Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

turr støð

405 versir um "turr støð"

Versir

Síða 4 av 9
Josva 9:3 Josva

Men táið teir, sum í Gibeon búðu, hoyrdu tað, ið Josva hevði gjørt við Jeriko og Ai,

5
Josva 9:4 Josva

nýttu teir fyri sín part svik: Teir fóru avstað og lótust at vera sendimenn, løgdu gamlar sekkir á esil síni og gamlar, skrædnaðar og bøttar vínsekkir,

5
Josva 9:5 Josva

fóru í gamlar, bøttar skógvar og lótu seg í útslitin klæði; og alt breyðið, ið teir høvdu til ferðakost, var turt og molnað sundur.

5
Josva 9:6 Josva

Soleiðis komu teir til Josva í tilhaldið við Gilgal og søgdu við hann og Ísraelsmenn: „Vit koma úr landi langt burtur; ger nú sáttmála við okkum!“

5
Josva 9:7 Josva

Ísraelsmenn svaraðu Hevitum: „Kanska tit búgva her mitt ímillum okkara – hvussu kunnu vit tá gera sáttmála við tykkum!“

5
Josva 9:8 Josva

Men teir søgdu við Josva: „Vit skulu vera tænarar tínir!“ Tá spurdi Josva teir: „Hvørjir eru tit, og hvaðani koma tit?“

5
Josva 9:9 Josva

Teir svaraðu: „Úr einum landi langt, langt burtur eru tænarar tínir komnir – fyri navns HARRANS Guds tíns skuld; tí vit hava hoyrt orðið, ið gongur um Hann og alt tað, ið Hann gjørdi í Egyptalandi,

5
Josva 9:10 Josva

og alt tað, ið Hann gjørdi við báðar amoritakongarnar eystan fyri Jordan, Sihon, kongin í Hesbon, og Og, kongin í Basan, sum búði í Astarot.

5
Josva 9:11 Josva

Tí søgdu hinir elstu okkara og allir, sum í landi okkara búgva, við okkum: „Takið ferðakost við tykkum og farið ímóti teimum og sigið við teir: „Vit skulu vera tænarar tykkara – gerið nú sáttmála við okkum!““

5
Josva 9:12 Josva

Her síggja tit breyð okkara; tað var heitt, táið vit tóku tað við okkum heimanfrá til ferðakost, tann dagin ið vit fóru avstað at koma til tykkara, og hyggið nú, hvussu turt og sundurmolnað tað er!

5
Josva 9:13 Josva

Her síggja tit vínsekkir okkara; teir vóru nýggir, táið vit fyltu teir, og nú eru rivur komnar á teir! Og her síggja tit klæði og skógvar okkara; tey eru útslitin á hesi longu, longu ferð!“

5
Josva 9:14 Josva

Tá tóku menninir og smakkaðu ferðakost teirra; men HARRAN spurdu teir ikki til ráðs.

5
Josva 9:15 Josva

Og Josva tilsegði teimum frið og gjørdi sáttmála við teir um, at teir skuldu sleppa at liva; hetta lovaðu høvdingar samkomunnar teimum við eiði.

5
Josva 9:16 Josva

Men tríggjar dagar eftir at teir høvdu gjørt sáttmála við teir, fingu teir at vita, at teir høvdu heima har nærhendis og búðu mitt ímillum teirra.

5
Josva 9:17 Josva

Tí táið Ísraelsmenn hildu longur fram, komu teir triðja dagin til býir teirra, sum vóru Gibeon, Kefira, Be’erot og Kirjat-Jearim.

5
Josva 9:18 Josva

Men Ísraelsmenn drópu teir ikki, av tí at høvdingar samkomunnar við eiði um HARRAN Gud Ísraels høvdu lovað teimum frið. Tá knarraði øll samkoman móti høvdingunum.

5
Josva 9:19 Josva

Men allir høvdingarnir søgdu við alla samkomuna: „Vit hava við eiði um HARRAN Gud Ísraels lovað teimum frið, so nú kunnu vit ikki leggja hond á teir.

5
Josva 9:20 Josva

Men hetta skulu vit gera við teir, táið vit nú spara lív teirra, so ikki vreiði skal koma yvir okkum fyri eiðin, ið vit hava svorið teimum:

5
Josva 9:21 Josva

Teir skulu sleppa at liva“ – søgdu høvdingarnir við tey – „men teir skulu høgga við og bera vatn fyri alla samkomuna!“ Og øll samkoman gjørdi, sum høvdingarnir høvdu sagt.

5
Josva 9:22 Josva

So kallaði Josva teir fyri seg og segði við teir: „Hví sviku tit okkum og søgdu: „Vit búgva langt, langt burtur frá tykkum!“ táið tit búgva her mitt ímillum okkara?

5
Josva 9:23 Josva

Bannaðir skulu tit nú vera aftur fyri; eingin av tykkum skal sleppa undan at vera trælur og høgga við og bera vatn til hús Guds míns!“

5
Josva 9:24 Josva

Teir svaraðu Josva og søgdu: „Tænarar tínir høvdu fingið at vita, at HARRIN Gud tín hevur sagt við Móses, tænara Sín, at Hann skuldi geva tykkum alt landið og týna øll tey, sum í landinum búgva, fyri tykkum; tá vórðu vit so ræddir fyri, at tit fóru at drepa okkum; tí gjørdu vit hetta.

5
Josva 9:25 Josva

Men nú eru vit í hondum tínum; ger við okkum tað, ið gott og rætt er í eygum tínum!“

5
Josva 9:26 Josva

Hann gjørdi tá so* við teir; hann frelsti teir úr hondum Ísraelsmanna, so teir drópu teir ikki;

5
Josva 9:27 Josva

men Josva gjørdi teir sama dag til viðhøggarar og vatnberarar hjá samkomuni og við altar HARRANS, á staðnum, ið Hann fór at velja Sær. Og tað eru teir enn í dag.

5
Josva 10:1 Josva

Táið Adoni-Zedek, kongurin í Jerusalem, frætti, at Josva hevði tikið Ai og sligið hann við banni og gjørt tað sama við Ai og kongin har, sum hann hevði gjørt við Jeriko og kongin har, og at teir, sum búðu í Gibeon, høvdu gjørt frið við Ísrael og búðu mitt ímillum teirra,

5
Josva 10:2 Josva

vórðu teir ógvuliga ræddir; tí Gibeon var stórur staður, sum ein av kongabýunum, størri enn Ai, og allir menninir har vóru djarvir hermenn.

5
Josva 10:3 Josva

Adoni-Zedek, kongurin í Jerusalem, sendi tí boð til Hoham, kongin í Hebron, til Piream, kongin í Jarmut, til Jafia, kongin í Lakis, og til Debir, kongin í Eglon, og læt siga:

5
Josva 10:4 Josva

„Komið higar til mín og hjálpið mær, so vit vinna Gibeon! Tí teir hava gjørt frið við Josva og Ísraelsmenn.“

5
Josva 10:5 Josva

Teir tóku seg nú saman, hesir fimm amoritakongarnir – kongurin í Jerusalem, kongurin í Hebron, kongurin í Jarmut, kongurin í Lakis og kongurin í Eglon – og hildu avstað við herum sínum; teir tóku støðu rundan um Gibeon og gjørdu álop á hann.

5
Josva 10:6 Josva

Tá sendu teir, sum í Gibeon búðu, boð til Josva í tilhaldið við Gilgal og lótu siga: „Slá ikki hondina av tænarum tínum, kom sum skjótast til okkara og bjarga okkum og hjálp okkum! Tí allir amoritakongarnir, sum í fjallalandinum búgva, hava tikið seg saman ímóti okkum.“

5
Josva 10:7 Josva

Josva fór tá úr Gilgal við øllum herfólki sínum, øllum hinum djarvastu hermonnum sínum.

5
Josva 10:8 Josva

HARRIN segði við Josva: „Ræðst teir ikki! Eg havi givið teir í hendur tínar; ikki ein teirra skal vera førur fyri at standa seg ímóti tær!“

5
Josva 10:9 Josva

Josva kom nú óvart á teir; hann gekk alla náttina, eftir at hann var farin avstað úr Gilgal.

5
Josva 10:10 Josva

Og HARRIN sló teir við ræðslu fyri Ísrael, so teir lógu undir fyri teimum við Gibeon, og tað til lítar; síðani eltu teir teir vegin niðan til Bet-Horon og høgdu teir niður – líka til Azeka og Makkeda.

5
Josva 10:11 Josva

Sum teir nú flýddu fyri Ísrael og vóru á leið oman úr Bet-Horon, læt HARRIN detta niður yvir teir av himli stórar steinar, sum drópu teir, allan vegin líka til Azeka; teir, ið doyðu av grótheglinginum, vóru fleiri enn teir, ið Ísraelsmenn drópu við svørði.

5
Josva 10:12 Josva

Tá – tann dagin ið HARRIN gav Amoritar í hendur Ísraelsmanna – talaði Josva við HARRAN og segði, so alt Ísrael hoyrdi: „Sól, statt still í Gibeon, og tú, máni, í Ajalonsdali!“

5
Josva 10:13 Josva

Og sólin stóð still, og mánin steðgaði, inntil fólkið hevði fingið hevnd yvir fíggindar sínar. – So stendur jú skrivað í „Bók hinna sannhjartaðu“. – Sólin varð standandi mitt á himli og hevði ongan skund at fara niður – nærum heilan dag.

5
Josva 10:14 Josva

Hvørki fyri ella eftir hevur verið dagur hesum líkur, ein dagur, ið HARRIN gjørdi eftir orðum eins mans – tí HARRIN bardist fyri Ísrael!

5
Josva 10:15 Josva

Síðani fór Josva við øllum Ísrael aftur til tilhaldið við Gilgal.

5
Josva 10:16 Josva

Men hinir fimm kongarnir flýddu og krógvaðu seg í hellinum við Makkeda.

5
Josva 10:17 Josva

Boð vórðu tá borin Josva: „Hinir fimm kongarnir eru funnir; teir hava krógvað seg í hellinum við Makkeda.“

5
Josva 10:18 Josva

Josva segði: „Veltið stórar steinar fyri hellismunnan og setið menn at halda vakt har!

5
Josva 10:19 Josva

Men sjálvir mugu tit ikki steðga; haldið aftan á fíggindum tykkara, og høggið niður teir, ið aftastir eru av teimum, latið teir ikki náa inn í býir sínar! Tí HARRIN Gud tykkara hevur givið teir í hendur tykkara.“

5
Josva 10:20 Josva

Táið nú Josva og Ísraelsmenn høvdu vunnið ógvuliga stóran sigur á teimum og gjørt heilt enda á teimum – bert nakrir fáir av teimum komust undan og náddu inn í teir víggirdu staðirnar –

5
Josva 10:21 Josva

tá kom alt fólkið í friði aftur til Josva í tilhaldið við Makkeda, og eingin vágaði sær at tala orð móti Ísraelsmonnum uppaftur.

5
Josva 10:22 Josva

Tá segði Josva: „Opnið hellismunnan og leiðið hasar fimm kongar út til mín!“

5
Josva 10:23 Josva

Teir so gjørdu og leiddu hinar fimm kongarnar út úr hellinum til hansara – kongin í Jerusalem, kongin í Hebron, kongin í Jarmut, kongin í Lakis og kongin í Eglon.

5
Josva 10:24 Josva

Táið teir nú høvdu leitt hesar kongar út til Josva, kallaði Josva allar menn Ísraels saman og segði við herhøvdingarnar, ið við honum høvdu verið: „Komið higar og setið fótin á hálsin á hesum kongum!“ Teir komu nú og settu fótin á háls teirra.

5
Josva 10:25 Josva

So segði Josva við teir: „Óttist ikki og ræðist ikki, verið hugreystir og sterkir! So skal HARRIN gera við allar fíggindar tykkara, sum tit koma í bardaga við!“

5