Merkaba (mystiskt hugtak)
474 versir um "Merkaba (mystiskt hugtak)"
Versir
Síða 10 av 10Haggai 1:2 Haggai
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Hetta fólk sigur: „Enn er tíðin ikki komin – tíðin at byggja hús HARRANS.“
Haggai 1:3 Haggai
Orð HARRANS kom tá við Haggai profeti; Hann segði:
Haggai 1:4 Haggai
Er tíðin tá komin hjá tykkum at búgva í bróstaðu húsum tykkara, meðan hetta hús liggur í oyði!
Haggai 1:5 Haggai
Tí sigur nú HARRIN Gud herskaranna so: Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst!
Haggai 1:6 Haggai
Tit sáa nógv – men lítið kemur í hús; tit eta – men verða ikki mett; tit drekka – men fáa ikki tostan sløktan; tit klæða tykkum – men eingin verður heitur; og tann, ið tænir fyri løn, fær lønina í holutan pung.
Haggai 1:7 Haggai
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst!
Haggai 1:8 Haggai
Farið niðan á fjøllini eftir viði, og byggið húsið! Tað toknast Mær, og tá skal Eg vísa dýrd Mína – sigur HARRIN.
Haggai 1:9 Haggai
Tit væntaðu nógv – men lítið varð; og táið tit bóru tað í hús, blásti Eg tað burtur. Hví? – sigur HARRIN Gud herskaranna. Tí hús Mítt liggur í oyði, meðan tit hava nógv um at vera, hvør við hús sítt.
Haggai 1:10 Haggai
Tí hevur himmalin latið seg aftur yvir tykkum og gevur ikki døgg, og jørðin hevur sýtt tykkum grøði sína.
Haggai 1:11 Haggai
Eg havi kallað turk higar, yvir landið og fjøllini, yvir kornið, vínið, oljuna og alt tað, ið jørðin gevur av sær, yvir fólk og fæ og yvir alt tað, ið hendur tykkara virka.
Haggai 1:12 Haggai
Og Zerubbabel, sonur Sealtiel, og Josva, sonur Józadak, høvuðspresturin, og alt tað, ið eftir var av fólkinum, lurtaðu eftir rødd HARRANS Guds síns og eftir tí, sum Haggai profetur segði – tí HARRIN Gud teirra hevði sent hann – og fólkið óttaðist HARRAN.
Haggai 1:13 Haggai
Tá segði Haggai, sendiboð HARRANS, við fólkið – so sum HARRIN hevði álagt honum: Eg eri við tykkum – sigur HARRIN.
Haggai 1:14 Haggai
Og HARRIN vakti anda Zerubbabels, sonar Sealtiels, landsstjóra í Juda, anda Josva, sonar Józadaks, høvuðsprests, og anda als fólksins, ið eftir var, so teir komu og fóru undir arbeiðið upp á hús HARRANS Guds síns, Guds herskaranna;
Haggai 1:15 Haggai
tað var tann fjórða og tjúgunda í sætta mánaði, annað árið ið Darius var kongur.
Zakarias 3:1 Zakarias
Nú læt Hann meg síggja Josva høvuðsprest; hann stóð framman fyri eingil HARRANS, og Satan stóð undir høgru lið hansara at bera fram klagu móti honum.
Zakarias 3:2 Zakarias
Men HARRIN segði við Satan: „HARRIN revsi teg, Satan! HARRIN revsi teg, Hann, sum hevur útvalt Jerusalem! Er hesin* ikki brandur, ryktur úr eldinum!“
Zakarias 3:3 Zakarias
– Josva var í skitnum klæðum, har hann stóð framman fyri einglinum.
Zakarias 3:4 Zakarias
Tá tók eingilin til orða og segði við teir, ið framman fyri honum stóðu: „Latið hann úr hinum skitnu klæðunum!“ Og við hann sjálvan segði hann: „Eg havi tikið misbrot títt burtur frá tær, og tú skalt nú verða latin í hátíðarklæði.“
Zakarias 3:5 Zakarias
Framvegis segði hann: „Setið reina húgvu á høvd hansara!“ – Og teir settu ta reinu húgvuna á høvd hansara og lótu hann í onnur klæði, meðan eingil HARRANS stóð hjá.
Zakarias 3:6 Zakarias
Tá vitnaði eingil HARRANS fyri Josva og segði:
Zakarias 3:7 Zakarias
„So sigur HARRIN Gud herskaranna: Gongur tú leiðir Mínar og heldur boð Míni, so skalt tú eisini sleppa at stýra húsi Mínum og vera vaktari í forgørðum Mínum; og Eg skal lova tær at ganga millum hesar, ið her standa.
Zakarias 3:8 Zakarias
Hoyr nú, Josva, høvuðspresturin! Tú og vinir tínir, ið sita her framman fyri teg, tit eru fyriboðarar, at Eg skal lata tænara Mín Kvist koma.
Zakarias 3:9 Zakarias
Tí steinurin ið Eg havi lagt framman fyri Josva, yvir hesum steini vakja sjey eygu. Eg risti í hann innskriftina, ið hann skal hava – sigur HARRIN Gud herskaranna – og eftir einum degi taki Eg burtur misbrotið hjá hesum landi.
Zakarias 3:10 Zakarias
Tann dag – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tit bjóða hvør øðrum til veitslu undir víntrænum og fikutrænum.“