Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

turr støð

405 versir um "turr støð"

Versir

Síða 8 av 9
Josva 15:38 Josva

Dilan, Mizpe, Jokte’el,

5
Josva 15:39 Josva

Lakis, Bozkat, Eglon,

5
Josva 15:40 Josva

Kabbon, Lamas, Kitlis,

5
Josva 15:41 Josva

Gederot, Bet-Dagon, Na’ama og Makkeda – 16 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

5
Josva 15:42 Josva

Libna, Eter, Asan,

5
Josva 15:43 Josva

Jifta, Asna, Nezib,

5
Josva 15:44 Josva

Ke’ila, Akzib og Maresa – 9 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

5
Josva 15:45 Josva

Ekron við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu,

5
Josva 15:46 Josva

úr Ekron vestureftir alt tað, ið lá á asdodsíðuni, og bygdirnar, ið har lógu,

5
Josva 15:47 Josva

Asdod við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, Gaza við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, líka at Egyptalandsá og Stórahavi – sum var markið.

5
Josva 15:48 Josva

Í fjallalandinum: Samir, Jattir, Soko,

5
Josva 15:49 Josva

Danna, Kirjat-Sanna – tað er Debir –

5
Josva 15:50 Josva

Anab, Estemo, Anim,

5
Josva 15:51 Josva

Gosen, Holon og Gilo – 11 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

5
Josva 15:52 Josva

Arab, Duma, Esan,

5
Josva 15:53 Josva

Janum, Bet-Tappua, Afeka,

5
Josva 15:54 Josva

Humta, Kirjat-Arba – tað er Hebron – og Zior – 9 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

5
Josva 15:55 Josva

Maon, Karmel, Zif, Juta,

5
Josva 15:56 Josva

Jizre’el, Jokdeam, Zanoa,

5
Josva 15:57 Josva

Ka’in, Gibea og Timna – 10 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

5
Josva 15:58 Josva

Halhul, Bet-Zur, Gedor,

5
Josva 15:59 Josva

Ma’arat, Bet-Anot og Eltekon – 6 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

5
Josva 15:60 Josva

Kirjat-Ba’al – tað er Kirjat-Jearim – og Rabba – 2 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

5
Josva 15:61 Josva

Í oyðimørkini: Bet-Araba, Middin, Sekaka,

5
Josva 15:62 Josva

Nibsan, Ir-Mela og En-Gedi – 6 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

5
Josva 15:63 Josva

Men Jebusitar, sum í Jerusalem búðu, teir vóru Judamenn ikki mentir at reka burt, so at Jebusitar vórðu búgvandi í Jerusalem saman við Judamonnum, og tað gera teir enn í dag.

5
Josva 16:1 Josva

Luturin, ið synir Jósef fingu, gekk frá Jordan við Jeriko, eystur um vatnið við Jeriko, gjøgnum oyðimørkina, ið hækkar frá Jeriko niðan á fjøllini, til Betel.

5
Josva 16:2 Josva

Úr Betel gekk markið til Luz og síðani yvir at landamarki Arkita, til Atarot.

5
Josva 16:3 Josva

So gekk tað vestureftir, oman at landamarki Jafletita, til landamark Niðara-Bet-Horons, til Gezer og síðani líka í sjógvin.

5
Josva 16:4 Josva

Hetta var arvaluturin, ið synir Jósef, Manasse og Efra’im, fingu.

5
Josva 16:5 Josva

Efra’imitar fingu, eftir slektum sínum, mark síni soleiðis: Fyri eystan gekk mark arvalutar teirra frá Atrot-Addar líka at Ovara-Bet-Horon

5
Josva 16:6 Josva

og síðani líka í sjógvin. Fyri norðan var Mikmetat mark. Haðani sneiddi markið eystureftir, til Ta’anat-Silo, og longur eystur, til Janoa.

5
Josva 16:7 Josva

Úr Janoa gekk tað oman at Atarot og Na’ara, bar við Jeriko og gekk síðani í Jordan.

5
Josva 16:8 Josva

Úr Tappua gekk markið vestureftir, at Kanaløki og síðani líka í sjógvin. – Hetta var arvaluturin, ið ætt Efra’imita fekk eftir slektum sínum.

5
Josva 16:9 Josva

Haraftrat komu býirnir, ið frá vórðu skildir Efra’imitum inni í arvaluti Manassita, bæði býirnir og bygdirnar, ið til hoyrdu.

5
Josva 16:10 Josva

Men Kána’anitar, sum í Gezer búðu, róku teir ikki burtur, so at Kána’anitar vórðu búgvandi millum Efra’imitar – og gera tað enn í dag – men vórðu trælir við arbeiðsskyldu.

5
Josva 17:1 Josva

So fekk ætt Manasse arvalut sín; tí hann var hin frumborni Jósefs. Makir, frumborni sonur Manasse, ættarfaðir Gileadita, fekk Gilead og Basan, tí hann var bardagamaður.

5
Josva 17:2 Josva

Hinir Manassitarnir fingu eisini arvalut eftir slektum sínum – synir Abiezer, Helek, Asriel, Sekem, Hefer og Semida; hetta vóru eftirkomarar Manasse, sonar Jósefs, á manssíðuni, eftir slektum teirra.

5
Josva 17:3 Josva

Men Zelofhad, sonur Hefer, son Gilead, son Makir, son Manasse, hann átti ongar synir, bert døtur; og døtur hansara itu Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza.

5
Josva 17:4 Josva

Tær stigu fram fyri Eleazar prest, Josva, son Nun, og høvuðsmenninar og søgdu: „HARRIN segði við Móses, at hann skuldi geva okkum arvalut millum brøður okkara!“ Tær fingu so eftir orði HARRANS arvalut millum faðirbrøður sínar.

5
Josva 17:5 Josva

Soleiðis lutaðist Manasse tíggju partar – umframt landið Gilead og Basan hinumegin Jordan

5
Josva 17:6 Josva

– við tað at døtur Manasse fingu arvalut millum synir hansara. Men landið Gilead høvdu hinir av eftirkomarum Manasse fingið.

5
Josva 17:7 Josva

Mark Manasse gekk frá Aser til Mikmetat, sum liggur beint yvir av Sikem; so gekk markið til høgru, til teirra, sum búðu í En-Tappua.

5
Josva 17:8 Josva

Manasse fekk landspartin Tappua, men býin Tappua við mark Manasse, hann fingu Efra’imitar.

5
Josva 17:9 Josva

So gekk markið oman at Kanaløki – sunnan fyri løkin; men býirnar har fekk Efra’im, tóat teir lógu mitt ímillum býir Manasse. Haðani gekk mark Manasse norðan fyri løkin og síðani líka í sjógvin.

5
Josva 17:10 Josva

Alt, ið sunnanfyri lá, átti Efra’im, og tað, ið norðanfyri lá, átti Manasse, og havið varð mark hansara; fyri norðan lógu lond teirra móti Aser, og fyri eystan móti Issakar.

5
Josva 17:11 Josva

Í Issakar og Aser fekk Manasse Bet-Sean við smábýunum, ið til hoyrdu, Jibleam við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í Dor við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í En-Dor við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í Ta’anak við smábýunum, ið til hoyrdu, og tey, sum búðu í Megiddo við smábýunum, ið til hoyrdu – tær tríggjar hæddirnar.

5
Josva 17:12 Josva

Men Manassitar vóru ikki mentir at taka hesar býir; tað eydnaðist Kána’anitum at verða búgvandi har í landinum.

5
Josva 17:13 Josva

Seinni, táið Ísraelsmenn styrknaðu, noyddu teir Kána’anitar at træla hjá sær, men burtur róku teir teir ikki.

5
Josva 17:14 Josva

Tá tóku synir Jósef til orða og søgdu við Josva: „Hví hevur tú ikki givið mær meir enn ein lut og ein part í óðal, eg, sum tó eri fjølmentur, soleiðis sum HARRIN higartil hevur signað meg?“

5