røð frá tveimum ella trimum
691 versir um "røð frá tveimum ella trimum"
Versir
Síða 14 av 14Orðtøkini 22:28 Orðtøkini
Flyt ikki hini gomlu markaskjølini, sum fedrar tínir hava sett!
Orðtøkini 22:29 Orðtøkini
Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum – hann skal koma at tæna kongum, hann skal ikki koma at tæna monnum, sum lítið hava at týða.
Orðtøkini 23:1 Orðtøkini
Táið tú situr til borðs hjá stórmanni, akta tá væl eftir, hvønn tú hevur framman fyri teg,
Orðtøkini 23:2 Orðtøkini
og set knív á barka tín, um tú ert ov svangur!
Orðtøkini 23:3 Orðtøkini
Tráa ikki eftir góðgæti hansara, tí tað er svikaligur kostur!
Orðtøkini 23:4 Orðtøkini
Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
Orðtøkini 23:5 Orðtøkini
– Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
Orðtøkini 23:6 Orðtøkini
Et ikki breyð hins øvundsjúka, og tráa ikki eftir góða mati hansara!
Orðtøkini 23:7 Orðtøkini
Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann; „et og drekk!“ sigur hann við teg, men hjarta hansara er ikki við tær.
Orðtøkini 23:8 Orðtøkini
Bitan, ið tú hevur etið, kemur tú at spýggja upp aftur, og føgru orð tíni hevur tú spilt burtur.
Orðtøkini 23:9 Orðtøkini
Tala ikki fyri oyrum dárans, tí hann vanvirðir vitigu orð tíni!
Orðtøkini 23:10 Orðtøkini
Flyt ikki gamalt markaskjal, og kom ikki inn á akur faðirleysra!
Orðtøkini 23:11 Orðtøkini
Tí loysari teirra er sterkur; Hann skal føra søk teirra móti tær.
Orðtøkini 23:12 Orðtøkini
Boygg hjarta títt til tykt og oyru tíni til kunnskaparorð!
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
Orðtøkini 23:15 Orðtøkini
Sonur mín! Er hjarta títt víst, so skal eisini hjarta mítt gleðast;
Orðtøkini 23:16 Orðtøkini
og nýru míni skulu fegnast, táið varrar tínar tala tað, ið rætt er.
Orðtøkini 23:17 Orðtøkini
Lat ikki hjarta títt øvunda syndarar, men lat tað altíð vera íðið fyri ótta HARRANS!
Orðtøkini 23:18 Orðtøkini
Sanniliga hevur tú framtíð tá, og vón tín skal ikki koma upp í einki!
Orðtøkini 23:19 Orðtøkini
Hoyr, sonur mín, og verð vísur, lat hjarta títt ganga beint fram eftir vegnum!
Orðtøkini 23:20 Orðtøkini
Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni og kjøti!
Orðtøkini 23:21 Orðtøkini
Tí drykkjumaður og átari armast út, og svøvnur klæðir mannin í spjarrar.
Orðtøkini 23:22 Orðtøkini
Lurta eftir faðir tínum, sum gav tær lívið, og vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul!
Orðtøkini 23:23 Orðtøkini
Keyp sannleika og sel hann ikki, keyp vísdóm, tykt og vit!
Orðtøkini 23:24 Orðtøkini
Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann.
Orðtøkini 23:25 Orðtøkini
Lat faðir tín og móður tína gleðast, lat hana, ið átti teg, fegnast!
Orðtøkini 23:26 Orðtøkini
Sonur mín! Gev mær hjarta títt, og lat eygu tíni hava hug til leiðir mínar!
Orðtøkini 23:27 Orðtøkini
Tí skøkjan er botnleys grøv, og hin fremmanda kvinnan er trongur brunnur.
Orðtøkini 23:28 Orðtøkini
Ja, hon liggur og lúrir, eins og ránsmaður, og hon nørir um tal hinna trúleysu millum menniskjuni.
Orðtøkini 23:29 Orðtøkini
Hvør hevur sorg? Hvør hevur sút? Hvør hevur klandur? Hvør má eymka seg? Hvør hevur sár fyri einki? Hvør hevur reyð eygu?
Orðtøkini 23:30 Orðtøkini
Teir, ið sita leingi uppi hjá víninum, teir, ið koma at smakka hin sterka drykkin.
Orðtøkini 23:31 Orðtøkini
Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu vakurt tað glitrar í bikarinum, hvussu væl tað gongur niður!
Orðtøkini 23:32 Orðtøkini
– At endanum bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur;
Orðtøkini 23:33 Orðtøkini
eygu tíni fara at hyggja eftir fremmandum kvinnum, og hjarta títt fer at tala tað, ið rangvørgt er.
Orðtøkini 23:34 Orðtøkini
Og tú verður líkur einum, ið svevur mitt úti á havinum, líkur einum, ið svevur uppi á mastrartoppinum.
Orðtøkini 23:35 Orðtøkini
[Tú fert at siga:] „Teir bankaðu meg, men eg fekk ikki ilt, teir skúgvaðu meg, men eg føldi tað ikki! Táið eg einaferð vakni, leiti eg aftur til vínið!“
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Esaias 25:1 Esaias
HARRI, Tú ert Gud mín, eg prísi Tær, lovi navni Tínum! Tí Tú hevur gjørt undurverk, ráð Tíni frá forðum eru sannleiki og trúfesti.
Esaias 28:29 Esaias
– Eisini hetta kemur frá HARRANUM Gudi herskaranna; Hann er undurfullur í ráðum, stórur í vísdómi.
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!