pinkudagur
430 versir um "pinkudagur"
Versir
Síða 4 av 9Jóhannes 16:1 Jóhannes
„Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at einki skal verða tykkum til ástoyt.
Jóhannes 16:2 Jóhannes
Teir skulu koyra tykkum úr sýnagogunum, ja, tann tíð skal koma, táið hvør tann, ið drepur tykkum, fer at halda seg dýrka Gud við tí.
Jóhannes 16:3 Jóhannes
Hetta fara teir at gera, tí teir kenna hvørki Faðirin ella Meg.
Jóhannes 16:4 Jóhannes
Eg havi talað hetta til tykkara, fyri at tit, táið tíðin kemur, skulu minnast, at Eg havi sagt tykkum tað; men hetta segði Eg tykkum ikki frá upphavi, tí Eg var hjá tykkum.
Jóhannes 16:5 Jóhannes
Nú fari Eg burtur til Hansara, sum hevur sent Meg, og eingin av tykkum spyr Meg: „Hvar fert Tú?“
Jóhannes 16:6 Jóhannes
Men hjarta tykkara er vorðið fult av sorg, tí Eg havi talað hetta til tykkara.
Jóhannes 16:7 Jóhannes
Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann.
Jóhannes 16:8 Jóhannes
Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm –
Jóhannes 16:9 Jóhannes
um synd, tí tey trúgva ikki á Meg,
Jóhannes 16:10 Jóhannes
um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur,
Jóhannes 16:11 Jóhannes
um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdur.
Jóhannes 16:12 Jóhannes
Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú.
Jóhannes 16:13 Jóhannes
Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.
Jóhannes 16:14 Jóhannes
Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.
Jóhannes 16:15 Jóhannes
Alt, sum Faðirin hevur, er Mítt; tí segði Eg, at Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.
Jóhannes 16:16 Jóhannes
Lítla stund, so síggja tit Meg ikki longur, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!“
Jóhannes 16:17 Jóhannes
Tá søgdu nakrir av lærisveinum Hansara hvør við annan: „Hvat er hetta, Hann sigur við okkum: „Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg“, og: „Eg fari til Faðirin“?“
Jóhannes 16:18 Jóhannes
Teir søgdu tá: „Hvat er hetta, Hann sigur: „Lítla stund“? Vit skilja ikki, hvat Hann meinir.“
Jóhannes 16:19 Jóhannes
Jesus visti, at teir fóru at spyrja Hann, og Hann segði við teir: „Tit tala hvør við annan um hetta, sum Eg segði: „Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!“
Jóhannes 16:20 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu gráta og vena tykkum, men heimurin skal gleðast; tit skulu hava sorg, men sorg tykkara skal vendast í gleði.
Jóhannes 16:21 Jóhannes
Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin; men táið hon hevur átt barnið, minnist hon ikki longur angist sína av gleði um, at menniskja er borið í heim.
Jóhannes 16:22 Jóhannes
Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur, og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum.
Jóhannes 16:23 Jóhannes
Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum.
Jóhannes 16:24 Jóhannes
Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!
Jóhannes 16:25 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara í líknilsum; tann tíð kemur, táið Eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram siga tykkum frá Faðirinum.
Jóhannes 16:26 Jóhannes
Tann dag skulu tit biðja í navni Mínum, og Eg sigi ikki við tykkum, at Eg skal biðja Faðirin fyri tykkum;
Jóhannes 16:27 Jóhannes
tí Faðirin elskar tykkum sjálvur, aftur fyri at tit hava elskað Meg og trúð, at Eg eri gingin út frá Gudi.
Jóhannes 16:28 Jóhannes
Eg gekk út frá Faðirinum og eri komin í heimin; Eg fari úr aftur heiminum og fari til Faðirin.“
Jóhannes 16:29 Jóhannes
Tá søgdu lærisveinar Hansara: „Nú talar Tú beint fram og sigur einki líknilsi!
Jóhannes 16:30 Jóhannes
Nú vita vit, at Tú veitst alt og hevur ikki fyri neyðini, at nakar spyr Teg; tí trúgva vit, at Tú ert gingin út frá Gudi.“
Jóhannes 16:31 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Nú trúgva tit!
Jóhannes 16:32 Jóhannes
Men tann stund kemur – og hon er komin – táið tit skulu verða spjaddir hvør til sítt og lata Meg einsamallan; tó, Eg eri ikki einsamallur, tí Faðirin er við Mær.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Ápostlasøgan 1:1 Ápostlasøgan
Hina fyrru bókina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir at gera og læra,
Ápostlasøgan 1:2 Ápostlasøgan
inntil tann dag Hann varð tikin upp, eftir at Hann við Heilaga Andanum hevði givið ápostlunum, sum Hann hevði útvalt, boð.
Ápostlasøgan 1:3 Ápostlasøgan
Fyri teimum hevði Hann eisini, eftir at Hann hevði liðið, víst Seg livandi við mongum prógvum, við tað at Hann í 40 dagar læt teir síggja Seg, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til.
Ápostlasøgan 1:4 Ápostlasøgan
Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerusalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað – „sum tit“, segði Hann, „hava hoyrt Meg tala um.
Ápostlasøgan 1:5 Ápostlasøgan
Tí Jóhannes doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir.“
Ápostlasøgan 1:6 Ápostlasøgan
Táið teir nú vóru komnir saman, spurdu teir Hann: „Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?“
Ápostlasøgan 1:7 Ápostlasøgan
Hann svaraði teimum: „Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi.
Ápostlasøgan 1:9 Ápostlasøgan
Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra.
Ápostlasøgan 1:10 Ápostlasøgan
Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum.
Ápostlasøgan 1:11 Ápostlasøgan
Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“
Ápostlasøgan 1:12 Ápostlasøgan
Tá fóru teir aftur til Jerusalem av fjallinum, sum kallast Oljufjallið og er nær við Jerusalem, sabbatsferð haðani.
Ápostlasøgan 1:13 Ápostlasøgan
Táið teir vóru komnir hagar, fóru teir upp í salin í erva, har sum teir hildu til – Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias, Filip, Tummas, Bartolomeus, Matteus, Jákup, sonur Alfeus, Símun Zelotes og Judas, sonur Jákup.
Ápostlasøgan 1:14 Ápostlasøgan
Allir hesir hildu á í bønini av einum huga saman við nøkrum kvinnum, Mariu, móður Jesus, og brøðrum Hansara.
Ápostlasøgan 1:15 Ápostlasøgan
Á hesum døgum reistist Pætur mitt ímillum brøðurnar – har var tá savnaður ein flokkur, okkurt um 120 í tali; hann segði:
Ápostlasøgan 1:16 Ápostlasøgan
„Tit menn, brøður! Skriftorðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin frammanundan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus.
Ápostlasøgan 1:17 Ápostlasøgan
Hann var jú roknaður millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.
Ápostlasøgan 1:18 Ápostlasøgan
Hann keypti sær nú jarðarstykki fyri lønina, ið hann hevði fingið fyri illgerð sína; og hann datt eftir høvdinum og skrædnaði av um miðju, og allur innvølur hansara kom út.