Triðja Mósebók kap. 12

Uppsetan
b. Purification after Childbirth
12:1-8:1
2 „Tala við Ísraelsmenn og sig: „Táið kvinna verður við barn og eigur drong, so skal hon vera órein í sjey dagar; líka nógvar dagar sum táið hon hevur mánasjúku sína, skal hon vera órein.
4 Síðani skal hon halda seg inni í 33 dagar, meðan hon hevur reinsanarblóð sítt; hon má einki heilagt nema við og ikki koma í halgidómin, fyrrenn reinsanartíð hennara er at enda.
5 Men er tað gentu, ið hon eigur, skal hon í tvær vikur vera órein, sum táið hon hevur mánasjúku sína, og síðani skal hon halda seg inni í 66 dagar, meðan hon hevur reinsanarblóð sítt.
6 Táið reinsanartíð hennara er at enda, skal hon, bæði táið hon hevur átt son, og táið hon hevur átt dóttur, koma við veturgomlum seyði til brennioffur og dúvuunga ella turtildúvu til syndoffur; hon skal koma við tí fyri dyr samkomutjaldsins, til prestin;
7 og presturin skal ofra tað fyri ásjón HARRANS og gera bót fyri hana; so verður hon rein eftir blóðtap sítt. – Hetta er lógin um kvinnu, ið eigur barn, tað veri nú drong ella gentu.
8 Men hevur hon ikki ráð at ofra seyð, so skal hon taka tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, annan fuglin til brennioffur og annan til syndoffur; og presturin skal gera bót fyri hana; so verður hon rein.““
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul