turr støð

405 versir um "turr støð"

Versir

Síða 2 av 9
Josva 5:6 Josva

Ísraelsmenn høvdu jú ferðast í oyðimørkini fjøruti ár, inntil alt fólkið, ið út av Egyptalandi fór, var deytt – allir vápnaførir menn; teir høvdu ikki aktað rødd HARRANS, og tí svór HARRIN, at Hann skuldi ikki lata teir síggja landið, ið HARRIN við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva okkum – land, ið flýtur í mjólk og hunangi.

5
Josva 5:7 Josva

Men synir teirra, sum Hann hevði latið vaksa upp í teirra stað, teir umskar Josva; tí teir vóru óumskornir – teir vóru ikki umskornir á vegnum.

5
Josva 5:8 Josva

Táið so alt fólkið var umskorið, hildu tey seg í friði, har sum tey vóru, í tilhaldinum, inntil teir vóru frískir aftur.

5
Josva 5:9 Josva

Men HARRIN segði við Josva: „Í dag havi Eg velt av tykkum vanæru Egyptalands!“ – Síðani tá hevur hetta stað verið rópt Gilgal – sum tað eitur enn í dag.

5
Josva 5:10 Josva

Meðan Ísraelsmenn høvdu tilhald í Gilgal, hildu tey páskir, um kvøldið tann fjúrtanda í mánaðinum, á Jerikoheiðum.

5
Josva 5:11 Josva

Dagin eftir páskir ótu tey av grøði landsins; ósúrgað breyð og bakað korn ótu tey henda dagin.

5
Josva 5:12 Josva

Dagin eftir helt mannað uppat, tí nú ótu tey av grøði landsins; Ísraelsmenn fingu ikki manna eftir hetta, nei, tað árið ótu tey av grøði Kána’anslands.

5
Josva 5:13 Josva

Meðan Josva var staddur við Jeriko, hendi hetta: Honum var hyggjandi upp, og hann fekk tá at síggja mann, ið stóð framman fyri honum við drignum svørði í hondini; Josva fór yvir til hansara og segði: „Ert tú ein av okkara monnum ella ein av fíggindum okkara?“

5
Josva 5:14 Josva

Hann svaraði: „Hvørki! Eg eri høvdingin yvir heri HARRANS – nú eri eg komin!“ Tá fall Josva til jarðar á andlit sítt og tilbað; so segði hann við hann: „Hvat hevur harri mín at siga tænara sínum?“

5
Josva 5:15 Josva

Høvdingin yvir heri HARRANS svaraði Josva: „Lat teg úr skónum! Staðið, ið tú stendur á, er heilagt!“ Josva so gjørdi.

5
Josva 6:1 Josva

Jeriko helt portur síni stongd og væl afturlatin fyri Ísraelsmonnum; eingin fór út, og eingin kom inn.

5
Josva 6:2 Josva

Tá segði HARRIN við Josva: „Eg havi givið Jeriko og kongin og teir djørvu hermenn har í hendur tínar.

5
Josva 6:3 Josva

Lat nú allar vápnaførar menn ganga rundan um býin – eina ferð rundan um hann! Hetta skalt tú gera í seks dagar.

5
Josva 6:4 Josva

Sjey prestar skulu bera sjey harðblásturslúðrar fyri ørkini. Men sjeynda dagin skulu tit ganga sjey ferðir rundan um býin, og prestarnir skulu blása í lúðrarnar.

5
Josva 6:5 Josva

Táið teir tá blása í harðblásturslúðurin og toyggja á ljóðið, skal alt fólkið – táið tit hoyra lúðraljóðið – skera í hart herróp; so skal býmúrurin rapla í grund, og fólkið kann fara inn um hann, hvør beint har sum hann er staddur.“

5
Josva 6:6 Josva

Josva, sonur Nun, sendi nú boð eftir prestunum og segði við teir: „Tit skulu bera sáttmálaørkina, og sjey prestar skulu bera sjey harðblásturslúðrar undan ørk HARRANS.“

5
Josva 6:7 Josva

Við fólkið segði hann: „Farið og gangið rundan um býin – teir, ið vápnaðir eru, skulu ganga undan ørk HARRANS!“

5
Josva 6:8 Josva

Táið nú Josva hevði sagt hetta við fólkið, fóru teir avstað, teir sjey prestarnir, ið bóru teir sjey harðblásturslúðrarnar fyri ásjón HARRANS; teir blástu í lúðrarnar, og sáttmálaørk HARRANS fór aftan á teimum.

5
Josva 6:9 Josva

Teir, ið vápnaðir vóru, gingu undan prestunum, sum blástu í lúðrarnar, og teir, ið aftastir vóru, fylgdu eftir ørkini; blást varð í lúðrarnar alla tíðina.

5
Josva 6:10 Josva

Men Josva hevði sagt við fólkið: „Tit mugu ikki skera í herróp og ikki lata upp munnin; tit mugu ikki tala orð, fyrrenn tann dag ið eg sigi við tykkum: „Rópið nú!“ Tá skulu tit rópa.“

5
Josva 6:11 Josva

So læt hann ørk HARRANS bera rundan um býin – eina ferð rundan um hann; síðani fóru teir aftur í tilhaldið og vóru har um náttina.

5
Josva 6:12 Josva

Tíðliga morgunin eftir gjørdi Josva seg til, og prestarnir bóru ørk HARRANS.

5
Josva 6:13 Josva

Og teir sjey prestarnir, ið bóru teir sjey harðblásturslúðrarnar undan ørk HARRANS, gingu og blástu í lúðrarnar alla tíðina; teir, ið vápnaðir vóru, gingu undan teimum, og teir, ið aftastir vóru, fylgdu eftir ørk HARRANS; blást varð í lúðrarnar alla tíðina.

5
Josva 6:14 Josva

Á sama hátt gingu teir annan dagin eina ferð rundan um býin og fóru so aftur í tilhaldið; hetta gjørdu teir í seks dagar.

5
Josva 6:15 Josva

Men sjeynda dagin fóru teir árla upp, við tað sama sum fór at lýsa, og gingu sjey ferðir rundan um býin; teir bóru seg at á sama hátt sum áður; bert gingu teir henda dagin sjey ferðir rundan um býin.

5
Josva 6:16 Josva

Táið nú prestarnir sjeyndu ferðina blástu í lúðrarnar, segði Josva við fólkið: „Rópið nú! Tí HARRIN hevur givið tykkum staðin.

5
Josva 6:17 Josva

Og staðurin og alt, sum í honum er, skal verða HARRANUM vígt og skal bannlýsast; bert skøkjan Rahab skal sleppa at liva, hon og øll tey, sum í húsinum hjá henni eru – aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið vit sendu.

5
Josva 6:18 Josva

Men varðið tykkum væl fyri tí bannlýsta, so tit ikki, eftir at tit hava bannlýst, taka nakað av tí bannlýsta og soleiðis gera, at allur herur Ísraels kemur undir bann, og volda honum vanlukku!

5
Josva 6:19 Josva

Men alt silvur og gull og alt tað, ið er av kopari og jarni, skal vera HARRANUM halgað og koma í skattkamar HARRANS.“

5
Josva 6:20 Josva

Fólkið skar nú í herróp, og teir blástu í lúðrarnar; táið fólkið hoyrdi lúðraljóðið, skóru teir í ógvuligt róp; tá raplaði múrurin í grund, og fólkið gekk inn í býin, hvør beint har sum hann var staddur. Soleiðis tóku teir býin.

5
Josva 6:21 Josva

Teir slógu við banni alt tað, sum í býnum var; bæði menn og kvinnur, bæði ung og gomul, bæði neyt, smáfæ og esil høgdu teir niður við svørði.

5
Josva 6:22 Josva

Men við menninar báðar, sum høvdu kannað landið, segði Josva: „Farið inn í hús skøkjunnar og leiðið út haðani bæði kvinnuna og øll hennara – soleiðis sum tit við eiði hava lovað henni!“

5
Josva 6:23 Josva

Hinir ungu menninir, ið njósnað høvdu, fóru tá inn og leiddu Rahab út úr húsinum og somuleiðis faðir og móður hennara og brøður hennara og øll, ið henni hoyrdu til; alla ætt hennara leiddu teir út og lótu tey sleppa at vera einastaðni uttan fyri tilhald Ísraels.

5
Josva 6:24 Josva

Býin og alt, sum í honum var, brendu teir; bert silvurið og gullið og alt, ið var av kopari og jarni, løgdu teir í skattkamar hús HARRANS.

5
Josva 6:25 Josva

Men skøkjuna Rahab og fedrahús hennara og øll, ið henni hoyrdu til, læt Josva sleppa at liva; hon varð búgvandi millum Ísraelsmenn líka til henda dag – aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið Josva hevði sent at kanna Jeriko.

5
Josva 6:26 Josva

Tá læt Josva fólkið svørja henda eið: „Bannaður fyri ásjón HARRANS veri tann maður, ið fer undir at byggja upp aftur henda bý, Jeriko! Frumborna son sín skal hann missa, táið hann grundar hann, og yngsta son sín skal hann missa, táið hann reisir portrini!“

5
Josva 6:27 Josva

Soleiðis var HARRIN við Josva, og orðið um hann kom út um alt landið.

5
Josva 7:1 Josva

Men Ísraelsmenn bóru seg trúleyst at við hitt bannlýsta; Akan, sonur Karmi, son Zabdi, son Zera, av ætt Juda, hann tók nakað av tí bannlýsta. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísraelsmonnum.

5
Josva 7:2 Josva

Josva sendi nú úr Jeriko nakrar menn til Ai, sum liggur við Bet-Aven, eystan fyri Betel, og segði við teir: „Farið og kannið landið!“ So fóru menninir og kannaðu Ai.

5
Josva 7:3 Josva

Táið teir komu aftur til Josva, søgdu teir við hann: „Lat ikki alt fólkið fara hagar! Okkurt um tvey ella trý túsund mans kunnu fara og taka Ai; tær nýtist ikki at ómaka alt fólkið at fara hagar, tí teir eru so fáir!“

5
Josva 7:4 Josva

Einir 3000 mans av fólkinum fóru tá hagar; men teir flýddu fyri monnunum í Ai.

5
Josva 7:5 Josva

Og menninir í Ai drópu einar 36 mans av teimum og hildu eftir teimum frá portrinum líka at grótbrotunum og høgdu teir niður í líðini; tá fall ræðsla á fólkið, og teir mistu so heilt mótið.

5
Josva 7:6 Josva

Josva skræddi klæði síni og fall til jarðar á andlit sítt framman fyri ørk HARRANS; har lá hann líka til kvølds, bæði hann og hinir elstu í Ísrael, og teir stroyddu mold á høvd síni.

5
Josva 7:7 Josva

Og Josva segði: „Á Harri HARRI! Hví lætst Tú hetta fólk fara um Jordan, táið Tú ætlaði at geva okkum í hendur Amorita og lata okkum ganga til grundar? Høvdu vit bert gjørt av at verða verandi hinumegin Jordan!

5
Josva 7:8 Josva

Hoyr meg, Harri! Hvat skal eg siga, nú Ísrael hevur noyðst at flýggja fyri fíggindum sínum!

5
Josva 7:9 Josva

Táið Kána’anitar og allir, sum í landinum búgva, fáa hetta at frætta, so kringseta teir okkum og strika út navn okkara av jørðini! Og hvat fert Tú tá at gera við stóra navn Títt!“

5
Josva 7:10 Josva

Men HARRIN svaraði Josva: „Reis teg! Hví liggur tú her á andliti tínum!

5
Josva 7:11 Josva

Ísrael hevur syndað og brotið sáttmála Mín, sum Eg gjørdi við teir; teir hava tikið av tí bannlýsta; teir hava stolið og fjalt tað stolna; teir hava fjalt tað millum tað, sum teir hava í viðføri.

5
Josva 7:12 Josva

Tí kunnu Ísraelsmenn ikki standa seg móti fíggindum sínum, men noyðast at flýggja fyri teimum – tí teir eru sjálvir komnir undir bann; fáa tit ikki alt tað bannlýsta burtur frá tykkum, so verði Eg ikki við tykkum longur!

5
Josva 7:13 Josva

Reis teg tí, lat fólkið halga seg, sig við tey: „Halgið tykkum til í morgin! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: „Bannlýst góðs er hjá tær, Ísrael! Tú kanst ikki standa teg ímóti fíggindum tínum, fyrrenn tit fáa alt tað bannlýsta burtur frá tykkum!“

5