Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

Merkaba (mystiskt hugtak)

474 versir um "Merkaba (mystiskt hugtak)"

Versir

Síða 7 av 10
Fyrra Krønikubók 1:48 Fyrra Krønikubók

Táið Samla doyði, tók Saul úr Rehobot við ánna ríkið eftir hann.

4
Fyrra Krønikubók 1:49 Fyrra Krønikubók

Táið Saul doyði, tók Ba’al-Hanan, sonur Akbor, ríkið eftir hann.

4
Fyrra Krønikubók 1:50 Fyrra Krønikubók

Táið Ba’al-Hanan doyði, tók Hadad ríkið eftir hann; býur hansara æt Pa’i, og kona hansara æt Mehetabel; hon var dóttir Matred, dóttur Mezahab.

4
Fyrra Krønikubók 1:51 Fyrra Krønikubók

So doyði Hadad. Ættarhøvdingar Edoms vóru: Høvdingarnir Timna, Alja, Jetet,

4
Fyrra Krønikubók 1:52 Fyrra Krønikubók

Oholibama, Ela, Pinon,

4
Fyrra Krønikubók 1:53 Fyrra Krønikubók

Kenaz, Teman, Mibzar,

4
Fyrra Krønikubók 1:54 Fyrra Krønikubók

Magdiel og Iram. – Hetta vóru ættarhøvdingar Edoms.

4
Seinna Krønikubók 6:1 Seinna Krønikubók

Tá segði Sálomo: „HARRIN hevur sagt, at Hann skal búgva í bølmyrkrinum.

4
Seinna Krønikubók 6:2 Seinna Krønikubók

Nú havi eg bygt Tær hús til bústað, eitt stað, har Tú kanst búgva til ævigar tíðir.“

4
Seinna Krønikubók 6:3 Seinna Krønikubók

Síðani vendi kongurin sær á og signaði alla samkomu Ísraels; øll samkoma Ísraels stóð.

4
Seinna Krønikubók 6:4 Seinna Krønikubók

Hann segði: „Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum við munni Sínum talaði við Dávid, faðir mín, og við hond Síni hevur uppfylt tað, ið Hann lovaði, táið Hann segði:

4
Seinna Krønikubók 6:5 Seinna Krønikubók

„Frá tí degi Eg leiddi fólk Mítt út av Egyptalandi, havi Eg ongan bý í nakrari av øllum ættum Ísraels útvalt, so har skuldi verða bygt hús, navni Mínum til bústað; ei heldur havi Eg útvalt nakran mann til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum.

4
Seinna Krønikubók 6:6 Seinna Krønikubók

Men Eg útvaldi Jerusalem, navni Mínum til bústað, og Eg útvaldi Dávid til at ráða yvir Ísrael, fólki Mínum.“

4
Seinna Krønikubók 6:7 Seinna Krønikubók

Dávid, faðir mín, hevði í huga at byggja navni HARRANS Guds Ísraels hús;

4
Seinna Krønikubók 6:8 Seinna Krønikubók

men HARRIN segði við Dávid, faðir mín: „At tú hevur í huga at byggja navni Mínum hús, tað er beint av tær;

4
Seinna Krønikubók 6:9 Seinna Krønikubók

tó skalt ikki tú byggja húsið; nei, sonur tín, sum út skal ganga úr lendum tínum, hann skal byggja navni Mínum húsið.“

4
Seinna Krønikubók 6:10 Seinna Krønikubók

Nú hevur HARRIN uppfylt lyftið, ið Hann gav; eg eri komin í stað Dávids, faðirs míns, og eri setstur í hásæti Ísraels – soleiðis sum HARRIN lovaði – og eg havi bygt navni HARRANS Guds Ísraels húsið;

4
Seinna Krønikubók 6:11 Seinna Krønikubók

eg havi har sett ørkina, sum sáttmáli HARRANS er í, sáttmálin, ið Hann gjørdi við Ísraelsmenn.“

4
Seinna Krønikubók 6:12 Seinna Krønikubók

– Nú steig Sálomo fram fyri altar HARRANS, meðan øll samkoma Ísraels var hjástødd, og breiddi út hendurnar.

4
Seinna Krønikubók 6:13 Seinna Krønikubók

Tí Sálomo hevði latið gera pall av kopari, fimm alin langan, fimm alin breiðan og tríggjar alin høgan, og sett hann mitt í garðin; á honum stóð hann nú. Og hann fall á knæ framman fyri alla samkomu Ísraels, breiddi út hendurnar móti himli

4
Seinna Krønikubók 6:14 Seinna Krønikubók

og segði: „HARRI Gud Ísraels! Eingin gudur er sum Tú, í Himli ella á jørð, Tú, sum heldur sáttmála Tín við tænarar Tínar og goymir teimum náði – táið teir av øllum hjarta sínum liva fyri ásjón Tíni –

4
Seinna Krønikubók 6:15 Seinna Krønikubók

Tú, sum hevur hildið tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum; Tú lovaði tað við munni Tínum, og við hond Tíni hevur Tú uppfylt tað – sum í dag gongur sjón fyri søgn.

4
Seinna Krønikubók 6:16 Seinna Krønikubók

Halt tá nú, HARRI Gud Ísraels, tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, táið Tú segði: „Aldri skal fattast maður av avkomi tínum til at sita í hásæti Ísraels fyri ásjón Míni – so satt sum synir tínir akta eftir leið síni og liva eftir lóg Míni, soleiðis sum tú hevur livað fyri ásjón Míni“!

4
Seinna Krønikubók 6:17 Seinna Krønikubók

Lat tí nú, HARRI Gud Ísraels, orðið ganga út, sum Tú talaði við tænara Tín Dávid!

4
Seinna Krønikubók 6:18 Seinna Krønikubók

Men ber tað nú til, at Gud býr hjá menniskjunum á jørðini? Himlarnir, ja, Himlar Himlanna taka Teg ikki – hvussu mikið minni tá ikki hetta hús, ið eg havi bygt!

4
Seinna Krønikubók 6:19 Seinna Krønikubók

Kortini skalt Tú venda Tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara – HARRI Gud mín – og hoyra rópið og bønina, ið tænari Tín ber fram fyri ásjón Tína,

4
Seinna Krønikubók 6:20 Seinna Krønikubók

so eygu Tíni vera opin yvir hesum húsi dag og nátt, yvir staðnum, har sum Tú hevur sagt, at Tú skalt lata navn Títt búgva – so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður, vendur móti hesum staði.

4
Seinna Krønikubók 6:21 Seinna Krønikubók

Tú skalt hoyra tær eyðmjúku ákallanir, ið tænari Tín og Ísrael, fólk Títt, senda upp, vend móti hesum staði; Tú skalt hoyra tær, har sum Tú býrt, í Himli; Tú skalt hoyra og fyrigeva.

4
Seinna Krønikubók 6:22 Seinna Krønikubók

Táið onkur syndar móti næsta sínum, og teir áleggja honum at gera eið og lata hann svørja – kemur hann tá og ger eiðin fyri altari Tínum í hesum húsi,

4
Seinna Krønikubók 6:23 Seinna Krønikubók

so skalt Tú hoyra tað í Himli og leggja uppí og lata tænarar Tínar fáa rætt teirra – Tú skalt løna hinum seka aftur og lata gerðir hansara koma yvir hansara egna høvd og døma hin rættvísa rættvísan og lata hann fáa eftir rættvísi hansara.

4
Seinna Krønikubók 6:24 Seinna Krønikubók

Táið Ísrael, fólk Títt, liggur undir fyri fíggindum sínum, aftur fyri at tey synda móti Tær, men tey so venda við, játta navn Títt og í hesum húsi biðja til Tín og bøna um náði fyri ásjón Tíni,

4
Seinna Krønikubók 6:25 Seinna Krønikubók

tá skalt Tú hoyra tað í Himli, fyrigeva synd Ísraels, fólks Tíns, og leiða tey aftur í landið, sum Tú gavst teimum og fedrum teirra.

4
Seinna Krønikubók 6:26 Seinna Krønikubók

Táið himmalin verður afturlatin, so regn kemur ikki, aftur fyri at tey synda móti Tær, og tey tá biðja, vend móti hesum staði, játta navn Títt og venda við frá synd síni – av tí at Tú eyðmýkir tey –

4
Seinna Krønikubók 6:27 Seinna Krønikubók

tá skalt Tú hoyra tað í Himli og fyrigeva synd tænara Tína og Ísraels, fólks Tíns, ja, Tú skalt vísa teimum hina góðu leið, ið tey skulu ganga, og Tú skalt geva regn yvir land Títt, tað, ið Tú gavst fólki Tínum at eiga.

4
Seinna Krønikubók 6:28 Seinna Krønikubók

Táið hungursneyð kemur í landinum, táið pest kemur, táið kornbrenning og gulnan kemur, grashoppur og gnagarar, táið fíggindar teirra treingja tey í landinum, har sum býir teirra liggja – táið onkur plága kemur, onkur sjúka

4
Seinna Krønikubók 6:29 Seinna Krønikubók

– um tá okkurt menniskja ella alt Ísrael, fólk Títt, ber fram bøn ella eyðmjúka ákallan, tí tey, hvørt fyri seg, kenna pláguna og sorgina, ið yvir tey er komin, og tí breiða út hendurnar móti hesum húsi,

4
Seinna Krønikubók 6:30 Seinna Krønikubók

so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, fyrgeva og lata ein og hvønn fáa eftir øllum gerðum hansara, av tí at Tú kennir hjarta hansara – tí eingin uttan Tú kennir hjarta menniskjanna –

4
Seinna Krønikubók 6:31 Seinna Krønikubók

so tey óttast Teg og ganga leiðir Tínar, allar teir dagar tey liva í landinum, sum Tú gavst fedrum okkara.

4
Seinna Krønikubók 6:32 Seinna Krønikubók

Eisini um ein fremmandur – ein, ið ikki er av Ísrael, fólki Tínum, men kemur úr landi langt burtur, tí hann hevur frætt um stóra navn Títt, sterku hond Tína og útrætta arm Tín – kemur og biður, vendur móti hesum húsi,

4
Seinna Krønikubók 6:33 Seinna Krønikubók

so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og gera alt tað, ið hesin fremmandi rópar til Tín um – so øll fólk á jørðini læra at kenna navn Títt og óttast Teg, eins og Ísrael, fólk Títt, og skilja, at hetta hús, ið eg havi bygt, er uppkallað eftir navni Tínum.

4
Seinna Krønikubók 6:34 Seinna Krønikubók

Táið fólk Títt fer í bardaga móti fíggindum sínum – leiðina ið Tú sendir teir – og teir tá biðja til Tín, vendir móti hesum býi, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum,

4
Seinna Krønikubók 6:35 Seinna Krønikubók

tá skalt Tú í Himli hoyra bøn og eyðmjúku ákallan teirra og lata teir fáa rætt teirra.

4
Seinna Krønikubók 6:36 Seinna Krønikubók

Táið tey synda móti Tær – tí einki menniskja er, sum ikki syndar – og Tú verður illur við tey og gevur tey í hendur fíggindans, og teir, ið hertaka tey, fara við teimum til annað land, tað veri nú langt burtur ella nær,

4
Seinna Krønikubók 6:37 Seinna Krønikubók

men tey so taka sær tað at hjarta í landinum, har sum tey eru fangar, venda við og bøna Teg um náði í landinum, har sum tey eru fangar, og siga: „Vit hava syndað, vit hava borið okkum illa at og verið ógudilig!“

4
Seinna Krønikubók 6:38 Seinna Krønikubók

– um tey nú venda við til Tín av øllum hjarta sínum og av allari sál síni í landinum, hagar tey eru flutt burtur og verða hildin fangað, og tey biðja, vend móti landi sínum, sum Tú gavst fedrum teirra, móti býnum, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum,

4
Seinna Krønikubók 6:39 Seinna Krønikubók

so skalt Tú í Himli, har sum Tú býrt, hoyra bøn og eyðmjúku ákallanir teirra, lata tey fáa rætt teirra og fyrigeva fólki Tínum tað, ið tey hava syndað móti Tær.

4
Seinna Krønikubók 6:40 Seinna Krønikubók

Lat tí nú, Gud mín, eygu Tíni vera opin, lat oyru Tíni lurta eftir bønini, ið biðin verður á hesum staði!

4
Seinna Krønikubók 6:41 Seinna Krønikubók

Reis Teg nú, HARRI Gud, og kom til hvíldarstað Títt, Tú og veldisørk Tín! Lat prestar Tínar, HARRI Gud, vera klæddar í frelsu, og heilagu Tíni gleðast í tí góða!

4
Seinna Krønikubók 6:42 Seinna Krønikubók

HARRI Gud! Vís ikki frá Tær ásjón hins salvaða Tíns, minst hina ríku miskunn, ið Tú hevur lovað Dávidi, tænara Tínum!“

4
Hásongurin 1:1 Hásongurin

Hásongurin. Eftir Sálomo.

4