Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

turr støð

405 versir um "turr støð"

Versir

Síða 7 av 9
Josva 14:3 Josva

Tí tvær ættir og hin hálva ættin høvdu frá Mósesi fingið arvalut hinumegin Jordan. – Men Levitunum hevði hann ongan arvalut givið ímillum teirra.

5
Josva 14:4 Josva

Eftirkomarar Jósefs vóru tvær ættir, Manasse og Efra’im, og Levitarnir fingu ongan part í landinum, men bert nakrar býir at búgva í, við jørðini, ið til hoyrdi, at hava fylgi og neyt síni gangandi á.

5
Josva 14:5 Josva

Sum HARRIN hevði álagt Mósesi, gjørdu Ísraelsmenn, táið teir skiftu landið.

5
Josva 14:6 Josva

Nú stigu Judamenn fram fyri Josva í Gilgal, og Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, segði við hann: „Tú veitst, hvat HARRIN í Kades-Barnea segði við gudsmannin Móses um meg og teg.

5
Josva 14:7 Josva

Eg var 40 ár, táið Móses, tænari HARRANS, sendi meg úr Kades-Barnea at kanna landið, og eg bar honum tíðindi aftur, eftir sum eg dugdi á at skyna.

5
Josva 14:8 Josva

Brøður mínir, ið við mær høvdu verið, gjørdu fólkið mótfallið, men eg helt meg trúliga til HARRAN Gud mín.

5
Josva 14:9 Josva

Tann dagin svór Móses og segði: „Sanniliga – landið, ið fótur tín steig á, skulu tú og eftirkomarar tínir hava í arvalut til ævigar tíðir, aftur fyri at tú trúliga heltst teg til HARRAN Gud mín!“

5
Josva 14:10 Josva

Og sært tú nú, HARRIN hevur gjørt við meg, sum hann segði, og latið meg livað hesi 45 árini, síðani HARRIN talaði hesi orð við Móses, alla tíðina ið Ísrael hevur ferðast í oyðimørkini – eg eri í dag 85 ár.

5
Josva 14:11 Josva

Eg eri líka raskur enn, sum eg var, tann dagin ið Móses sendi meg avstað; eg orki tað sama nú sum tá, bæði í bardaga og til at ganga út og inn.

5
Josva 14:12 Josva

Gev mær tí nú hetta fjallaland, sum HARRIN tann dagin talaði um – tú hoyrdi tað jú sjálvur tá! Har búgva Anakitar, og har eru stórir, víggirdir staðir; kanska HARRIN er við mær, so eg fái rikið teir burtur, so sum HARRIN hevur sagt!“

5
Josva 14:13 Josva

Tá signaði Josva hann, og hann gav Kaleb, syni Jefunne, Hebron í arv.

5
Josva 14:14 Josva

Soleiðis fekk Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, Hebron í arv, og hetta er so enn í dag – aftur fyri at hann trúliga hevði hildið seg til HARRAN Gud Ísraels.

5
Josva 14:15 Josva

Hebron æt fyrr Kirjat-Arba; hann* var størsti maður millum Anakitar. – Og landið hevði nú frið eftir bardagan.

5
Josva 15:1 Josva

Luturin, ið ætt Judamanna fekk eftir slektum sínum, gekk at landamarkum Edoms, suður at Zinsoyðimørk, sunnast í landinum.

5
Josva 15:2 Josva

Mark teirra fyri sunnan gekk frá enda Salthavs, úr víkini, ið vendir móti suðri,

5
Josva 15:3 Josva

sneiddi suður um Akrabbimskarð, gekk so yvir at Zin og niðaneftir sunnan fyri Kades-Barnea, gekk síðani yvir at Hezron og niðan til Adar; so gekk tað í bugi til Karka;

5
Josva 15:4 Josva

haðani gekk tað yvir til Azmon og allan vegin at Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin. „Hetta skulu vera mark tykkara fyri sunnan.“*

5
Josva 15:5 Josva

Markið fyri eystan var Salthav, líka hagar sum Jordan rennur í tað. Fyri norðan gekk markið úr vík Salthavs, har sum Jordan rennur út;

5
Josva 15:6 Josva

haðani gekk markið niðan til Bet-Hogla, fór longur norðan fyri Bet-Araba og haðani til steinin, ið ber navn eftir Bohan, syni Ruben.

5
Josva 15:7 Josva

So gekk markið úr Akorsdali til Debir og sneiddi norðureftir at Gilgal, ið liggur beint yvir av Adummimskarði, sunnan fyri løkin, fór síðani longur, yvir at En-Semesvatni og allan vegin at Rogelskeldu.

5
Josva 15:8 Josva

Markið gekk síðani niðan í Hinnomssonardal, at Jebushædd – tað er Jerusalem – fyri sunnan, og gekk so niðan í tind fjalsins, ið stendur beint vestan fyri Hinnomsdal, við norðara enda Refa’imsdals.

5
Josva 15:9 Josva

Úr hesum fjalstindi sneiddi markið at Neftoavatnskeldu og gekk haðani til býirnar á Efronsfjalli; so sneiddi markið til Ba’ala, tað er Kirjat-Jearim.

5
Josva 15:10 Josva

Úr Ba’ala gekk tað í bugi vestureftir, at Se’irsfjalli, gekk haðani yvir at norðaru síðu Jearimsfjals, tað er Kesalon, og haðani oman til Bet-Semes og yvir at Timna.

5
Josva 15:11 Josva

Haðani gekk markið norðureftir, at Ekronskambi; haðani sneiddi tað yvir at Sikron, gekk so yvir at Ba’alafjalli og allan vegin til Jabne’el, og síðani líka í sjógvin.

5
Josva 15:12 Josva

Markið fyri vestan var Stórahav, allan vegin. – Hetta vóru landamark Judamanna eftir slektum teirra, rundan um.

5
Josva 15:13 Josva

Men Kaleb, sonur Jefunne, fekk part sín mitt ímillum Judamenn, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva; tað var stað Arba, ættarfaðirs Anaks – nú eitur hann Hebron.

5
Josva 15:14 Josva

Kaleb rak burt haðani hinar tríggjar Anakitar, Sesai, Ahiman og Talmai, ið vóru eftirkomarar Anaks.

5
Josva 15:15 Josva

Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir – Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer.

5
Josva 15:16 Josva

Kaleb segði: „Tann, ið leggur Kirjat-Sefer undir seg og vinnur hann, honum skal eg geva dóttur mína Aksu til konu!“

5
Josva 15:17 Josva

Otniel Kenizitur, bróðir Kaleb, tók hann; hann gav honum so dóttur sína Aksu til konu.

5
Josva 15:18 Josva

Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir hennara um nakað av jørð; og hon leyp niður av eslinum. Tá segði Kaleb við hana: „Hvat vilt tú?“

5
Josva 15:19 Josva

Hon svaraði: „Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur!“ Hann gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.

5
Josva 15:20 Josva

Hetta er arvalutur ætt Judamanna eftir slektum hennara:

5
Josva 15:21 Josva

Býir ættar Judamanna ytst við markið, við markið móti Edom, í Suðurlandinum, vóru: Kabze’el, Eder, Jagur,

5
Josva 15:22 Josva

Kina, Dimona, Adada,

5
Josva 15:23 Josva

Kedes, Hazor, Jitnan,

5
Josva 15:24 Josva

Zif, Telem, Bealot,

5
Josva 15:25 Josva

Hazor-Hadatta, Kerijot, Hezron – tað er Hazor –

5
Josva 15:26 Josva

Amam, Sema, Molada,

5
Josva 15:27 Josva

Hazar-Gadda, Hesmon, Bet-Pelet,

5
Josva 15:28 Josva

Hazar-Sual, Be’erseba, Bizjotja,

5
Josva 15:29 Josva

Ba’ala, Ijim, Ezem,

5
Josva 15:30 Josva

Eltolad, Kesil, Horma,

5
Josva 15:31 Josva

Ziklag, Madmanna, Sansanna,

5
Josva 15:32 Josva

Lebaot, Silhim, Ajin og Rimmon – í alt 29 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

5
Josva 15:33 Josva

Í láglendinum: Estaol, Zora, Asna,

5
Josva 15:34 Josva

Zanoa, En-Gannim, Tappua, Enam,

5
Josva 15:35 Josva

Jarmut, Adullam, Soko, Azeka,

5
Josva 15:36 Josva

Sa’arajim, Aditajim, Gedera og Gederotajim – 14 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

5
Josva 15:37 Josva

Zenan, Hadasa, Migdal-Gad,

5