
32
Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og av smáfæi, øllum, ið kemur undir hirðastavin, skal tíggjundahvørt kríatúr verða HARRANUM halgað.
33
Ikki skal verða hugt eftir, um tað er gott ella vánaligt, og ikki má tað verða umbýtt; verður tað umbýtt við annað kríatúr, skulu bæði tvey verða halgað og kunnu ikki loysast aftur.““
34
– Hetta eru boðini, ið HARRIN gav Mósesi á Sinaifjalli og álegði honum at kunngera Ísraelsmonnum.