turr støð
405 versir um "turr støð"
Versir
Síða 3 av 9Josva 7:14 Josva
Í morgin ári skulu tit stíga fram, ein ættin fyri og onnur eftir; tann ætt, ið HARRIN tá letur verða rakta, skal stíga fram, ein slektin fyri og onnur eftir; tann slekt, ið HARRIN so letur verða rakta, skal stíga fram, eitt húsið fyri og annað eftir; og tað hús, ið HARRIN nú letur verða rakt, skal stíga fram, maður eftir mann.
Josva 7:15 Josva
Tann, ið tá tað bannlýsta verður funnið hjá, skal verða brendur, bæði hann og alt, ið hansara er, aftur fyri at hann hevur brotið sáttmála HARRANS og gjørt skemdargerð í Ísrael!““
Josva 7:16 Josva
Tíðliga morgunin eftir læt so Josva Ísrael stíga fram, eina ættina fyri og aðra eftir; og ætt Juda varð rakt.
Josva 7:17 Josva
So læt hann slektirnar í Juda stíga fram, og zera’itaslektin varð rakt. Nú læt hann zera’itaslektina stíga fram, mann eftir mann, og Zabdi varð raktur.
Josva 7:18 Josva
Síðani læt hann hús hansara stíga fram, mann eftir mann, og Akan, sonur Karmi, son Zabdi, son Zera, av ætt Juda, varð raktur.
Josva 7:19 Josva
Tá segði Josva við Akan: „Sonur mín! Gev HARRANUM Gudi Ísraels dýrdina og játta fyri Honum – sig mær, hvat tú hevur gjørt, dyl einki fyri mær!“
Josva 7:20 Josva
Akan svaraði Josva: „Ja, víst havi eg syndað móti HARRANUM Gudi Ísraels! Hetta er tað, ið eg havi gjørt:
Josva 7:21 Josva
Eg sá uppi í herfonginum dýran bábyloniskan kappa, 200 seklar av silvuri og eina gulltungu, ið vigaði 50 seklar; hesum fekk eg hug á og tók tað; tað liggur grivið niður í jørðina undir tjaldi mínum, silvurið niðast.“
Josva 7:22 Josva
Josva sendi nú nakrar menn avstað, og teir skundaðu sær til tjaldið; har funnu teir tað fjalt í tjaldi hansara, silvurið niðast.
Josva 7:23 Josva
Teir tóku tað tá út úr tjaldinum og høvdu tað við sær til Josva og allar Ísraelsmenn og løgdu tað fram fyri ásjón HARRANS.
Josva 7:24 Josva
Josva og alt Ísrael saman við honum tóku nú Akan, son Zera, og silvurið, kappan og gulltunguna, synir og døtur hansara, neyt, esil, smáfæ og tjald hansara og alt, ið hann átti, og fóru niðan í Akorsdal* við tí.
Josva 7:25 Josva
Og Josva segði: „Hví hevur tú komið okkum í vanlukku? Í dag skal HARRIN koma tær í vanlukku!“ So steinaði alt Ísrael hann, og teir brendu og steinaðu tey.*
Josva 7:26 Josva
Síðani laðaðu teir yvir hann stóra grótrúgvu, sum er har enn í dag. Tá helt brennandi vreiði HARRANS uppat. Av hesum fekk hetta stað navnið Akorsdalur, og tað eitur tað enn í dag.
Josva 8:1 Josva
Nú segði HARRIN við Josva: „Óttast ikki og ver ikki ræddur! Tak alt herfólkið við tær, ger teg til reiðar og far ímóti Ai! Eg havi givið kongin í Ai og fólk hansara, bý hansara og land hansara í hendur tínar.
Josva 8:2 Josva
Tú skalt gera tað sama við Ai og kongin har, sum tú gjørdi við Jeriko og kongin har; men góðsið, ið tit ræna har, kunnu tit hava sjálvir sum herfong, somuleiðis fæið har. Legg nú menn á lúr vestan fyri býin!“
Josva 8:3 Josva
Tá gjørdi Josva og alt herfólkið seg til og hildu móti Ai. Josva valdi út 30000 mans, djarvar hermenn, og sendi teir avstað um náttina.
Josva 8:4 Josva
Hann gav teimum hetta boð: „Nú skulu tit leggja tykkum á lúr aftan fyri býin, ikki ov langt frá honum, og verið allir til reiðar!
Josva 8:5 Josva
Men eg og alt tað fólkið, ið hjá mær er, vit skulu nærkast býnum, og táið teir tá halda út ímóti okkum sum hina fyrru ferðina, skulu vit flýggja undan teimum.
Josva 8:6 Josva
So fara teir at koma út aftan á okkum, so vit fáa lokkað teir burtur frá býnum; tí teir fara at hugsa: „Teir flýggja fyri okkum sum hina fyrru ferðina!“ Men táið vit nú flýggja fyri teimum,
Josva 8:7 Josva
skulu tit leypa fram, haðani sum tit liggja á lúri, og taka býin, og HARRIN Gud tykkara skal geva hann í hendur tykkara.
Josva 8:8 Josva
Táið tit tá hava tikið býin, skulu tit seta eld á hann; tit skulu gera eftir orði HARRANS. Nú havi eg sagt tykkum tað, ið tit skulu gera!“
Josva 8:9 Josva
So sendi Josva teir avstað, og teir fóru og løgdu seg á lúr millum Betel og Ai, vestan fyri Ai. Men Josva sjálvur varð verandi hjá fólkinum ta náttina.
Josva 8:10 Josva
Tíðliga morgunin eftir kannaði Josva fólkið, og hann og hinir elstu í Ísrael fóru á odda hjá fólkinum móti Ai.
Josva 8:11 Josva
Alt herfólkið, ið við honum var, fór hagar, og teir hildu fram, inntil teir vóru beint fyri býnum; har tóku teir støðu, norðan fyri Ai, og høvdu dalin millum seg og Ai.
Josva 8:12 Josva
Og hann tók um 5000 mans og legði teir á lúr millum Betel og Ai, vestan fyri býin.
Josva 8:13 Josva
Síðani fylktu teir herfólkið, bæði allan herin, ið norðan fyri býin var, og tann partin, ið lá á lúri vestan fyri býin; men Josva fór hesa somu náttina mitt oman í dalin.
Josva 8:14 Josva
Táið kongurin í Ai sá hetta, skundaðu býmenninir sær, hann sjálvur og alt fólk hansara, og herjaðu tíðliga um morgunin á til bardaga móti Ísrael á tí ásetta staðnum eystan fyri slættlendið; men hann visti ikki, at menn lógu á lúri móti honum vestan fyri býin.
Josva 8:15 Josva
Táið nú Josva og alt Ísrael lótust at tapa fyri teimum og flýddu yvir ímóti oyðimørkini,
Josva 8:16 Josva
varð alt fólkið í býnum stevnt saman at halda aftan á teimum, og meðan teir eltu Josva, komu teir longur og longur burtur frá býnum.
Josva 8:17 Josva
Ikki ein maður varð eftir í Ai og Betel; teir hildu allir avstað eftir Ísrael; býin lótu teir standa opnan eftir seg, meðan teir eltu Ísrael.
Josva 8:18 Josva
Tá segði HARRIN við Josva: „Rætt spjótið, ið tú hevur í hondini, út móti Ai! Tí Eg gevi býin í hendur tínar.“ Josva rætti tá spjótið, ið hann hevði í hondini, út móti býnum.
Josva 8:19 Josva
Við tað sama sum hann rætti út hondina, hildu teir avstað, sum lógu á lúri, haðani sum teir lógu; teir vóru kvikir og komu inn í býin og tóku hann og skundaðu sær síðani at seta eld á hann.
Josva 8:20 Josva
Táið nú menninir úr Ai vendu sær á, sóu teir roykin av býnum stíga upp móti himli; og teir fingu ongan veg flýtt, hvørki higar ella hagar; tí herfólkið, sum flýtt hevði í oyðimørkina, vendi sær nú móti teimum, ið eltu teir.
Josva 8:21 Josva
Tí táið Josva og alt Ísrael sóu, at teir, ið høvdu ligið á lúri, høvdu tikið býin, og at roykurin av býnum steig upp, vendu teir sær og gjørdu álop á menninar úr Ai.
Josva 8:22 Josva
Og hinir hildu út úr býnum ímóti teimum, so at teir komu mitt ímillum Ísraelsmenn og fingu teir rundan um seg frá báðum síðum. So høgdu teir teir niður og lótu ikki so mikið sum ein sleppa undan og bjarga sær.
Josva 8:23 Josva
Men kongin í Ai tóku teir livandi og komu til Josva við honum.
Josva 8:24 Josva
Táið Ísrael nú úti á opnari mark, í oyðimørkini, hevði høgt niður allar teir, sum í Ai búðu, og sum høvdu elt teir hagar, og teir allir, líka til síðsta mann, vóru falnir fyri svørði, tá fór alt Ísrael aftur til Ai og høgdi niður við svørði øll, ið har vóru.
Josva 8:25 Josva
Tey, ið fullu henda dagin, menn og kvinnur, vóru 12000 – øll, sum í Ai búðu.
Josva 8:26 Josva
Josva tók ikki aftur hond sína, sum hann hevði rætt út við spjótinum, fyrrenn hann hevði sligið við banni øll, sum í Ai búðu.
Josva 8:27 Josva
Bert fæið og góðsið, ið teir rændu í hesum býi, hevði Ísrael sum herfong – eftir orði HARRANS, soleiðis sum Hann hevði sagt við Josva.
Josva 8:28 Josva
Josva brendi Ai av og gjørdi hann til ævigan eyrdunga – til ta oyðimørk, ið hann er enn í dag.
Josva 8:29 Josva
Men kongin í Ai læt hann heingja á træ, og har hekk hann til kvølds; táið sólin gekk undir, segði Josva við teir, at teir skuldu taka lík hansara niður av trænum og tveita tað uttan fyri býportrið; har laðaðu teir yvir hann stóra grótrúgvu, sum er har enn í dag.
Josva 8:30 Josva
Tá reisti Josva HARRANUM Gudi Ísraels altar á Ebalsfjalli,
Josva 8:31 Josva
soleiðis sum tænari HARRANS Móses hevði álagt Ísraelsmonnum – eftir tí, ið skrivað stendur í lógbók Mósesar, altar av óhøgdum gróti, sum einki jarnamboð var sett á; á tí ofraðu teir HARRANUM brennioffur og drópu takkoffur.
Josva 8:32 Josva
Og hann læt har á steinarnar seta avskrift av Móselóg – lógini, ið Móses hevði skrivað og lagt fram fyri Ísraelsmenn.
Josva 8:33 Josva
Og alt Ísrael við elstu, umsjónarmonnum og dómarum sínum stóð báðumegin ørkina, beint yvir av hinum levitisku prestunum, ið bóru sáttmálaørk HARRANS – alt Ísrael, bæði hini fremmandu og Ísraelsmenn, onnur helvtin yvir ímóti Garizimsfjalli, og onnur yvir ímóti Ebalsfjalli – soleiðis sum tænari HARRANS Móses áður hevði givið boð um at signa Ísraelsfólk.
Josva 8:34 Josva
Síðani las hann upp øll orðini í lógini, signingina og bannið – á allan hátt so sum skrivað stendur í lógbókini.
Josva 8:35 Josva
Ikki var eitt orð av øllum, ið Móses hevði givið boð um, sum Josva ikki las upp fyri allari samkomu Ísraels við bæði kvinnum og børnum og fyri hinum fremmandu, ið við teimum vóru komin.
Josva 9:1 Josva
Táið teir nú fingu hetta at frætta, allir kongarnir, ið vestan fyri Jordan búðu, í fjallalandinum, í láglendinum og fram við øllum Stórahavi heilt upp at Libanon – Hetitar, Amoritar, Kána’anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar –
Josva 9:2 Josva
savnaðust teir allir sum ein til at fara í bardaga móti Josva og Ísrael.