røð frá tveimum ella trimum
691 versir um "røð frá tveimum ella trimum"
Versir
Síða 11 av 14Orðtøkini 17:20 Orðtøkini
Tann, sum er falskur í hjartanum, finnur einki gott, og tann, sum er rangvørgur í talu síni, fellur í vanlukku.
Orðtøkini 17:21 Orðtøkini
Tann, ið hevur býttling til son, fær sorg; faðir dárans hevur onga gleði.
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Orðtøkini 17:23 Orðtøkini
Hin gudleysi tekur gávu í loynd fyri at boyggja vegir rættarins.
Orðtøkini 17:24 Orðtøkini
Hin vitigi hevur vísdómin fyri eyga, men eygu dárans eru við enda jarðarinnar.
Orðtøkini 17:25 Orðtøkini
Fávitskutur sonur er gremja faðirs síns, og henni beisk sorg, sum átti hann.
Orðtøkini 17:26 Orðtøkini
At revsa eisini hin rættvísa er ikki gott; at sláa valamenn er ímóti øllum rætti.
Orðtøkini 17:27 Orðtøkini
Tann, sum er sparin í orðum sínum, er klókur, og róligur í sinni er hin vitigi maðurin.
Orðtøkini 17:28 Orðtøkini
Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman.
Orðtøkini 18:1 Orðtøkini
Hin eginsinti gongur bert eftir sínum egna hugi; hann ilskast at øllum vísum ráðum.
Orðtøkini 18:2 Orðtøkini
Dárin leggur líka í at vera vitigur; hann vil bert vísa, hvat í honum býr.
Orðtøkini 18:3 Orðtøkini
Kemur hin gudleysi, kemur eisini vanvirðing, og við skommini kemur spott.
Orðtøkini 18:4 Orðtøkini
Orð í munni mansins eru djúp vøtn, rennandi løkur, vísdómskelda.
Orðtøkini 18:5 Orðtøkini
Ikki er gott at geva hinum seka viðhald og boyggja rætt hins rættvísa.
Orðtøkini 18:6 Orðtøkini
Varrar dárans volda kjak, og muður hansara rópar eftir sløgum.
Orðtøkini 18:7 Orðtøkini
Muður dárans er honum sjálvum til vanlukku, og varrar hansara eru sál hansara snerra.
Orðtøkini 18:8 Orðtøkini
Orð útspillarans eru sum leskiligir rættir; tey glíða væl niður – inn í hjartadýpið.
Orðtøkini 18:9 Orðtøkini
Tann, sum latur er í arbeiði sínum, er bróðir oyðarans.
Orðtøkini 18:10 Orðtøkini
Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður.
Orðtøkini 18:11 Orðtøkini
Góðs hins ríka er borg hansara og sum høgur múrur í hansara egnu hugsan.
Orðtøkini 18:12 Orðtøkini
Undan falli er hjarta mansins stolt, men eyðmjúkleiki gongur undan heiður.
Orðtøkini 18:13 Orðtøkini
Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.
Orðtøkini 18:14 Orðtøkini
Mót mansins kann halda honum uppi í sjúkdómi, men fallið mót – hvør er mentur at bera tað!
Orðtøkini 18:15 Orðtøkini
Hjarta hins vitiga keypir kunnskap, og oyra hinna vísu leitar eftir kunnskapi.
Orðtøkini 18:16 Orðtøkini
Gáva opnar menniskjanum veg og leiðir hann fram fyri stórar harrar.
Orðtøkini 18:17 Orðtøkini
Tann, sum talar fyrr í trætumálinum, tykist hava rætt, men so kemur mótparturin og granskar hann.
Orðtøkini 18:18 Orðtøkini
Lutakast ger enda á stríði og skilir millum sterkar.
Orðtøkini 18:19 Orðtøkini
Borg er ikki so ring at vinna sum bróðir, ið hevur liðið órætt, og trætur við hann eru sum slá fyri hallardurum.
Orðtøkini 18:20 Orðtøkini
Við ávøkstinum av munni mansins verður búkur hansara mettaður; av grøði varra sína verður hann mettur.
Orðtøkini 18:21 Orðtøkini
Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.
Orðtøkini 18:22 Orðtøkini
Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM.
Orðtøkini 18:23 Orðtøkini
Í eyðmjúkum bønum talar hin fátæki, men hin ríki svarar við hørðum orðum.
Orðtøkini 18:24 Orðtøkini
Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir.
Orðtøkini 19:1 Orðtøkini
Betri er fátækur við lýtaleysum atburði, enn tann, ið gongur sniðgøtur, um hann so er ríkur.
Orðtøkini 19:2 Orðtøkini
Tann, ið ikki hugsar seg um, eisini honum gongst illa, og tann, ið kvikur er við fótinum, hann stígur skeivt.
Orðtøkini 19:3 Orðtøkini
Menniskjans egni dárskapur forkemur vegi hansara, men í hjartanum ilskast hann á HARRAN.
Orðtøkini 19:4 Orðtøkini
Ríkidømi skapir nógvar vinir, men hin fátæki verður skildur frá vini sínum.
Orðtøkini 19:5 Orðtøkini
Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið talar lygn, skal ikki komast undan.
Orðtøkini 19:6 Orðtøkini
Mong royna at gera seg væl kend hjá stórmanninum, og ein og hvør er vinur við hin gávumilda.
Orðtøkini 19:7 Orðtøkini
Allir skyldmenn hins fátæka hata hann, og enn meiri halda vinir hansara seg frá honum; hann fer eftir lyftum, sum ikki eru at finna.
Orðtøkini 19:8 Orðtøkini
Tann, ið vinnur vit, elskar lív sítt; tann, ið heldur fast við vísdóm, finnur lukku.
Orðtøkini 19:9 Orðtøkini
Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið gongur við lygn, skal ikki komast undan.
Orðtøkini 19:10 Orðtøkini
Ikki sømir seg fyri dáran at hava góðar dagar, og enn minni fyri træl at ráða yvir høvdingum.
Orðtøkini 19:11 Orðtøkini
Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.
Orðtøkini 19:12 Orðtøkini
Vreiði kongsins er sum brøl leyvunnar, men yndi hansara er sum døgg á urtum.
Orðtøkini 19:13 Orðtøkini
Sonurin, ið er dári, er einki til uttan vanlukku fyri faðir sín, og kvinnukjak er sum takdropi, ið aldri heldur uppat.
Orðtøkini 19:14 Orðtøkini
Hús og góðs eru arvur frá foreldrum, men vitig kvinna er gáva frá HARRANUM.
Orðtøkini 19:15 Orðtøkini
Leti søkkir niður í fastan svøvn, og letingin kemur at hungra.
Orðtøkini 19:16 Orðtøkini
Tann, ið heldur boðið, heldur sær sjálvum á lívi; tann, ið ikki aktar eftir, hvussu hann ber seg at, skal lata lív.
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.