røð frá tveimum ella trimum
691 versir um "røð frá tveimum ella trimum"
Versir
Síða 13 av 14Orðtøkini 21:9 Orðtøkini
Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu.
Orðtøkini 21:10 Orðtøkini
Sál hins gudleysa hevur hug til ilt; næsti hansara finnur onga miskunn hjá honum.
Orðtøkini 21:11 Orðtøkini
Táið spottarin verður revsaður, verður hin fávitskuti vísur; og verður hin vísi lærdur, tekur hann við kunnskapi.
Orðtøkini 21:12 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur eyguni eftir húsi hins gudleysa; hann stoytir gudleysum í vanlukku.
Orðtøkini 21:13 Orðtøkini
Tann, ið letur aftur oyrað fyri rópum hins fátæka, hann skal sjálvur rópa, men einki svar fáa.
Orðtøkini 21:14 Orðtøkini
Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmin blíðkar, ið hvussu illur ein er.
Orðtøkini 21:15 Orðtøkini
Tað er hinum rættvísa gleði, at rætturin hevur framgongd, men tað er teimum ræðsla, sum gera órætt.
Orðtøkini 21:16 Orðtøkini
Tað menniskja, ið villist burtur av klókskaparleið, skal skjótt hvíla millum deydningarnar.
Orðtøkini 21:17 Orðtøkini
Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar vín og olju, verður ikki ríkur.
Orðtøkini 21:18 Orðtøkini
Hin gudleysi verður givin sum loysigjald fyri hin rættvísa, og svikarin kemur í staðin fyri hini sannhjartaðu.
Orðtøkini 21:19 Orðtøkini
Betri er at búgva í oyðilandi enn hjá klandrutari og illsintari kvinnu.
Orðtøkini 21:20 Orðtøkini
Dýrabarir skattir og olja eru í húsi hins vísa, men dárin ger enda á tí.
Orðtøkini 21:21 Orðtøkini
Tann, ið stevnir eftir rættvísi og miskunn, skal finna lív, rættvísi og heiður.
Orðtøkini 21:22 Orðtøkini
Hin vísi tekur bý kappanna og rívur niður borgina, ið hann leit á.
Orðtøkini 21:23 Orðtøkini
Tann, ið varðar munn sín og tungu sína, varðar lív sítt frá trongdum.
Orðtøkini 21:24 Orðtøkini
Tann, ið hugmóðigur og uppblástur er, verður kallaður spottari; hann heldur fram í óstýriligum hugmóði.
Orðtøkini 21:25 Orðtøkini
Tráan letingans ger enda á honum; tí hendur hansara vilja einki gera.
Orðtøkini 21:26 Orðtøkini
Allan dagin tráar og tráar hann, men hin rættvísi gevur og sparir ikki.
Orðtøkini 21:27 Orðtøkini
Offur gudleysra er andstygd – og enn meiri, táið tey bera tað fram við illum í huga!
Orðtøkini 21:28 Orðtøkini
Lygivitni skal ganga til grundar, men maður, sum lurtar eftir, honum skal altíð bera til at tala.
Orðtøkini 21:29 Orðtøkini
Gudleysur maður er frekur í atburði, men hin sannhjartaði gongur leið sína beint fram.
Orðtøkini 21:30 Orðtøkini
Móti HARRANUM er vísdómur einki, vit einki og ráð einki.
Orðtøkini 21:31 Orðtøkini
Hesturin verður gjørdur til reiðar til orrustudagin, men sigurin kemur frá HARRANUM.
Orðtøkini 22:1 Orðtøkini
Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull.
Orðtøkini 22:2 Orðtøkini
Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.
Orðtøkini 22:3 Orðtøkini
Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta.
Orðtøkini 22:4 Orðtøkini
Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív.
Orðtøkini 22:5 Orðtøkini
Tornir og snerrur eru á vegi hins falska; tann, ið vil varða sál sína, má halda seg frá teimum.
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Orðtøkini 22:8 Orðtøkini
Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan.
Orðtøkini 22:9 Orðtøkini
Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.
Orðtøkini 22:10 Orðtøkini
Rek spottaran burt! So fer klandrið við, og kjak og háð heldur uppat.
Orðtøkini 22:11 Orðtøkini
Tann, ið elskar reinleika hjartans, og sum ber fram dámliga talu, hevur kongin til vin.
Orðtøkini 22:12 Orðtøkini
Eygu HARRANS verja hin vitiga, men orð hins trúleysa ger Hann til einkis.
Orðtøkini 22:13 Orðtøkini
Letingin sigur: „Leyva er harúti, eg kundi verðið dripin mitt á vegnum!“
Orðtøkini 22:14 Orðtøkini
Muðurin á fremmandari kvinnu er djúp grøv; tann, ið HARRIN er vreiður á, fellur í hana.
Orðtøkini 22:15 Orðtøkini
Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur.
Orðtøkini 22:16 Orðtøkini
At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap.
Orðtøkini 22:17 Orðtøkini
Boygg oyrað og lurta eftir orðum vísmanna, og legg tær lærdómar mínar á hjarta!
Orðtøkini 22:18 Orðtøkini
Tí tað er gott, at tú goymir tey í brósti tínum, og at tey øll hanga føst við varrar tínar.
Orðtøkini 22:19 Orðtøkini
Fyri at álit títt skal vera á HARRANUM, tí læri eg í dag teg, júst teg.
Orðtøkini 22:20 Orðtøkini
Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við ráðum og kunnskapi
Orðtøkini 22:21 Orðtøkini
fyri at kunngera tær tað, ið rætt er, sannleiksorð, so tú við beinum orðum fært svarað teimum, ið senda teg!
Orðtøkini 22:22 Orðtøkini
Ræn ikki frá hinum fátæka, fyri tað at hann er fátækur, og traðka ikki niður hin arma í býportrinum!
Orðtøkini 22:23 Orðtøkini
Tí HARRIN skal flyta mál teirra, og Hann skal týna lív teirra, sum taka nakað frá teimum.
Orðtøkini 22:24 Orðtøkini
Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann,
Orðtøkini 22:25 Orðtøkini
fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína!
Orðtøkini 22:26 Orðtøkini
Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld!
Orðtøkini 22:27 Orðtøkini
Hví skal songin undir tær verða tikin burt, táið tú einki eigur at gjalda við!