røð frá tveimum ella trimum
691 versir um "røð frá tveimum ella trimum"
Versir
Síða 9 av 14Orðtøkini 14:20 Orðtøkini
Hin fátæki verður hataður, enntá av vini sínum, men mong eru tey, sum elska ríkmannin.
Orðtøkini 14:21 Orðtøkini
Tann, ið vanvirðir næsta sín, syndar, men sælur er tann, sum tykist synd í hinum ørmu.
Orðtøkini 14:22 Orðtøkini
Skulu ikki tey villast, sum upphugsa tað, ið ilt er! – Men miskunn og trúfesti finna tey, sum upphugsa gott.
Orðtøkini 14:23 Orðtøkini
Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap.
Orðtøkini 14:24 Orðtøkini
Ríkdómur hinna vísu er krúna teirra, men dárskapur dáranna er og verður dárskapur.
Orðtøkini 14:25 Orðtøkini
Sannorðað vitni bjargar lívum, men tann, ið talar lygn, er fullur av sviki.
Orðtøkini 14:26 Orðtøkini
Í ótta HARRANS hevur maðurin sterka vernd, og børn hansara skulu eiga skjól.
Orðtøkini 14:27 Orðtøkini
Ótti HARRANS er kelda lívsins, so ein sleppur undan snerrum deyðans.
Orðtøkini 14:28 Orðtøkini
Nógv fólk er heiður kongsins, men fólkatrot er fall høvdingans.
Orðtøkini 14:29 Orðtøkini
Tann, ið seinur er til vreiði, hevur nógv vit, men hin bráðsinti vísir stóran dárskap.
Orðtøkini 14:30 Orðtøkini
Spakført hjarta er lív likamsins, men illsinni er rot í beinunum.
Orðtøkini 14:31 Orðtøkini
Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.
Orðtøkini 14:32 Orðtøkini
Táið vanlukkan rámar hin gudleysa, fer hann umkoll, men hin rættvísi er treystur í deyðanum.
Orðtøkini 14:33 Orðtøkini
Í hjarta hins vitiga heldur vísdómurin seg stillan, men hjá dárunum vísir hann* seg fram.
Orðtøkini 14:34 Orðtøkini
Rættvísi lyftir tjóðina upp, men syndin er vanæra tjóðanna.
Orðtøkini 14:35 Orðtøkini
Klókur tænari verður væl kendur hjá konginum, men yvir ringan tænara kemur vreiði hansara.
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
Orðtøkini 15:2 Orðtøkini
Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap.
Orðtøkini 15:3 Orðtøkini
Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum.
Orðtøkini 15:4 Orðtøkini
Spakfør tunga er træ lívsins, men rangvørg tunga særir hjartað.
Orðtøkini 15:5 Orðtøkini
Dárin vanvirðir tykt faðirs síns, men tann, ið aktar eftir revsing, er klókur.
Orðtøkini 15:6 Orðtøkini
Í húsi hins rættvísa er nógv góðs, men inntøka hins gudleysa verður honum til undirgang.
Orðtøkini 15:7 Orðtøkini
Varrar hinna vísu stroya út kunnskap, men hjarta dáranna er ikki rætt.
Orðtøkini 15:8 Orðtøkini
Offur gudleysra er HARRANUM andstygd, men bøn hinna sannhjartaðu líkar Honum.
Orðtøkini 15:9 Orðtøkini
Leið hins gudleysa er HARRANUM andstygd, men tann, sum stevnir eftir rættvísi, elskar Hann.
Orðtøkini 15:10 Orðtøkini
Hørð straff rámar tann, ið fer av hinum beina vegi; tann, sum hatar revsing, skal doyggja.
Orðtøkini 15:11 Orðtøkini
Deyðaríkið og avgrundin liggja HARRANUM opin – hvussu mikið meiri tá ikki hjørtu menniskjabarnanna!
Orðtøkini 15:12 Orðtøkini
Spottara dámar ikki at verða revsaður; til hini vísu fer hann ikki.
Orðtøkini 15:13 Orðtøkini
Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið.
Orðtøkini 15:14 Orðtøkini
Hjarta hins vitiga leitar eftir kunnskapi, men í munni dáranna er einki uttan dárskapur.
Orðtøkini 15:15 Orðtøkini
Hin armi hevur aldri glaðan dag, men glatt hjarta hevur gestaboð samt og javnt.
Orðtøkini 15:16 Orðtøkini
Betri er lítið við ótta HARRANS enn stórir skattir við ófriði.
Orðtøkini 15:17 Orðtøkini
Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið.
Orðtøkini 15:18 Orðtøkini
Illsintur maður vekur split, men hin tolni stillar kjak.
Orðtøkini 15:19 Orðtøkini
Vegur letingans er sum tornastik, men vegur hinna sannhjartaðu er slættaður.
Orðtøkini 15:20 Orðtøkini
Vísur sonur gleðir faðir sín, men menniskja, sum er dári, vanvirðir móður sína.
Orðtøkini 15:21 Orðtøkini
Tann, ið einki vit hevur, gleðist um dárskap, men vitigur maður gongur beint fram.
Orðtøkini 15:23 Orðtøkini
Maður gleðist, táið muður hansara eigur svar at geva, og hvussu gott er ikki orð, sagt í rættari tíð!
Orðtøkini 15:24 Orðtøkini
Hin vitigi gongur veg lívsins uppeftir fyri at komast undan deyðaríkinum niðanfyri.
Orðtøkini 15:25 Orðtøkini
Hús hinna hugmóðigu rívur HARRIN niður, men markaskjal einkjunnar staðfestir Hann.
Orðtøkini 15:26 Orðtøkini
Ráð hins ónda eru HARRANUM andstygd, men mild orð eru Honum rein.
Orðtøkini 15:27 Orðtøkini
Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag, men tann, sum hatar mutur, skal liva.
Orðtøkini 15:28 Orðtøkini
Hjarta hins rættvísa hugsar, áðrenn tað svarar, men muður gudleysra letur streyma út ilt.
Orðtøkini 15:29 Orðtøkini
HARRIN er langt burtur frá hinum gudleysu, men bøn rættvísra hoyrir Hann.
Orðtøkini 15:30 Orðtøkini
Mild eygu gleða hjartað; góð tíðindi geva merg í beinini.
Orðtøkini 15:31 Orðtøkini
Oyrað, sum lurtar eftir revsing til lívið, vil fegin vera saman við vísum.
Orðtøkini 15:32 Orðtøkini
Tann, ið ikki vil vita av tykt, vanvirðir lív sítt, men tann, ið lurtar eftir revsing, vinnur sær vit.
Orðtøkini 15:33 Orðtøkini
Ótti HARRANS er tykt til vísdóm, og undan heiður gongur eyðmjúkleiki.
Orðtøkini 16:1 Orðtøkini
Ráð hjartans hoyra menniskjanum til, men svarið, ið tungan gevur, kemur frá HARRANUM.
Orðtøkini 16:2 Orðtøkini
Allar leiðir mansins eru reinar í hansara egnu eygum, men HARRIN vigar andarnar.