Merkaba (mystiskt hugtak)
474 versir um "Merkaba (mystiskt hugtak)"
Versir
Síða 9 av 10Jóel 1:16 Jóel
Sóu vit ikki føðina fara fyri einki, gleði og frøi svinna úr húsi Guds okkara!
Jóel 1:17 Jóel
Frækornini liggja skorpnað undir moldbøkkunum; goymslurnar eru oyddar, løðurnar niðurbrotnar, tí kornið er tornað burtur.
Jóel 1:18 Jóel
Sum kríatúrini geva seg! Neytafylgini renna rødd um, tí tey vita ongastaðni at eta; eisini seyðafylgini noyðast at líða neyð.
Jóel 1:19 Jóel
Til Tín, HARRI, rópi eg! Tí eldur hevur oytt beitini í oyðimørkini, og login hevur sviðið øll trø á markini.
Jóel 1:20 Jóel
Um tað so eru dýrini á markini, rópa tey til Tín; tí løkirnir eru upptornaðir, og eldur hevur oytt haglendið í oyðimørkini.
Mika 2:1 Mika
Vei teimum, ið hugsa upp órætt og hava ilt í huga, meðan teir liggja á legu síni, og so, av tí at teir hava makt til tað, seta tað í verk, við tað sama sum lýsir av degi!
Mika 2:2 Mika
Teir tráa eftir økrum – og ræna teir; teir tráa eftir húsum – og taka tey; teir gera yvirgangsverk móti manninum og húsi hansara, móti bóndanum og óðali hansara.
Mika 2:3 Mika
Tí sigur HARRIN so: Eg upphugsi ilt móti hesi ætt, vanlukkur, ið tit ikki skulu fáa rist av hálsi tykkara; og tit skulu ikki ganga so stoltir, tí tað verður ónd tíð.
Mika 2:4 Mika
Tann dag skal táttur verða kvøðin um tykkum, og sorgarsongur sungin; sagt skal verða: „Tað er yvirstaðið – okkum býður ikki bøtur; arvalut fólks míns skiftir Hann nú út til aðrar – hygg, hvussu Hann tekur hann frá mær! Til fráfalnar býtir Hann út akrar okkara!“
Mika 2:5 Mika
Tí skalt tú ongan hava, sum strekkir út málisnøri yvir lut í samkomu HARRANS.
Mika 2:6 Mika
„Prædikið ikki!“ – so prædika teir; „tit mugu ikki prædika um slíkt – máti skal tó vera við háðorðum!“
Mika 2:7 Mika
Hvat er tað, tú sigur, hús Jákups! Er HARRIN tá skjótur at ilskast! Hava gerðir Hansara víst nakað slíkt! Eru ikki orð Míni honum mild, ið ber seg rætt at!
Mika 2:8 Mika
Men tað er einki nýtt, at fólk Mítt hevur reist seg sum fíggindi Mín; tit skræða kappan uttan av kyrtli friðarfólks, sum kemur gangandi og einki ilt varir.
Mika 2:9 Mika
Kvinnur fólks Míns reka tit út úr húsunum, sum vóru gleði teirra; frá smábørnum teirra taka tit við alla prýðið, ið Eg hevði givið teimum.
Mika 2:10 Mika
Avstað, og burt við tykkum! Her er eingin hvíldarstaður fyri tykkum – tað ger óreinska tykkara, sum voldir undirgang, og tað ógrøðandi undirgang!
Mika 2:11 Mika
Kom ein við tómum orðum og sviki og lygn og segði: „Eg skal prædika fyri tær um vín og sterkan drykk“ – hann hevði hóskað til at prædika fyri hesum fólki!
Mika 2:12 Mika
Eg skal savna teg, Jákup, savna tykkum, so mong sum tit eru; sanka saman skal Eg tað, sum eftir er av Ísrael; Eg skal reka tey saman sum seyð í rætt, sum fylgi á haga sín, so har skal verða gangur av fólki.
Mika 2:13 Mika
Slóðbrótarin gongur undan teimum; teir bróta seg ígjøgnum, ganga inn um portrið og fara út um tað; kongur teirra fer fyri teimum, og HARRIN er á odda hjá teimum.
Nahum 1:1 Nahum
Spádómur um Nineve. Bókin um tað, ið Nahum Elkositur sá.
Nahum 1:2 Nahum
Strangur Gud og hevnari er HARRIN; hevnari er HARRIN og fullur av vreiði; hevnari er HARRIN mótstøðumonnum Sínum, ein, sum støðugt ber vreiði móti fíggindum Sínum.
Nahum 1:3 Nahum
HARRIN er langmóðigur, men stórur í kraft; órevsaðan letur HARRIN aldri hin seka vera. Í ódnarveðri og stormi er vegur Hansara, og skýggj eru dustið undir fótum Hansara.
Nahum 1:4 Nahum
Hann hóttir at sjónum og turkar hann upp, og Hann letur allar áir torna; Basan og Karmel følna, alt grønt á Libanon følnar.
Nahum 1:5 Nahum
Fjøllini skelva fyri Honum, og heyggjarnir bráðna; jørðin lyftir seg upp fyri ásjón Hansara, jarðarríki og øll, ið har búgva.
Nahum 1:6 Nahum
Hvør verður standandi, táið Hann verður illur! Hvør er mentur at bera brennandi vreiði Hansara! Vreiði Hansara geisar fram sum eldur, og fjøllini bresta sundur fyri Honum.
Nahum 1:7 Nahum
HARRIN er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann.
Nahum 1:8 Nahum
Men við vatnflóð, sum leggur yvir alt, skal Hann gera enda á grundini, ið tað* stendur á, og myrkrið skal elta fíggindar Hansara.
Nahum 1:9 Nahum
Hvat eru tað fyri ráð, tit leggja upp móti HARRANUM! Hann skal forkoma tykkum, heimsøkingin skal ikki koma tvær ferðir!
Nahum 1:10 Nahum
Um teir so eru samanfløktir sum tornir og so fullir, sum fyllskapur teirra fær gjørt teir, skulu teir kortini verða brendir upp sum skróvturrur hálmur.
Nahum 1:11 Nahum
Úr tær* gekk út ein, sum hevði ilt í huga móti HARRANUM, ein, ið legði upp gudleys ráð.
Nahum 1:12 Nahum
So sigur HARRIN: Hvussu sterkir og hvussu nógvir teir* so eru, skulu teir kortini verða skornir av og hvørva. Um Eg so havi plágað teg,** skal Eg ikki plága teg longur;
Nahum 1:13 Nahum
nei, nú skal Eg bróta ok hansara av tær og slíta bond tíni.
Nahum 1:14 Nahum
Men um teg* gevur HARRIN hetta boð: Eingin skal verða føddur meir, sum ber navn títt; úr húsi guds tíns skal Eg beina fyri bæði útskornum og stoyptum myndum; Eg skal gera tær grøv til – tí tú ert funnin ov lættur!
Habakkuk 1:1 Habakkuk
Spádómurin, ið opinberaður varð Habakkuk profeti.
Habakkuk 1:2 Habakkuk
Hvussu leingi, HARRI, skal eg kalla, uttan at Tú hoyrir? Eg rópi til Tín undan yvirgangi, og Tú frelsir ikki!
Habakkuk 1:3 Habakkuk
Hví letur Tú meg skoða óndskap, og hvussu fært Tú sjálvur sæð slíka órættvísi? Oyðing og yvirgangur standa fyri eygum mínum; av tí koma trætur, og stríð reisist upp.
Habakkuk 1:4 Habakkuk
Tí er lógin máttleys, og rætturin sleppur aldri fram; tí gudleysir kringseta hin rættvísa – tí kemur rætturin fram rangvørgur.
Habakkuk 1:5 Habakkuk
Hyggið rundan um tykkum millum tjóðirnar, og óttist, ja, óttist! Tí verk geri Eg á tykkara døgum – tit høvdu ikki trúð tí, um sagt varð tykkum frá tí.
Habakkuk 1:6 Habakkuk
Tí Eg lati Kaldearar reisast, hitt grumma og raska fólkið, ið fer fram um alla jørðina at taka í ogn bústaðir, sum eru ogn annara.
Habakkuk 1:7 Habakkuk
Øgiligt og ræðuligt er tað; frá sær sjálvum tekur tað rætt sín og stórleika sín.
Habakkuk 1:8 Habakkuk
Hestar tess eru kvikari enn leopardar og renna skjótari enn úlvar á kvøldi; hestmenn tess koma við rúkandi ferð, ja, úr fjarløgu koma hestmenn tess; teir flúgva sum ørnin, táið hon skjýtur seg niður á rán sítt.
Habakkuk 1:9 Habakkuk
Allir koma teir at gera yvirgangsverk; hugurin til bardaga drívur teir fram; teir savna fangar sum sand.
Habakkuk 1:10 Habakkuk
Teir spotta kongar, og høvdingar eru teimum til látur; teir læa at hvørjum verndarvirki; teir dunga upp mold móti tí og taka tað.
Habakkuk 1:11 Habakkuk
So fúka teir avstað sum vindurin, halda fram – og draga skyld oman yvir seg; styrki sína hava teir til gud.
Habakkuk 1:12 Habakkuk
Ert Tú ikki frá fornum tíðum HARRIN Gud mín, heilagi mín! – Vit skulu ikki doyggja. HARRI! Til at fullføra dóm hevur Tú sett teir. Tú, klettur okkara! Til at revsa hevur Tú givið teimum vald.
Habakkuk 1:13 Habakkuk
Tú, hvørs eygu eru rein, so Tú fært ikki hugt upp á ilt, og sum ikki orkar at síggja neyð – hví hyggur Tú at trúleysum, hví ert Tú tigandi, táið hin gudleysi forkemur honum, ið rættvísari er enn hann?
Habakkuk 1:14 Habakkuk
Tú hevur jú gjørt við menniskju sum við fiskarnar í sjónum, sum við skriðdýrini, ið ongan harra hava!
Habakkuk 1:15 Habakkuk
Teir* draga tey øll upp við ongli sínum, savna tey í nót sína og sanka tey í garn sítt; tí eru teir fróir og fegnast.
Habakkuk 1:16 Habakkuk
Tí ofra teir til nót sína og brenna roykilsi fyri garni sínum; við teimum verður jú lutur teirra feitur, og føði teirra sterk.
Habakkuk 1:17 Habakkuk
Men skulu teir fyri tað framvegis sleppa at tøma nót sína og uttan íhald drepa fólkasløg og ikki eira!
Haggai 1:1 Haggai
Annað árið ið Darius var kongur, tann fyrsta í sætta mánaði, kom orð HARRANS við Haggai profeti til Zerubbabel, son Sealtiel, landsstjóra í Juda, og til Josva, son Józadak, høvuðsprest; Hann segði: