leið / stígur
958 versir um "leið / stígur"
Versir
Síða 6 av 20Orðtøkini 12:13 Orðtøkini
Tann, ið óndur er, kemur fastur í syndina, sum varrar hansara gera, men hin rættvísi sleppur úr neyðini.
Orðtøkini 12:14 Orðtøkini
Av ávøksti muns síns verður maðurin mettaður við góðum, og tað, ið hendur menniskjans hava gjørt, verður tí afturlønt.
Orðtøkini 12:15 Orðtøkini
Vegur dárans er beinur í hansara egnu eygum, men tann, ið lurtar eftir ráðum, er vísur.
Orðtøkini 12:16 Orðtøkini
Vreiði dárans verður kend sama dag, men hin klóki verður spottaður – og letst sum einki.
Orðtøkini 12:17 Orðtøkini
Tann, sum talar tað, ið rætt er, fremur sannleika, men falskt vitni talar svik.
Orðtøkini 12:18 Orðtøkini
Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.
Orðtøkini 12:19 Orðtøkini
Sannorðað vørr verður standandi í allar ævir, men lygitunga bert eina løtu.
Orðtøkini 12:20 Orðtøkini
Tey, sum smíða ilt, hava svik í hjartanum, men tey, sum fáa frið í lag, hava gleði.
Orðtøkini 12:21 Orðtøkini
Einki ilt rámar hin rættvísa, men gudleysum trýtur ikki vanlukka.
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini
Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.
Orðtøkini 12:23 Orðtøkini
Hin klóki dylur kunnskap sín, men hjarta dáranna rópar út dárskap sín.
Orðtøkini 12:24 Orðtøkini
Hond hins hugagóða kemur at stýra, men leti verður trælur.
Orðtøkini 12:25 Orðtøkini
Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir.
Orðtøkini 12:26 Orðtøkini
Hin rættvísi vegleiðir næsta sín, men vegur gudleysra villleiðir tey sjálv.
Orðtøkini 12:27 Orðtøkini
Leti steikir ikki veiðu sína, men ídni er menniskjanum dýrabarur skattur.
Orðtøkini 12:28 Orðtøkini
Á rættvísivegi er lív, og gøtur hansara leiða ikki í deyðan.
Orðtøkini 13:1 Orðtøkini
Vísur sonur lurtar eftir revsing faðirs síns, men spottarin leggur ikki í, um hann verður deildur.
Orðtøkini 13:2 Orðtøkini
Av ávøksti muns síns nýtur maðurin gott, men hini trúleysu hungra eftir yvirgangi.
Orðtøkini 13:3 Orðtøkini
Tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, varðar lív sítt, men tann, ið letur varrarnar langt sundur, honum verður tað til vanlukku.
Orðtøkini 13:4 Orðtøkini
Hin lati tráar – og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett.
Orðtøkini 13:5 Orðtøkini
Hin rættvísi hatar lygitalu, men hin gudleysi ger tað, ið ilt og skammiligt er.
Orðtøkini 13:6 Orðtøkini
Rættvísi er honum vernd, sum livir ólastandi, men gudloysi fellir tann, ið ger synd.
Orðtøkini 13:7 Orðtøkini
Mangur letst ríkur og eigur tó púra einki, og mangur letst fátækur og eigur tó nógv.
Orðtøkini 13:8 Orðtøkini
Ríkidømi mansins er loysigjald fyri lív hansara, men hin fátæki fær ongar hóttur at hoyra.
Orðtøkini 13:9 Orðtøkini
Ljós rættvísra logar bjart, men lampa gudleysra sløknar.
Orðtøkini 13:10 Orðtøkini
Við hugmóði voldir ein einki uttan split, men vísdómur er hjá teimum, ið taka við ráðum.
Orðtøkini 13:11 Orðtøkini
Skjótfingin ríkdómur svinnur burt, men tann, ið savnar so við og við, nørir um góðs sítt.
Orðtøkini 13:12 Orðtøkini
At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ.
Orðtøkini 13:13 Orðtøkini
Tann, ið vanvirðir orðið, forkemur sær sjálvum, men tann, ið óttast boðið, fær løn.
Orðtøkini 13:14 Orðtøkini
Læra hins vísa er kelda lívsins; við henni sleppur ein undan snerrum deyðans.
Orðtøkini 13:15 Orðtøkini
Skilagott menniskja verður avhildið, men harður er vegur svikaranna.
Orðtøkini 13:16 Orðtøkini
Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili, men dárin breiðir út dárskap.
Orðtøkini 13:17 Orðtøkini
Gudleyst sendiboð fellur í vanlukku, men trúfastur boðberi er heilsubót.
Orðtøkini 13:18 Orðtøkini
Armóð og skomm fær tann, sum ikki vil vita av tykt, men tann, ið aktar eftir revsing, verður ærdur.
Orðtøkini 13:19 Orðtøkini
Uppfylt ynski er sálini søtt – men at víkja frá illum er dárum andstygd!
Orðtøkini 13:20 Orðtøkini
Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.
Orðtøkini 13:21 Orðtøkini
Vanlukka eltir syndarar, men rættvís verða lønt við góðum.
Orðtøkini 13:22 Orðtøkini
Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.
Orðtøkini 13:23 Orðtøkini
Nýbrotið land fátækrafólks gevur nógva føði, men mangur verður ryktur burtur, tí hann ger ikki tað, ið rætt er.
Orðtøkini 13:24 Orðtøkini
Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.
Orðtøkini 13:25 Orðtøkini
Hin rættvísi etur, so hann verður mettur, men hini gudleysu ganga við tómum maga.
Orðtøkini 14:1 Orðtøkini
Kvinnuvísdómur byggir hús sítt, men dárskapur rívur tað niður við hondum sínum.
Orðtøkini 14:2 Orðtøkini
Tann, ið sannhjartaður gongur fram, óttast HARRAN, men tann, ið gongur sniðgøtur, vanvirðir Hann.
Orðtøkini 14:3 Orðtøkini
Í munni dárans er koyril hugmóðs hansara, men varrar hinna vísu eru vernd teirra.
Orðtøkini 14:4 Orðtøkini
Har sum eingir tarvar eru, er krubban tóm, men ríkligur vinningur kemur við styrki tarvsins.
Orðtøkini 14:5 Orðtøkini
Trúfast vitni lýgur ikki, men tann, ið talar lygn, er falskt vitni.
Orðtøkini 14:6 Orðtøkini
Spottarin leitar eftir vísdómi, men finnur hann ikki, men hinum vitiga er liðuligt at vinna kunnskap.
Orðtøkini 14:7 Orðtøkini
Far frá dáranum – ei fanst tú vit á vørrum hansara!
Orðtøkini 14:8 Orðtøkini
Vísdómur hins klóka er, at hann skilir veg sín, men dárskapur dáranna er, at teir dára seg sjálvar.
Orðtøkini 14:9 Orðtøkini
Dárar verða spottaðir av sínum egna skyldofri, men vælvild ræður millum rættsint.