Merkaba (mystiskt hugtak)
474 versir um "Merkaba (mystiskt hugtak)"
Versir
Síða 5 av 10Seinna Sámuelsbók 1:20 Seinna Sámuelsbók
Sigið ikki frá tí í Gat, kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon – so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, døtur hinna óumskornu at rópa av gleði!
Seinna Sámuelsbók 1:21 Seinna Sámuelsbók
Gilboafjøll! Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, ei veri har markir, sum bera offurgávur! Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.
Seinna Sámuelsbók 1:22 Seinna Sámuelsbók
Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur.
Seinna Sámuelsbók 1:23 Seinna Sámuelsbók
Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í lívinum, skiltust ikki heldur í deyðanum; kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur.
Seinna Sámuelsbók 1:24 Seinna Sámuelsbók
Á døtur Ísraels! Grátið um Saul, sum klæddi tykkum fagurt í purpur, og sum setti gullstás á klæði tykkara!
Seinna Sámuelsbók 1:25 Seinna Sámuelsbók
Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum!
Seinna Sámuelsbók 1:26 Seinna Sámuelsbók
Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki.
Seinna Sámuelsbók 1:27 Seinna Sámuelsbók
– Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!“
Fyrra Kongabók 5:1 Fyrra Kongabók
Táið Hiram, kongurin í Týrus, fekk at frætta, at Sálomo var salvaður til kong eftir faðir sín, sendi hann tænarar sínar til hansara – tí Hiram hevði altíð verið vinmaður Dávids.
Fyrra Kongabók 5:2 Fyrra Kongabók
Og Sálomo sendi Hiram boð og læt siga:
Fyrra Kongabók 5:3 Fyrra Kongabók
„Tú veitst, at Dávid, faðir mín, fekk ikki bygt navni HARRANS Guds síns hús, av tí at kríggj leikaði á hann úr øllum ættum – inntil HARRIN legði fíggindar hansara undir føtur hansara.
Fyrra Kongabók 5:4 Fyrra Kongabók
Men nú hevur HARRIN Gud mín givið mær frið á øllum síðum; her eru eingir mótstøðumenn, og eingin vanlukka hóttir.
Fyrra Kongabók 5:5 Fyrra Kongabók
Tí havi eg nú í huga at byggja navni HARRANS Guds míns hús – sum HARRIN segði, táið Hann talaði so við Dávid, faðir mín: „Sonur tín, sum Eg skal seta í hásæti títt í tín stað, hann skal byggja navni Mínum húsið.“
Fyrra Kongabók 5:6 Fyrra Kongabók
Gev tí nú boð um, at teir skulu høgga mær sedristrø á Libanon; so skulu tænarar mínir arbeiða saman við tænarum tínum; løn skal eg lata tænarar tínar fáa, eftir sum tú sjálvur leggur á; tú veitst jú, at her hjá okkum er eingin, ið dugir so væl at fella trø sum Zidoningar.“
Fyrra Kongabók 5:7 Fyrra Kongabók
Táið Hiram fekk hesi boð frá Sálomo, varð hann ógvuliga glaður, og hann segði: „Lovaður veri HARRIN í dag, sum hevur givið Dávidi vísan son at stýra hasum stóra fólki!“
Fyrra Kongabók 5:8 Fyrra Kongabók
Og Hiram sendi Sálomo boð og læt siga: „Eg havi fingið boðini, ið tú sendi mær; eg skal á allan hátt gera, sum tú biður meg, viðvíkjandi sedristrøum og sypristrøum.
Fyrra Kongabók 5:9 Fyrra Kongabók
Tænarar mínir skulu fáa tey av Libanon oman at sjónum, og eg skal lata leggja tey í flakar á sjónum og føra, hagar sum tú sigur mær til; har skal eg lata taka flakarnar sundur, og so kemur tú eftir trøunum. Men so mást tú gera tað, ið eg biði teg, og lata meg fáa matvørur til hús mítt.“
Fyrra Kongabók 5:10 Fyrra Kongabók
Hiram læt so Sálomo fáa sedristrø og sypristrø, so mong sum hann vildi hava.
Fyrra Kongabók 5:11 Fyrra Kongabók
Og Sálomo sendi Hiram 20000 kor av hveiti til føði fyri hús hansara, og 20 kor av olju av stoyttum oljuberum; hetta sendi Sálomo Hiram á hvørjum ári.
Fyrra Kongabók 5:12 Fyrra Kongabók
HARRIN gav Sálomo vísdóm, soleiðis sum Hann hevði lovað honum; og friður var millum Hiram og Sálomo; teir gjørdu sáttmála hvør við annan.
Fyrra Kongabók 5:13 Fyrra Kongabók
Sálomo kongur tók nú út pliktarbeiðsmenn úr øllum Ísrael; pliktarbeiðsmenninir vóru 30000 mans.
Fyrra Kongabók 5:14 Fyrra Kongabók
Teir sendi hann so til Libanon, 10000 í senn hvønn mánað, soleiðis at teir vóru ein mánað á Libanon og tveir mánaðir heima. Adoniram var yvir pliktarbeiðsmonnunum.
Fyrra Kongabók 5:15 Fyrra Kongabók
Sálomo hevði 70000 mans, sum bóru, og 80000 steinhøggarar í fjøllunum,
Fyrra Kongabók 5:16 Fyrra Kongabók
umframt arbeiðsformenninar – sum vóru 3300 í tali; teir vóru settir yvir fólkið, ið arbeiddi.
Fyrra Kongabók 5:17 Fyrra Kongabók
Eftir boði kongsins brutu teir upp stórar steinar, dýrabarar steinar, so grundin til húsið kundi verða løgd av høgdum gróti.
Fyrra Kongabók 5:18 Fyrra Kongabók
Byggimeistarar Sálomos og Hirams og menninir úr Gebal høgdu teir til, og gjørdu til bæði viðin og steinarnar, ið húsið skuldi byggjast av.
Seinna Kongabók 5:1 Seinna Kongabók
Na’aman, herhøvdingi áramskongs, hevði nógv at siga hjá harra sínum og var nógv virdur; tí við honum hevði HARRIN givið Áramearum sigur; hann var veldigur kappi, men spitalskur.
Seinna Kongabók 5:2 Seinna Kongabók
Nú høvdu Áramearar einaferð á herjiferð tikið við sær sum fanga úr Ísraelslandi eina smágentu; hon var komin at tæna hjá konu Na’aman.
Seinna Kongabók 5:3 Seinna Kongabók
Hon segði við matmóður sína: „Hevði harri mín bert verið hjá profetinum í Samaria! Hann hevði hjálpt honum frá spitalskuni.“
Seinna Kongabók 5:4 Seinna Kongabók
Na’aman fór so inn til harra sín og segði honum frá hesum: „So og so hevur gentan úr Ísraelslandi sagt.“
Seinna Kongabók 5:5 Seinna Kongabók
Tá segði kongurin í Áram: „Far hagar! Eg skal lata teg fáa bræv við til ísraelskong.“ Hann fór nú avstað og tók við sær 10 talentir av silvuri, 6000 seklar av gulli og 10 hátíðarklædningar.
Seinna Kongabók 5:6 Seinna Kongabók
Og hann fekk ísraelskongi brævið. Í tí stóð: „… Og nú, táið tú fært hetta bræv, skalt tú vita, at eg havi sent tænara mín Na’aman til tín, fyri at tú skalt hjálpa honum frá spitalsku hansara.“
Seinna Kongabók 5:7 Seinna Kongabók
Táið ísraelskongur hevði lisið brævið, skræddi hann klæði síni og segði: „Eri eg Gud, so eg havi vald yvir deyða og lívi – síðani hann sendir mær boð og vil hava meg at hjálpa manni frá spitalsku hansara! Tit síggja tá greitt, at hann leitar sær føri til stríð við meg!“
Seinna Kongabók 5:8 Seinna Kongabók
Men táið Elisa gudsmaður frætti, at ísraelskongur hevði skrætt klæði síni, sendi hann boð til kongin og læt siga: „Hví hevur tú skrætt klæði tíni? Lat hann koma til mín! So skal hann sanna, at profetur er í Ísrael.“
Seinna Kongabók 5:9 Seinna Kongabók
So kom Na’aman við hestum og vagni sínum og steðgaði fyri durum Elisa.
Seinna Kongabók 5:10 Seinna Kongabók
Elisa sendi boð út til hansara og læt siga: „Far og baða tær í Jordan sjey ferðir! So verður likam títt frískt aftur, og tú verður reinur.“
Seinna Kongabók 5:11 Seinna Kongabók
Tá kom ilt í Na’aman, og hann rýmdi avstað aftur við hesum orðum: „Eg hugsaði, at hann fór at koma út til mín, stíga fram og ákalla navn HARRANS Guds síns og førka hondina aftur og fram yvir staðnum og soleiðis taka burtur spitalskuna!
Seinna Kongabók 5:12 Seinna Kongabók
Eru ikki Abana og Parpar, áirnar við Damaskus, betri enn øll vøtn í Ísrael! Kundi eg ikki baðað mær í teimum og verðið reinur!“ Síðani vendi hann við og helt avstað í vreiði.
Seinna Kongabók 5:13 Seinna Kongabók
Men tænarar hansara stigu fram og søgdu við hann: „Faðir! Hevði profeturin álagt tær okkurt, sum var nógv fyri, hevði tú tá ikki gjørt tað! Hvussu mikið meiri tá ikki, nú ið hann bert sigur við teg: „Baða tær, so verður tú reinur!““
Seinna Kongabók 5:14 Seinna Kongabók
Tá fór hann oman og fór sjey ferðir undir í Jordan – soleiðis sum gudsmaðurin hevði sagt; likam hansara varð tá frískt aftur sum á smábarni, og hann varð reinur.
Seinna Kongabók 5:15 Seinna Kongabók
So vendi hann við aftur til gudsmannin við øllum fylgi sínum, og táið hann var komin hagar, steig hann fram fyri hann og segði: „Nú veit eg, at eingin Gud er á allari jørðini uttan í Ísrael! Tak tí nú við gávu frá tænara tínum!“
Seinna Kongabók 5:16 Seinna Kongabók
Men hann svaraði: „So satt sum HARRIN livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Eg taki ongum við!“ Og tóat hann bað hann mikið um at taka við henni, vildi hann kortini ikki.
Seinna Kongabók 5:17 Seinna Kongabók
Tá segði Na’aman: „Síðani tú ikki vilt, so lat tó tænara tín fáa so mikið av mold, sum tvey múldýr bera! Tí tænari tín skal aldri aftur ofra brennioffur ella sláturoffur til aðrar gudar, nei, eina til HARRAN.
Seinna Kongabók 5:18 Seinna Kongabók
Men eitt man HARRIN fara at fyrigeva tænara tínum: Táið harri mín* fer inn í tempul Rimmons at tilbiðja, og hann styðjar seg við hond mína, og eg kasti meg niður har í templi Rimmons, so man HARRIN fara at fyrigeva tænara tínum hetta – at eg kasti meg niður í templi Rimmons.“
Seinna Kongabók 5:19 Seinna Kongabók
Hann svaraði: „Far í friði!“ So skiltust teir. Men táið hann var komin nakað frá honum,
Seinna Kongabók 5:20 Seinna Kongabók
segði Gehazi, tænari Elisa gudsmans: „Har hevur harri mín latið handa Áramearan Na’aman sloppið og hevur ikki havt frá honum tað, ið hann hevði við! So satt sum HARRIN livir, renni eg aftan á honum og fái mær okkurt frá honum!“
Seinna Kongabók 5:21 Seinna Kongabók
So skundaði Gehazi sær aftan á Na’aman. Táið Na’aman sá ein koma rennandi aftan á sær, leyp hann niður úr vagninum, fór ímóti honum og segði: „Veit væl við?“
Seinna Kongabók 5:22 Seinna Kongabók
Hann svaraði: „Ja! Men harri mín hevur sent meg við hesum boðum: „Júst nú eru tveir ungir menn úr Efra’imsfjøllum komnir til mín, tveir profetalærisveinar; lat teir fáa talent av silvuri og tvinni hátíðarklæði!““
Seinna Kongabók 5:23 Seinna Kongabók
Men Na’aman segði: „Ger mær tað til vildar, at tú hevur tvær talentir!“ – Og hann bað hann mikið um tað, læt síðani tvær talentir av silvuri í tveir pungar, tók tvinni hátíðarklæði og fekk tveimum tænarum sínum tað; og teir bóru tað fyri honum.
Seinna Kongabók 5:24 Seinna Kongabók
Men táið hann kom at hæddini, tók hann tað frá teimum og fjaldi tað í húsinum; so læt hann menninar fara, og teir fóru leið sína.