Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

Merkaba (mystiskt hugtak)

474 versir um "Merkaba (mystiskt hugtak)"

Versir

Síða 8 av 10
Hásongurin 1:2 Hásongurin

„Hann kyssi meg, kyssi meg við munni sínum! Tí kærleiki tín er betri enn vín.

4
Hásongurin 1:3 Hásongurin

Søtur er angin av smyrslum tínum, navn títt er úthelt olja; tí elska moyggjar teg.

4
Hásongurin 1:4 Hásongurin

Drag meg! Við skundi skulu vit fylgja tær. Kongurin tók meg inn í kømur síni. Vit skulu frøa og gleða okkum í tær, vit skulu prísa kærleika tínum meir enn víni; av sonnum hjarta elska tær teg.

4
Hásongurin 1:5 Hásongurin

Svørt eri eg, men yndislig kortini, tit døtur Jerusalems, sum tjøld Kedars, sum tjaldteppi Sálomos.

4
Hásongurin 1:6 Hásongurin

Hyggið ikki at mær, fyri tað at eg eri so svørt, fyri tað at eg eri so brend av sólini! Synir móður mínar vórðu illir við meg, teir settu meg at røkta víngarðarnar, mín egna víngarð havi eg ikki røktað.

4
Hásongurin 1:7 Hásongurin

Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar røktar tú fylgi títt? Hvar letur tú tað hvíla um middagin? Hví skal eg ganga sum vilst kvinna hjá fylgjum felaga tína?“

4
Hásongurin 1:8 Hásongurin

„Veitst tú tað ikki, tú hin vakrasta av kvinnum, so far bert avstað í sporum fylgisins og røkta geitalomb tíni við tjøld hirðanna!

4
Hásongurin 1:9 Hásongurin

Við gangararnar fyri vagni Faraos líkni eg teg, elskaða mín!

4
Hásongurin 1:10 Hásongurin

Yndisligar eru kinnar tínar undir ketunum, hálsur tín í perlurøðunum.

4
Hásongurin 1:11 Hásongurin

Gullketur skulu vit gera tær við silvurkúlum á.“

4
Hásongurin 1:12 Hásongurin

„So leingi sum kongurin sat við borð sítt, gav nardus mítt góðan anga.

4
Hásongurin 1:13 Hásongurin

Vinur mín er mær myrrapungur, sum eg beri í barminum.

4
Hásongurin 1:14 Hásongurin

Vinur mín er mær tyssi av syprisberum úr víngørðunum í En-Gedi.“

4
Hásongurin 1:15 Hásongurin

„Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur.“

4
Hásongurin 1:16 Hásongurin

„Sum tú ert vakur, vinur mín, sum tú ert lívsælur! Og lega okkara er grøn.

4
Hásongurin 1:17 Hásongurin

Bjálkarnir í húsi okkara eru sedrisviður, tað er bróstað við syprisviði.“

4
Jeremias 1:1 Jeremias

Orð Jeremiasar, sonar Hilkia, sum var ein av prestunum í Anatot í Benjaminslandi.

4
Jeremias 1:2 Jeremias

Orð HARRANS kom til hansara á døgum Josiasar, kongs í Juda, sonar Amons, trettanda árið ið hann sat við stýrið,

4
Jeremias 1:3 Jeremias

og síðani á døgum Jójakims, kongs í Juda, sonar Josiasar, líka til seinast á ellivta ári judakongs Zedekiasar, sonar Josiasar – líka til íbúgvar Jerusalems vórðu herleiddir í fimta mánaði.

4
Jeremias 1:4 Jeremias

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

4
Jeremias 1:5 Jeremias

„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“

4
Jeremias 1:6 Jeremias

Men eg svaraði: „Á Harri HARRI! Eg dugi jú ikki at tala, eg, sum so ungur eri!“

4
Jeremias 1:7 Jeremias

Tá segði HARRIN við meg: „Sig ikki: „Eg eri so ungur!“ Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala.

4
Jeremias 1:8 Jeremias

Tú skalt ikki óttast tey; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær! – sigur HARRIN.“

4
Jeremias 1:9 Jeremias

HARRIN rætti út hondina og nam við munn mín; og HARRIN segði við meg: „Nú leggi Eg orð Míni í munn tín.

4
Jeremias 1:10 Jeremias

Eg seti teg í dag yvir tjóðirnar og yvir ríkini, til at slíta upp og ríva niður, leggja í oyði og bróta niður, byggja og planta.“

4
Jeremias 1:11 Jeremias

Nú kom orð HARRANS til mín; Hann segði: „Hvat sært tú, Jeremias?“ Eg svaraði: „Eg síggi grein av mandlutræi.“

4
Jeremias 1:12 Jeremias

Tá segði HARRIN við meg: „Beint hevur tú sæð; tí Eg skal vakja yvir orði Mínum, so Eg lati tað ganga út.“

4
Jeremias 1:13 Jeremias

Uppaftur kom orð HARRANS til mín; Hann segði: „Hvat sært tú?“ Eg svaraði: „Eg síggi kókandi pott; hann er vendur higar úr norðri.“

4
Jeremias 1:14 Jeremias

HARRIN segði við meg: „Úr norðri skal vanlukkan koma kókandi yvir øll, sum í landinum búgva.

4
Jeremias 1:15 Jeremias

Tí Eg sendi boð eftir øllum ættum fólkanna í ríkjunum í norðri – sigur HARRIN – og teir skulu koma og reisa hvør hásæti sítt uttan fyri portur Jerusalems, móti øllum múrum tess rundanum og móti øllum býunum í Juda.

4
Jeremias 1:16 Jeremias

Og Eg skal fella dóm yvir tey aftur fyri allan óndskap teirra – at tey vendu Mær bakið, brendu roykilsi fyri øðrum gudum og tilbóðu handaverk síni.

4
Jeremias 1:17 Jeremias

Gyrð tú tí nú lendar tínar og stíg fram og tala til teirra alt, ið Eg áleggi tær! Ver ikki ræddur fyri teimum, tí annars skal Eg gera teg ræddan fyri teimum!

4
Jeremias 1:18 Jeremias

Og Eg geri teg í dag til víggirda borg, jarnstólpa og koparmúr móti øllum landinum, móti kongunum í Juda, høvdingunum og prestunum har og móti øllum fólkinum í landinum,

4
Jeremias 1:19 Jeremias

so teir skulu ikki verða mentir at basa tær – tóat teir fara at berjast móti tær; tí Eg eri við tær og skal hjálpa tær – sigur HARRIN.“

4
Jóel 1:1 Jóel

Orð HARRANS, ið kom til Jóel, son Petuel.

4
Jóel 1:2 Jóel

Hoyrið hetta, tit gomlu! Lurtið eftir, øll, sum í landinum búgva! Hevur slíkt hent á døgum tykkara, ella á døgum fedra tykkara!

4
Jóel 1:3 Jóel

Tit skulu siga børnum tykkara frá tí, børn tykkara sínum børnum, og børn teirra næsta ættarliðinum.

4
Jóel 1:4 Jóel

Tað, ið gnagarin* leivdi, át grashoppan upp; tað, ið grashoppan leivdi, át bítarin* upp, og tað, ið bítarin leivdi, át skavarin* upp.

4
Jóel 1:5 Jóel

Vaknið, tit druknu, og grátið! Venið tykkum, allir, ið drekka vín! Tí vínberjaløgurin er ryktur burtur frá munni tykkara.

4
Jóel 1:6 Jóel

Tí tjóð er komin móti landi Mínum, sterk og óteljandi; tenn hennara eru sum leyvutenn, hon hevur jakslir sum honleyvan.

4
Jóel 1:7 Jóel

Hon hevur so heilt gjørt enda á víntrøum Mínum, brotið fikutrø Míni; hon hevur gjørt tey púra ber og kastað tey burt; greinar teirra eru vorðnar hvítar.

4
Jóel 1:8 Jóel

Vena teg sum moyggj, ið gongur í syrgibúna eftir ungdómsbrúðgóm sín!

4
Jóel 1:9 Jóel

Matoffur og drykkjuoffur eru horvin úr húsi HARRANS; prestarnir, tænarar HARRANS, syrgja.

4
Jóel 1:10 Jóel

Markin er oydd, akurlandið syrgir; tí kornið er oytt, vínið er tornað upp, og oljan er horvin.

4
Jóel 1:11 Jóel

Bøndurnir eru vónbrotnir, víngarðsmenninir vena seg; tí hveitin og byggið, grøðin á markini er farin fyri einki.

4
Jóel 1:12 Jóel

Víntræið er tornað burtur, og fikutræið er følnað; granateplatræið, pálmin og eplatræið – øll trøini á markini – eru tornað burtur, ja, øll gleði er horvin frá menniskjabørnunum.

4
Jóel 1:13 Jóel

Latið tykkum í syrgibúna og gremjið tykkum, tit prestar! Venið tykkum, tit, ið gera tænastu við altarið! Farið inn og sitið alla náttina í syrgibúna, tit tænarar Guds míns! Tí matoffur og drykkjuoffur eru horvin úr húsi Guds tykkara.

4
Jóel 1:14 Jóel

Lýsið heilaga føstu, boðið hátíðarstevnu, fáið saman hinar elstu, ja, allar, sum í landinum búgva, í húsi HARRANS Guds tykkara, og rópið til HARRAN!

4
Jóel 1:15 Jóel

Vei okkum – á tann dagur! Dagur HARRANS er nær og kemur sum oyðing frá hinum Alvalda.

4