røð frá tveimum ella trimum
691 versir um "røð frá tveimum ella trimum"
Versir
Síða 7 av 14Orðtøkini 11:4 Orðtøkini
Góðs hjálpir einki vreiðidagin, men rættvísi frelsir frá deyðanum.
Orðtøkini 11:5 Orðtøkini
Rættvísi hins lýtaleysa ger veg hansara slættan, men hin gudleysi fellur við gudloysi sínum.
Orðtøkini 11:6 Orðtøkini
Rættvísi hinna sannhjartaðu bjargar teimum, men hini trúleysu verða fangað í sínum egna óndskapi.
Orðtøkini 11:7 Orðtøkini
Táið gudleyst menniskja doyr, er úti við vón hansara, ja, yvirstaðið er við tí, sum hini óndu stunda eftir.
Orðtøkini 11:8 Orðtøkini
Hin rættvísi verður frelstur úr neyðini, og hin gudleysi kemur í stað hansara.
Orðtøkini 11:9 Orðtøkini
Við munninum oyðir hin gudleysi næsta sín, men við kunnskapi sínum verða hini rættvísu bjargað.
Orðtøkini 11:10 Orðtøkini
Táið hinum rættvísu gongst væl, fegnast staðurin, og táið hini gudleysu ganga til grundar, hoyrast gleðiróp.
Orðtøkini 11:11 Orðtøkini
Við signing hinna sannhjartaðu reisist staður upp, men muður gudleysra brýtur hann niður.
Orðtøkini 11:12 Orðtøkini
Tann, ið tosar vanvirðisliga um næsta sín, honum fattast vit; vitigur maður tigur.
Orðtøkini 11:13 Orðtøkini
Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.
Orðtøkini 11:14 Orðtøkini
Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.
Orðtøkini 11:15 Orðtøkini
Illa gongst tí, sum gongur í ábyrgd fyri ein annan, men tann, ið skýggjar at geva handtak, er tryggur.
Orðtøkini 11:16 Orðtøkini
Yndislig kvinna vinnur heiður – og yvirgangskroppar vinna ríkidømi!
Orðtøkini 11:17 Orðtøkini
Hjartagóður maður ger væl við seg sjálvan, men hin harðhjartaði forkemur sær.
Orðtøkini 11:18 Orðtøkini
Hin gudleysi vinnur løn, sum svíkur, men tann, ið sáar rættvísi, fær løn, sum varir.
Orðtøkini 11:19 Orðtøkini
Tann, sum stendur fastur í rættvísi, honum verður tað til lív, men tann, ið jagar eftir illum, voldir sær sjálvum deyðan.
Orðtøkini 11:20 Orðtøkini
Tey, sum hava rangvørgt hjarta, eru HARRANUM andstygd, men væl líkar Honum tey, sum ganga lýtaleysan veg.
Orðtøkini 11:21 Orðtøkini
Vissuliga verður hin óndi ikki óstraffaður; men avkom rættvísra sleppur undan.
Orðtøkini 11:22 Orðtøkini
Sum gullringur í svínstrýni er vøkur kvinna, sum einki vit hevur.
Orðtøkini 11:23 Orðtøkini
Tað, sum hini rættvísu tráa eftir, verður bert til lukku, men hini gudleysu hava vreiði at vænta sær.
Orðtøkini 11:24 Orðtøkini
Ein stroyir út – og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt – og hevur tó ov lítið.
Orðtøkini 11:25 Orðtøkini
Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.
Orðtøkini 11:26 Orðtøkini
Tann, ið heldur korninum aftur, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvd hansara, sum selur korn.
Orðtøkini 11:27 Orðtøkini
Tann, sum leitar eftir tí, ið gott er, leitar eftir tí, ið dámligt er, men tann, sum stundar eftir illum, yvir hann kemur hitt illa.
Orðtøkini 11:28 Orðtøkini
Tann, ið lítur á ríkidømi sítt, fellur, men hini rættvísu grønkast sum leyvið.
Orðtøkini 11:29 Orðtøkini
Tann, ið fær hús sítt í ólag, skal arva vind, og dárin verður tænari hins vísa.
Orðtøkini 11:30 Orðtøkini
Ávøkstur hins rættvísa er lívsins træ, og hin vísi vinnur sálir.
Orðtøkini 11:31 Orðtøkini
Hin rættvísi fær løn sína á jørðini – hvussu mikið meiri tá ikki hin gudleysi og syndarin!
Orðtøkini 12:1 Orðtøkini
Hann, ið elskar tykt, elskar kunnskap; tann, ið hatar revsing, er býttur.
Orðtøkini 12:2 Orðtøkini
Hin góði vinnur náði frá HARRANUM, men hin svikafulla dómfellir Hann.
Orðtøkini 12:3 Orðtøkini
Gudloysi hjálpir ongum at standa fast, men rót hinna rættvísu vikast ikki.
Orðtøkini 12:4 Orðtøkini
Góð kona er krúna mans síns, men ring kona er sum rot í beinum hansara.
Orðtøkini 12:5 Orðtøkini
Hugsanir rættvísra stevna eftir rætti, men ráð gudleysra eru svik.
Orðtøkini 12:6 Orðtøkini
Orð gudleysra lúra eftir blóði, men muður hinna sannhjartaðu frelsir tey.
Orðtøkini 12:7 Orðtøkini
Gudleys verða kollvelt og eru so ikki til longur, men hús rættvísra stendur fast.
Orðtøkini 12:8 Orðtøkini
Maðurin fær rós, eftir sum hann er vitigur til, men tann, ið hevur rangvørgt hjarta, verður vanvirdur.
Orðtøkini 12:9 Orðtøkini
Betri er at verða hugdur niður á – og halda træl, enn at spæla stórur – og ikki eiga breyð!
Orðtøkini 12:10 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.
Orðtøkini 12:11 Orðtøkini
Tann, ið dýrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, honum fattast vit.
Orðtøkini 12:12 Orðtøkini
Hin gudleysi tráar eftir tí, ið er hinum óndu snerra, men rættvísum gevur Gud fasta rót.
Orðtøkini 12:13 Orðtøkini
Tann, ið óndur er, kemur fastur í syndina, sum varrar hansara gera, men hin rættvísi sleppur úr neyðini.
Orðtøkini 12:14 Orðtøkini
Av ávøksti muns síns verður maðurin mettaður við góðum, og tað, ið hendur menniskjans hava gjørt, verður tí afturlønt.
Orðtøkini 12:15 Orðtøkini
Vegur dárans er beinur í hansara egnu eygum, men tann, ið lurtar eftir ráðum, er vísur.
Orðtøkini 12:16 Orðtøkini
Vreiði dárans verður kend sama dag, men hin klóki verður spottaður – og letst sum einki.
Orðtøkini 12:17 Orðtøkini
Tann, sum talar tað, ið rætt er, fremur sannleika, men falskt vitni talar svik.
Orðtøkini 12:18 Orðtøkini
Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.
Orðtøkini 12:19 Orðtøkini
Sannorðað vørr verður standandi í allar ævir, men lygitunga bert eina løtu.
Orðtøkini 12:20 Orðtøkini
Tey, sum smíða ilt, hava svik í hjartanum, men tey, sum fáa frið í lag, hava gleði.
Orðtøkini 12:21 Orðtøkini
Einki ilt rámar hin rættvísa, men gudleysum trýtur ikki vanlukka.
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini
Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.