Merkaba (mystiskt hugtak)
474 versir um "Merkaba (mystiskt hugtak)"
Versir
Síða 4 av 10Dómararnir 2:21 Dómararnir
so skal Eg heldur ikki hereftir reka so mikið sum eitt av fólkunum burtur, sum Josva læt vera eftir, táið hann doyði.
Dómararnir 2:22 Dómararnir
Við teimum skuldi Ísrael verða roynt, um tey vildu akta eftir vegi HARRANS og ganga hann – eins og fedrar teirra gjørdu – ella ikki.“
Dómararnir 2:23 Dómararnir
HARRIN læt tá hesi fólkasløg verða og hevði ongan skund við at reka tey burtur – Hann gav tey ikki í hendur Josva.
Fyrra Sámuelsbók 1:1 Fyrra Sámuelsbók
Í Ramatajim-Zofim á Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Elkana; hann var sonur Jeroham, son Elihu, son Tohu, son Zuf, ein Efra’imit.
Fyrra Sámuelsbók 1:2 Fyrra Sámuelsbók
Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna, og onnur Peninna; Peninna átti børn, men Hanna ikki.
Fyrra Sámuelsbók 1:3 Fyrra Sámuelsbók
Hesin maður fór á hvørjum ári úr býi sínum at tilbiðja HARRAN Gud herskaranna og ofra til Hansara í Silo; har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri HARRANUM.
Fyrra Sámuelsbók 1:4 Fyrra Sámuelsbók
Og táið dagurin kom, at Elkana bar fram offur sítt, gav hann konu síni Peninnu og øllum sonum og døtrum hennara hvørjum sítt stykki av ofrinum;
Fyrra Sámuelsbók 1:5 Fyrra Sámuelsbók
men Hannu gav hann dupult so stórt stykki; tí hann elskaði Hannu, tóat HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
Fyrra Sámuelsbók 1:6 Fyrra Sámuelsbók
Hin kona hansara plagdi eisini – fyri at loypa ilt í hana – at arga hana nógv við tí, at HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
Fyrra Sámuelsbók 1:7 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis gekk ár eftir ár: Hvørja ferð tey fóru til hús HARRANS, argaði hon hana á henda hátt – og so græt hon og vildi einki eta.
Fyrra Sámuelsbók 1:8 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Elkana, maður hennara, við hana: „Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?“
Fyrra Sámuelsbók 1:9 Fyrra Sámuelsbók
So var tað, einaferð tey høvdu etið og drukkið í Silo, tá reistist Hanna – Eli, presturin, sat á stóli sínum við durastavin í halgidómi HARRANS –
Fyrra Sámuelsbók 1:10 Fyrra Sámuelsbók
og í hjartasorg síni bað hon til HARRAN og græt sárliga.
Fyrra Sámuelsbók 1:11 Fyrra Sámuelsbók
Og hon gjørdi lyfti og segði: „HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!“
Fyrra Sámuelsbók 1:12 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón HARRANS, og Eli fylgdi við eygunum munni hennara;
Fyrra Sámuelsbók 1:13 Fyrra Sámuelsbók
men við tað at Hanna bað innantanna, og bert varrar hennara rørdust, men rødd hennara hoyrdist ikki, so helt Eli hana vera drukna
Fyrra Sámuelsbók 1:14 Fyrra Sámuelsbók
og segði við hana: „Hvussu leingi fert tú at ganga og vera drukkin? Síggj til, at tú letur renna av tær!“
Fyrra Sámuelsbók 1:15 Fyrra Sámuelsbók
Men Hanna svaraði: „Nei, harri! Eg eri kvinna, ið ber tunga sorg í hjartanum; vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg úthelti bert hjarta mítt fyri ásjón HARRANS.
Fyrra Sámuelsbók 1:16 Fyrra Sámuelsbók
Halt ikki tænastukvinnu tína vera vánakonufólk! Nei, alla tíðina havi eg talað út av stóru sorg og gremju míni!“
Fyrra Sámuelsbók 1:17 Fyrra Sámuelsbók
Eli svaraði: „Far í friði! Gud Ísraels skal geva tær tað, ið tú hevur biðið Hann um!“
Fyrra Sámuelsbók 1:18 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði hon: „Lat tænastukvinnu tína finna náði fyri eygum tínum!“ – So fór kvinnan avstað, og nú át hon og sá ikki longur so sorgarbundin út.
Fyrra Sámuelsbók 1:19 Fyrra Sámuelsbók
Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp og tilbóðu fyri ásjón HARRANS; so fóru tey avstað og komu heimaftur til sín sjálvs í Rama. Og Elkana kom konu síni Hannu nær, og HARRIN mintist hana;
Fyrra Sámuelsbók 1:20 Fyrra Sámuelsbók
hon varð við barn og átti son árið eftir og gav honum navnið Sámuel; „tí“ – segði hon – „eg havi biðið mær hann frá HARRANUM!“
Fyrra Sámuelsbók 1:21 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú Elkana við øllum húsi sínum fór hagar aftur at bera HARRANUM fram hitt árliga ofrið og lyftisoffur sítt,
Fyrra Sámuelsbók 1:22 Fyrra Sámuelsbók
fór Hanna ikki við; tí hon segði við mann sín: „Eg skal bíða, inntil drongurin er vandur av brósti; tá skal eg fara hagar við honum, so hann kann verða leiddur fram fyri ásjón HARRANS og verða verandi har við alla.“
Fyrra Sámuelsbók 1:23 Fyrra Sámuelsbók
Elkana, maður hennara, segði við hana: „Ger, sum tær tykir best, verð heima, inntil tú hevur vant hann av brósti! Hevði HARRIN bert uppfylt orð Sítt!“ So varð konan tá verandi heima og hevði son sín á brósti, inntil hon vandi hann av.
Fyrra Sámuelsbók 1:24 Fyrra Sámuelsbók
Men táið hon hevði vant hann av, tók hon hann við sær hagar og hevði eisini við sær tríggjar tarvar, efu av mjøli og skinnsekk við víni; so fór hon við honum inn í hús HARRANS í Silo. Men drongurin var enn heilt lítil.
Fyrra Sámuelsbók 1:25 Fyrra Sámuelsbók
So drópu tey ein tarv og fóru síðani inn til Eli við dronginum.
Fyrra Sámuelsbók 1:26 Fyrra Sámuelsbók
Og hon segði: „Hoyr meg, harri! So satt sum tú livir, harri, eg eri kvinnan, ið stóð her hjá tær og bað til HARRAN.
Fyrra Sámuelsbók 1:27 Fyrra Sámuelsbók
Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um.
Fyrra Sámuelsbók 1:28 Fyrra Sámuelsbók
Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!“ – Og tey tilbóðu HARRAN har.
Seinna Sámuelsbók 1:1 Seinna Sámuelsbók
Táið Saul var deyður, og Dávid var komin aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Amalekitum, steðgaði Dávid tveir dagar í Ziklag.
Seinna Sámuelsbók 1:2 Seinna Sámuelsbók
Tá kom triðja dagin maður úr herinum, frá Saul, við klæðunum skræddum og mold á høvdinum; táið hann kom til Dávid, kastaði hann seg til jarðar fyri honum.
Seinna Sámuelsbók 1:3 Seinna Sámuelsbók
Dávid spurdi hann: „Hvaðani kemur tú?“ Hann svaraði: „Eg eri flýddur úr heri Ísraels.“
Seinna Sámuelsbók 1:4 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Hvussu hevur gingist? Sig mær tað!“ Hann svaraði: „Fólkið flýddi úr bardaganum; nógvir av fólkinum eru falnir og deyðir; eisini Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir.“
Seinna Sámuelsbók 1:5 Seinna Sámuelsbók
Tá segði Dávid við hin unga mannin, ið bar honum hesi tíðindi: „Hvussu veitst tú, at Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir?“
Seinna Sámuelsbók 1:6 Seinna Sámuelsbók
Hin ungi maðurin, ið hevði borið honum tíðindini, svaraði: „Tað bar so á, at eg kom niðan á Gilboafjall, og har fekk eg at síggja Saul, ið stóð fram á spjót sítt; vagnarnir og hestmenninir herjaðu harðliga á hann.
Seinna Sámuelsbók 1:7 Seinna Sámuelsbók
Táið hann nú vendi sær á og fekk at síggja meg, rópti hann meg, og eg svaraði: „Her eri eg!“
Seinna Sámuelsbók 1:8 Seinna Sámuelsbók
Hann spurdi: „Hvør ert tú?“ Eg svaraði: „Eg eri Amalekitur.“
Seinna Sámuelsbók 1:9 Seinna Sámuelsbók
Tá segði hann við meg: „Kom higar og gev mær deyðastingin! Tí eg havi fingið krampa, og lívsmegin er tó øll í mær enn.“
Seinna Sámuelsbók 1:10 Seinna Sámuelsbók
Eg fór tá yvir til hansara og gav honum deyðastingin; tí eg sá, at hann kom ikki at liva, táið hann var dottin. So tók eg kongaprýðið, ið hann hevði á høvdinum, og ringin, ið hann hevði um armin, og hevði tey við higar til harra mín.“
Seinna Sámuelsbók 1:11 Seinna Sámuelsbók
Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey, og sama gjørdu allir menninir, ið hjá honum vóru.
Seinna Sámuelsbók 1:12 Seinna Sámuelsbók
Og líka til kvølds syrgdu, grótu og fastaðu teir um Saul og Jónatan, son hansara, og um fólk HARRANS og hús Ísraels, at teir vóru falnir fyri svørði.
Seinna Sámuelsbók 1:13 Seinna Sámuelsbók
Síðani segði Dávid við hin unga mannin, ið hevði borið honum tíðindini: „Hvaðani ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri sonur ein Amalekit, ið er fluttur inn higar.“
Seinna Sámuelsbók 1:14 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Ræddist tú kortini ikki at leggja hond á hin salvaða HARRANS og drepa hann?“
Seinna Sámuelsbók 1:15 Seinna Sámuelsbók
– So rópti Dávid ein av monnum sínum og segði: „Kom higar og høgg hann niður!“ Og hann drap hann.
Seinna Sámuelsbók 1:16 Seinna Sámuelsbók
Dávid segði við hann: „Blóð títt komi yvir títt egna høvd! Tí tín egni muður vitnaði móti tær, táið tú segði: „Eg havi dripið hin salvaða HARRANS.““
Seinna Sámuelsbók 1:17 Seinna Sámuelsbók
Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara,
Seinna Sámuelsbók 1:18 Seinna Sámuelsbók
og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“* – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“**:
Seinna Sámuelsbók 1:19 Seinna Sámuelsbók
„Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum – á, at hetjurnar skuldu falla!