turr støð
405 versir um "turr støð"
Versir
Síða 5 av 9Josva 10:26 Josva
So læt Josva teir høgga niður og drepa og heingja upp á fimm trø; har vórðu teir hangandi líka til kvølds.
Josva 10:27 Josva
Men um sólsetur segði Josva við menn sínar, at teir skuldu taka teir niður av trøunum og kasta teir inn í hellið, sum teir høvdu krógvað seg í; fyri hellismunnan løgdu teir stórar steinar, sum liggja har enn í dag.
Josva 10:28 Josva
Sama dag tók Josva Makkeda og sló býin við svørði, og kongin har og hvørja sál, ið har var, sló hann við banni; hann læt ongan liva og sleppa undan; hann gjørdi við kongin í Makkeda, sum hann hevði gjørt við kongin í Jeriko.
Josva 10:29 Josva
Úr Makkeda fór Josva við øllum Ísrael til Libna og herjaði á Libna.
Josva 10:30 Josva
HARRIN gav eisini henda bý og kongin har í hendur Ísraels; teir slógu hann við svørði og høgdu niður hvørja sál, ið har var; hann læt ongan liva og sleppa undan; hann gjørdi við kongin har, sum hann hevði gjørt við kongin í Jeriko.
Josva 10:31 Josva
So fór Josva við øllum Ísrael úr Libna til Lakis, tók støðu móti býnum og herjaði á hann.
Josva 10:32 Josva
HARRIN gav Lakis í hendur Ísraels, so teir tóku býin annan dagin og slógu hann við svørði og høgdu niður hvørja sál, ið har var – júst sum teir høvdu gjørt við Libna.
Josva 10:33 Josva
Tá kom Horam, kongurin í Gezer, Lakis til hjálpar; men Josva feldi hann og fólk hansara og læt ongan av teimum liva og sleppa undan.
Josva 10:34 Josva
Úr Lakis fór Josva við øllum Ísrael til Eglon; og teir tóku støðu móti býnum og herjaðu á hann.
Josva 10:35 Josva
Teir tóku býin sama dag og slógu hann við svørði; hvørja sál, ið har var, sló hann við banni sama dag – júst sum hann hevði gjørt við Lakis.
Josva 10:36 Josva
Síðani fór Josva við øllum Ísrael úr Eglon til Hebron; teir herjaðu á býin
Josva 10:37 Josva
og tóku hann og slógu hann við svørði, bæði hann og kongin har og allar býirnar, ið til hansara hoyrdu, og høgdu niður hvørja sál, ið har var; hann læt ongan liva og sleppa undan – júst sum hann hevði gjørt við Eglon; býin og hvørja sál, ið har var, sló hann við banni.
Josva 10:38 Josva
So vendi Josva sær við øllum Ísrael móti Debir og herjaði á býin.
Josva 10:39 Josva
Hann tók hann og kongin har og allar býirnar, ið til hansara hoyrdu; teir slógu teir við svørði, og hvørja sál, ið har var, slógu teir við banni; hann læt ongan liva og sleppa undan; sum hann hevði gjørt við Hebron, og sum hann hevði gjørt við Libna og kongin har, so gjørdi hann við Debir og kongin har.
Josva 10:40 Josva
Soleiðis tók Josva alt landið, bæði fjallalandið, Suðurlandið, láglendið og líðirnar, og feldi allar kongarnar har; hann læt ongan liva ella sleppa undan; alt, ið dró anda, sló hann við banni – soleiðis sum HARRIN Gud Ísraels hevði givið boð um.
Josva 10:41 Josva
Alt landið, líka úr Kades-Barnea til Gaza, og allan landspartin Gosen, líka til Gibeon, legði Josva undir seg.
Josva 10:42 Josva
Allar hesar kongar og land teirra vann Josva alt í einum – tí HARRIN Gud Ísraels bardist fyri Ísrael.
Josva 10:43 Josva
Síðani fór Josva við øllum Ísrael aftur í tilhaldið við Gilgal.
Josva 11:1 Josva
Táið Jabin, kongurin í Hazor, frætti hetta, sendi hann boð til Jobab, kongin í Madon, til kongin í Simron, til kongin í Aksaf
Josva 11:2 Josva
og til kongarnar, ið búðu fyri norðan, í fjallalandinum, á slættlendinum sunnan fyri Kinneret, í láglendinum og á Dorhæddum úti við havið,
Josva 11:3 Josva
til Kána’anitar, bæði fyri eystan og fyri vestan, til Amoritar, Hetitar, Perizitar og Jebusitar í fjallalandinum og til Hevitar niðri undir Hermon í Mizpalandi.
Josva 11:4 Josva
Teir hildu tá avstað við øllum herum sínum; tað var mannfjøld, so mikil í tali sum sandur á sjóvarstrond, og hestar og vagnar í hópatali.
Josva 11:5 Josva
Allir hesir kongar tóku seg saman og komu og tóku allir støðu við Meromsvatn at berjast við Ísrael.
Josva 11:6 Josva
Tá segði HARRIN við Josva: „Ræðst teir ikki! Um hesa tíðina í morgin skal Eg lata teir allar liggja falnar framman fyri Ísrael; hestum teirra skalt tú skera hásinurnar av á, og vagnar teirra skalt tú brenna.“
Josva 11:7 Josva
Josva við øllum heri sínum kom nú óvart á teir við Meromsvatn og gjørdi álop á teir.
Josva 11:8 Josva
Og HARRIN gav teir í hendur Ísraels; teir vunnu sigur á teimum og eltu teir líka til Stóra Zidon og til Misrefot-Majim og líka eystur í Mizpedal; teir høgdu teir niður og lótu ikki ein liva og sleppa undan.
Josva 11:9 Josva
Josva gjørdi við teir, sum HARRIN hevði sagt við hann; hestum teirra skar hann hásinurnar av á, og vagnar teirra brendi hann.
Josva 11:10 Josva
Við tað sama fór Josva aftur og tók Hazor, og kongin har drap hann við svørði – Hazor var í forðum høvuðsstaður hjá øllum hesum kongaríkjum.
Josva 11:11 Josva
Hvørja sál, ið har var, høgdu teir niður við svørði og slógu býin við banni; eingin varð eftir, sum dró anda. Hazor brendi hann.
Josva 11:12 Josva
Allar hinar kongabýirnar við øllum kongum teirra tók Josva, og hann høgdi tey niður við svørði og sló tey við banni – eins og Móses, tænari HARRANS, hevði givið boð um.
Josva 11:13 Josva
Tó brendi Ísrael ongan av býunum, ið stóðu uppi á hæddum – ongan uttan Hazor; hann brendi Josva.
Josva 11:14 Josva
Fæið og alt annað, ið rænt varð úr hesum býum, høvdu Ísraelsmenn sjálvir sum herfong; men fólkið høgdu teir alt niður við svørði, inntil teir høvdu oytt tey; ongan, ið dró anda, lótu teir verða eftir.
Josva 11:15 Josva
Tað, ið HARRIN hevði álagt Mósesi, tænara Sínum, hevði Móses álagt Josva, og so gjørdi Josva; hann læt einki verða ógjørt av øllum tí, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
Josva 11:16 Josva
Soleiðis tók Josva alt hetta land, fjallalandið, alt Suðurlandið, landspartin Gosen, láglendið og slættlendið, somuleiðis Ísraelsfjøll og láglendið har,
Josva 11:17 Josva
frá Halakfjalli, ið hækkast móti Se’ir, til Ba’al-Gad í Libanonsdali undir Hermonfjalli; allar kongarnar har hertók hann og høgdi teir niður og drap teir.
Josva 11:18 Josva
Í langa tíð var Josva í orrustu við allar hesar kongar.
Josva 11:19 Josva
Ikki var ein býur, sum við góðum yvirgav seg til Ísraelsmenn, uttan Hevitar, sum búðu í Gibeon; alt samalt tóku teir í hernaði.
Josva 11:20 Josva
Tí HARRIN læt so vera, at teir herdu hjarta sítt og fóru í bardaga móti Ísrael – so teir skuldu verða slignir við banni og onga náði fáa, men verða lagdir í oyði, eins og HARRIN hevði álagt Mósesi.
Josva 11:21 Josva
Um hesa tíðina fór Josva og oyddi Anakitar í fjallalandinum, í Hebron, í Debir, í Anab og úr øllum Judafjøllum og Ísraelsfjøllum; Josva sló teir og býir teirra við banni.
Josva 11:22 Josva
Eingir Anakitar vórðu eftir í landi Ísraelsmanna; bert í Gaza, Gat og Asdod vórðu nakrir eftir.
Josva 11:23 Josva
Soleiðis tók Josva alt landið – júst sum HARRIN hevði sagt við Móses; og Josva gav Ísrael tað í ogn eftir deildum teirra, ætt eftir ætt. Og nú hevði landið frið eftir bardagan.
Josva 12:1 Josva
Hetta vóru kongarnir í landinum, sum Ísraelsmenn vunnu sigur á, og hvørja land teir tóku í ogn eystan fyri Jordan – frá Arnoná til Hermonfjall og alt slættlendið fyri eystan:
Josva 12:2 Josva
Sihon amoritakongur, sum búði í Hesbon og ráddi yvir landinum frá Aroer, sum liggur við Arnoná – á áarbakkanum – og úr miðjum dalinum, eisini yvir helvtini av Gilead – at Jabboká, sum er markið móti Ammonitum –
Josva 12:3 Josva
og yvir slættlendinum líka at Kinneretsvatni fyri eystan og at vatninum á slættlendinum – Salthavi – fyri eystan, suður undir Bet-Jesimot og longur suðureftir, undir Pisgalíðir.
Josva 12:4 Josva
Somuleiðis tóku teir landið, sum Og, kongurin í Basan átti; hann var ein, ið eftir var av Refa’itunum; hann búði í Astarot og Edre’i
Josva 12:5 Josva
og ráddi yvir Hermonfjalli, Salka og øllum Basan, líka at landamarkum Gesurita og Ma’akatita, og yvir helvtini av Gilead – at landamarki Sihons kongs í Hesbon.
Josva 12:6 Josva
Teimum høvdu tænari HARRANS Móses og Ísraelsmenn vunnið sigur á, og land teirra hevði Móses, tænari HARRANS, givið Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse at eiga.
Josva 12:7 Josva
Hesir vóru kongarnir í landinum, sum Josva og Ísraelsmenn vunnu sigur á – vestan fyri Jordan – úr Ba’al-Gad í Libanonsdali at Halakfjalli, ið hækkast móti Se’ir – landið, ið Josva gav ættum Ísraels í ogn eftir ættargreinum teirra –
Josva 12:8 Josva
í fjallalandinum, í láglendinum, á slættlendinum, í fjallalíðunum, í oyðimørkini og í Suðurlandinum – land Hetita, Amorita, Kána’anita, Perizita, Hevita og Jebusita:
Josva 12:9 Josva
Kongurin í Jeriko, ein; kongurin í Ai, sum er við Betel, ein;