Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

leið / stígur

958 versir um "leið / stígur"

Versir

Síða 4 av 20
Orðtøkini 8:30 Orðtøkini

– tá var eg verkstjóri Hansara, og eg var gleði Hansara dag eftir dag; altíð spældi eg fyri ásjón Hansara;

2
Orðtøkini 8:31 Orðtøkini

eg spældi á allari jørð Hansara, so víð sum hon var, og gleði mína hevði eg í menniskjabørnunum.

2
Orðtøkini 8:32 Orðtøkini

Og nú, børn, lurtið eftir mær! Sæl eru tey, sum fylgja leiðum mínum!

2
Orðtøkini 8:33 Orðtøkini

Lurtið eftir tykt míni og verðið vís, vanvirðið hana ikki!

2
Orðtøkini 8:34 Orðtøkini

Sælur er tann, ið lurtar eftir mær, so hann dag um dag vakir við dyr mínar og heldur vakt við durastavir mínar!

2
Orðtøkini 8:35 Orðtøkini

Tí tann, ið finnur meg, finnur lívið og fær náði frá HARRANUM.

2
Orðtøkini 8:36 Orðtøkini

Men tann, ið ikki finnur meg, skaðar seg sjálvan; ein og hvør, ið hatar meg, elskar deyðan.“

2
Orðtøkini 9:1 Orðtøkini

Vísdómurin hevur bygt sær hús, hon hevur høgt til hinar sjey stólpar sínar;

2
Orðtøkini 9:2 Orðtøkini

hon hevur dripið fæ sítt og blandað vín sítt, hon hevur eisini sett á borð sítt;

2
Orðtøkini 9:3 Orðtøkini

hon hevur sent út gentur sínar og býður inn á hinum hægstu støðunum í býnum:

2
Orðtøkini 9:4 Orðtøkini

„Tann, ið óroyndur er, hann komi higar!“ Ja, við tann, ið einki vit hevur, sigur hon:

2
Orðtøkini 9:5 Orðtøkini

„Komið og smakkið breyð mítt, og drekkið av víninum, ið eg havi blandað!

2
Orðtøkini 9:6 Orðtøkini

Latið fávitsku fara, so skulu tit liva, og gangið beint fram eftir vegi vitsins!

2
Orðtøkini 9:7 Orðtøkini

Tann, ið revsar spottara, vinnur sær sjálvum vanæru, og tann, ið setur at hinum gudleysa, heystar skomm.

2
Orðtøkini 9:8 Orðtøkini

Hav ikki at spottara, tí hann hatar teg fyri tað! Hav at hinum vísa – hann skal elska teg fyri tað!

2
Orðtøkini 9:9 Orðtøkini

Lær hin vísa, so verður hann enn vísari! Lær hin rættvísa, so gongur hann fram í lærdómi!

2
Orðtøkini 9:10 Orðtøkini

At óttast HARRAN er upphav vísdóms, og at kenna hin Heilaga, tað er vit.

2
Orðtøkini 9:11 Orðtøkini

Tí við mær verða dagar tínir mangir, og ár lívs tíns eykast.

2
Orðtøkini 9:12 Orðtøkini

Ert tú vísur, ert tú tað til títt egna gagn, og ert tú spottari, kemur tú einsamallur at bera tað.“

2
Orðtøkini 9:13 Orðtøkini

Dárskapurin er kát kvinna, ber fávitska, og einki hon skilir.

2
Orðtøkini 9:14 Orðtøkini

Hon situr fyri húsdurum sínum, í hásæti á heyggi í býnum,

2
Orðtøkini 9:15 Orðtøkini

og býður teimum inn, sum koma framvið, teimum, ið ganga leið sína beint fram:

2
Orðtøkini 9:16 Orðtøkini

„Tann, ið óroyndur er, hann komi higar!“ Ja, við tann, ið einki vit hevur, sigur hon:

2
Orðtøkini 9:17 Orðtøkini

„Stolið vatn er søtt, og leskiliga smakkar breyð, etið í loyndum!“

2
Orðtøkini 9:18 Orðtøkini

– Men hann veit ikki, at har búgva deydningarnir, at gestir hennara eru í djúpi deyðaríkisins.

2
Orðtøkini 10:1 Orðtøkini

Orðtøk Sálomos. Vísur sonur gleðir faðir sín, men sonur, sum er dári, er sorg móður sínar.

2
Orðtøkini 10:2 Orðtøkini

Skattir gudloysis bata einki, men rættvísi frelsir frá deyðanum.

2
Orðtøkini 10:3 Orðtøkini

HARRIN letur ikki hin rættvísa hungra, men tráan gudleysra vísir Hann frá Sær.

2
Orðtøkini 10:4 Orðtøkini

Fátækur verður tann, ið arbeiðir við latari hond, men hond hins hugagóða ger ríkan.

2
Orðtøkini 10:5 Orðtøkini

Klókur sonur savnar um summarið; sonur, sum er dári, svevur heystardag.

2
Orðtøkini 10:6 Orðtøkini

Signingar koma yvir høvd hins rættvísa, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala.

2
Orðtøkini 10:7 Orðtøkini

Minnið um hin rættvísa verður signað, men navn gudleysra rotnar burtur.

2
Orðtøkini 10:8 Orðtøkini

Tann, ið hevur vísdóm í hjartanum, tekur við boðum, men tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.

2
Orðtøkini 10:9 Orðtøkini

Tann, ið lýtaleyst livir, gongur trygt, men tann, ið gongur sniðgøtur, verður avdúkaður.

2
Orðtøkini 10:10 Orðtøkini

Tann, ið blunkar við eyganum, voldir ilt, og tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.

2
Orðtøkini 10:11 Orðtøkini

Muður hins rættvísa er kelda lívsins, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala.

2
Orðtøkini 10:12 Orðtøkini

Hat vekur split, men kærleiki fjalir allar syndir.

2
Orðtøkini 10:13 Orðtøkini

Á vørrum hins klóka er vísdómur at finna, men stavurin er til rygg hansara, sum einki vit hevur.

2
Orðtøkini 10:14 Orðtøkini

Hini vísu goyma kunnskapin, ið tey hava, men muður dárans hóttir við oyðing.

2
Orðtøkini 10:15 Orðtøkini

Góðs hins ríka er fasti staður hansara, men armóð fátækra er vanlukka teirra.

2
Orðtøkini 10:16 Orðtøkini

Tað, sum hin rættvísi vinnur, verður honum til lív; inntøka hins gudleysa verður honum til synd.

2
Orðtøkini 10:17 Orðtøkini

At akta eftir tykt er vegurin til lívið, men tann, ið vísir revsing frá sær, villist.

2
Orðtøkini 10:18 Orðtøkini

Tann, ið loynir hat, hevur falskar varrar, og tann, ið flytur útspilling, er dári.

2
Orðtøkini 10:19 Orðtøkini

Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur.

2
Orðtøkini 10:20 Orðtøkini

Tunga hins rættvísa er útvalt silvur, men hjarta gudleysra er einki vert.

2
Orðtøkini 10:21 Orðtøkini

Varrar hins rættvísa leska mong, men dárarnir doyggja, tí teir hava einki vit.

2
Orðtøkini 10:22 Orðtøkini

Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan, og Hann leggur onga sorg aftrat henni.

2
Orðtøkini 10:23 Orðtøkini

Dáranum er tað stuttleiki at gera skammleysar gerðir, men vísdómur er hinum vitiga manni lystur.

2
Orðtøkini 10:24 Orðtøkini

Tað, sum hin gudleysi ræðist fyri, skal koma á hann, men tað, sum rættvís ynskja sær, verður teimum givið.

2
Orðtøkini 10:25 Orðtøkini

Táið stormurin kemur, er úti við hinum gudleysa, men hin rættvísi stendur á ævigari grund.

2