Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

kvinnafaldari

581 versir um "kvinnafaldari"

Versir

Síða 7 av 12
Matteus 13:23 Matteus

Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst; ein gevur hundraðfaldan, ein sekstifaldan og ein tríatifaldan.“

13
Matteus 13:24 Matteus

Annað líknilsi setti Hann teimum fram; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er at líkna við mann, sum sáaði gott sáð í veltu sína.

13
Matteus 13:25 Matteus

Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur.

13
Matteus 13:26 Matteus

Táið nú sáðið vaks upp og bar grøði, kom eisini illgrasið til sjóndar.

13
Matteus 13:27 Matteus

Tænarar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: „Harri! Sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgrasið?“

13
Matteus 13:28 Matteus

Hann svaraði teimum: „Tað hevur ein fíggindi gjørt.“ Tænararnir søgdu við hann: „Vilt tú tá, at vit skulu fara og sanka tað saman?“

13
Matteus 13:29 Matteus

Men hann segði: „Nei; tí tá kunnu tit koma at slíta upp hveitina við, saman við illgrasinum, táið tit sanka tað saman.

13
Matteus 13:30 Matteus

Latið bæði vaksa saman til heystar! Táið so akurin skal skerast, skal eg siga við teir, ið skera hann: Sankið fyrst illgrasið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men savnið hveitina inn í løðu mína!““

13
Matteus 13:31 Matteus

Annað líknilsi setti Hann fram fyri teir; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er líkt sinnopskorni, sum maður tók og sáaði í veltu sína.

13
Matteus 13:32 Matteus

Víst er tað minni enn alt annað fræ; men táið tað veksur upp, er tað størri enn urtirnar og verður træ, so fuglar himmalsins koma og byggja reiður í greinum tess.“

13
Matteus 13:33 Matteus

Annað líknilsi talaði Hann til teirra: „Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.“

13
Matteus 13:34 Matteus

Alt hetta talaði Jesus í líknilsum til fólkið, og uttan líknilsi talaði Hann einki til teirra –

13
Matteus 13:35 Matteus

fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: „Eg skal lata upp munnin í líknilsum, eg skal bera fram tað, ið dult hevur verið, frá tí heimurin varð grundaður.“

13
Matteus 13:36 Matteus

So læt Hann fólkið fara og fór til hús. Og lærisveinar Hansara komu til Hansara og søgdu: „Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!“

13
Matteus 13:37 Matteus

Hann svaraði: „Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er Menniskjasonurin;

13
Matteus 13:38 Matteus

veltan er heimurin, hitt góða sáðið er børn ríkisins; men illgrasið er børn hins ónda;

13
Matteus 13:39 Matteus

fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin; heystið er endi tíðarinnar; teir, ið skera akurin, eru einglar.

13
Matteus 13:40 Matteus

Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda.

13
Matteus 13:41 Matteus

Menniskjasonurin skal senda út einglar Sínar, og teir skulu sanka saman úr ríki Hansara alt tað, sum voldir fall, og tey, sum gera órætt.

13
Matteus 13:42 Matteus

Og teir skulu kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.

13
Matteus 13:43 Matteus

Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!

13
Matteus 13:44 Matteus

Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.

13
Matteus 13:45 Matteus

Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum.

13
Matteus 13:46 Matteus

Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana.

13
Matteus 13:47 Matteus

Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum.

13
Matteus 13:48 Matteus

Táið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg niður og savna hinar góðu upp í íløt, men kasta burtur hinar vánaligu.

13
Matteus 13:49 Matteus

Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu

13
Matteus 13:50 Matteus

og kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.

13
Matteus 13:51 Matteus

Hava tit fatað alt hetta?“ Teir svaraðu Honum: „Ja.“

13
Matteus 13:52 Matteus

Tá segði Hann við teir: „Tí er hvør skriftlærdur, sum upplærdur er til ríki Himmiríkis, líkur húsbónda, ið tekur fram nýtt og gamalt av tí, hann hevur.“

13
Matteus 13:53 Matteus

Táið Jesus hevði sett fram øll hesi líknilsi, fór Hann avstað haðani.

13
Matteus 13:54 Matteus

Hann kom nú til heimbygd Sína og lærdi tey í sýnagogu teirra, so at tey vórðu ovfarin og søgdu: „Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir?

13
Matteus 13:55 Matteus

Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas!

13
Matteus 13:56 Matteus

Og systrar Hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum! Hvaðani hevur Hann tá alt hetta?“

13
Matteus 13:57 Matteus

So tóku tey sær ilt av Honum. Men Jesus segði við tey: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi.“

13
Matteus 13:58 Matteus

Og Hann gjørdi ikki mangar kraftargerðir har; tí tey trúðu ikki.

13
Matteus 14:1 Matteus

Um hesa tíðina frætti Heródes fjórðingshøvdingi tíðindini um Jesus.

13
Matteus 14:2 Matteus

Tá segði hann við tænarar sínar: „Hatta er Jóhannes doypari! Hann er risin upp frá hinum deyðu; tí virka hesar kreftir í honum.“

13
Matteus 14:3 Matteus

Tí Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann í fangahús. Tað komst av Heródias, konu Filip, bróður hansara.

13
Matteus 14:4 Matteus

Tí Jóhannes hevði sagt við hann: „Tú hevur ikki loyvi at hava hana.“

13
Matteus 14:5 Matteus

Og hann hevði fegin viljað dripið hann; men hann ræddist fólkið; tí tey hildu hann vera profet.

13
Matteus 14:6 Matteus

Men táið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródias fyri teimum, og Heródesi líktist so væl á hana,

13
Matteus 14:7 Matteus

at hann við eiði lovaði at geva henni, hvat hon so vildi hava.

13
Matteus 14:8 Matteus

Og av tí at móðir hennara fekk hana til tað, segði hon tá: „Gev mær higar høvd Jóhannesar doypara á fati!“

13
Matteus 14:9 Matteus

Tá varð kongurin illa við; men av tí at hann hevði svorið, og gestirnir høvdu hoyrt, beyð hann, at tað skuldi verða henni givið.

13
Matteus 14:10 Matteus

Hann sendi so menn sínar avstað og læt Jóhannes hálshøgga í fangahúsinum.

13
Matteus 14:11 Matteus

Høvd hansara varð tá borið fram á fati og givið gentuni, og hon bar móður síni tað.

13
Matteus 14:12 Matteus

Lærisveinar hansara komu nú og tóku líkið og jarðaðu tað; síðani fóru teir og søgdu Jesusi frá hesum.

13
Matteus 14:13 Matteus

Táið Jesus hoyrdi tað, fór Hann í báti burt haðani til oyðið stað fyri Seg sjálvan; men táið fólkið fekk hetta at hoyra, fóru tey til gongu aftan á Honum úr bygdunum.

13
Matteus 14:14 Matteus

Táið Hann kom á land, sá Hann tí nógv fólk har; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, og Hann grøddi tey av teimum, sum sjúk vóru.

13