Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

turr støð

405 versir um "turr støð"

Versir

Síða 9 av 9
Josva 17:15 Josva

Josva svaraði teimum: „Ert tú fjølmentur, far tá niðan í skógin og rudda tær jørð har, í landi Perizita og Refa’ita – síðani fjallaland Efra’ims er tær ov trongt!“

5
Josva 17:16 Josva

Men synir Jósef søgdu: „Fjallalandið er okkum ikki nóg mikið, og Kána’anitar, ið á slættlendinum búgva, hava allir jarnvagnar, bæði teir, sum búgva í Bet-Sean við smábýunum, ið til hoyra, og teir, sum búgva í Jizre’elsdali!“

5
Josva 17:17 Josva

Tá segði Josva við hús Jósefs, við Efra’im og Manasse: „Tú ert fjølmentur og hevur nógva styrki – tú skalt ikki hava bert ein part;

5
Josva 17:18 Josva

nei, tú skalt fáa eitt fjallaland; og við tað at skógur er har, skalt tú høgga hann niður, og landið har skal vera títt heilt út at ytsta marki; tí Kána’anitar skalt tú reka burt, um teir so hava jarnvagnar, og um teir so eru sterkir!“

5
Fyrra Korintbrævið 2:13 Fyrra Korintbrævið

Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum.

5