Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

kvinnafaldari

581 versir um "kvinnafaldari"

Versir

Síða 5 av 12
Matteus 11:3 Matteus

„Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?“

13
Matteus 11:4 Matteus

Jesus svaraði teimum: „Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hoyra og síggja:

13
Matteus 11:5 Matteus

Blind síggja, og lamin ganga; spitølsk verða reinsað, og deyv hoyra; deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum –

13
Matteus 11:6 Matteus

og sælur er tann, ið ikki tekur sær ilt av Mær!“

13
Matteus 11:7 Matteus

Táið nú teir fóru avstað, tók Jesus at tala til fólkið um Jóhannes: „Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Rør, ið sveiggjar fyri vindinum?

13
Matteus 11:8 Matteus

Ella hvat fóru tit út at síggja? Mann í fínum klæðum? – Teir, sum ganga fínt klæddir, eru í kongahøllunum.

13
Matteus 11:9 Matteus

Ella hvat fóru tit út at síggja? Profet? Ja, sigi Eg tykkum: Og meir enn profet!

13
Matteus 11:10 Matteus

Tí hann er tann, ið skrivað er um: „Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær veg Tín til reiðar.“

13
Matteus 11:11 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Størri enn Jóhannes doypari er eingin stigin fram millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Himmiríkis er størri enn hann.

13
Matteus 11:12 Matteus

Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi, við at nýta vald skræða menn tað til sín.

13
Matteus 11:13 Matteus

Tí allir profetarnir og lógin hava profeterað – líka til Jóhannes;

13
Matteus 11:14 Matteus

og – vilja tit taka við tí: Hann er Elias, ið koma skal.

13
Matteus 11:15 Matteus

Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!

13
Matteus 11:16 Matteus

Men hvat skal Eg líkna hesa ætt við? Hon líkist børnum, ið sita á torgunum og rópa til onnur børn:

13
Matteus 11:17 Matteus

„Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki! Vit sungu sorgarsongir, og tit grótu ikki!“

13
Matteus 11:18 Matteus

Tí Jóhannes kom – hann hvørki át ella drakk – og tey siga: „Hann hevur illan anda!“

13
Matteus 11:19 Matteus

Menniskjasonurin kom – Hann etur og drekkur – og tey siga: „Hygg – átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!“ Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av børnum sínum.“

13
Matteus 11:20 Matteus

Tá fór Hann at revsa býirnar, har flestu kraftargerðir Hansara vóru gjørdar, tí teir høvdu ikki vent við:

13
Matteus 11:21 Matteus

„Vei tær, Korazin! Vei tær, Betsaida! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tykkum, gjørdar í Týrus og Sidon, høvdu teir langt síðani vent við í sekki og øsku.

13
Matteus 11:22 Matteus

Tó, Eg sigi tykkum: Týrus og Sidon skal gangast frægari dómsdagin enn tykkum.

13
Matteus 11:23 Matteus

Og tú, Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tær, gjørdar í Sodoma, hevði tað staðið til henda dag.

13
Matteus 11:24 Matteus

Tó, Eg sigi tykkum: Sodomalandi skal gangast frægari dómsdagin enn tær.“

13
Matteus 11:25 Matteus

Á teirri tíð tók Jesus til orða og segði: „Eg prísi Tær, Faðir, harri himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað!

13
Matteus 11:26 Matteus

Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi.

13
Matteus 11:27 Matteus

Alt er litið Mær upp í hendur av Faðir Mínum; eingin kennir Sonin uttan Faðirin, ei heldur kennir nakar Faðirin uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann.

13
Matteus 11:28 Matteus

Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!

13
Matteus 11:29 Matteus

Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!

13
Matteus 11:30 Matteus

Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“

13
Matteus 12:1 Matteus

Um ta tíðina gekk Jesus gjøgnum akur sabbat, og lærisveinar Hansara vóru svangir og fóru at slíta øks og eta.

13
Matteus 12:2 Matteus

Táið Fariseararnir sóu tað, søgdu teir við Hann: „Hygg, lærisveinar Tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat!“

13
Matteus 12:3 Matteus

Hann svaraði teimum: „Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, og teir, ið við honum vóru

13
Matteus 12:4 Matteus

– hvussu hann fór inn í hús Guds og át sýnisbreyðini, sum ikki hann hevði loyvi at eta, ei heldur teir, ið við honum vóru, men prestarnir eina?

13
Matteus 12:5 Matteus

Ella hava tit ikki lisið í lógini, at prestarnir sabbat vanhalga sabbatin í templinum og eru tó ikki sekir?

13
Matteus 12:6 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at her er tað, sum størri er enn templið.

13
Matteus 12:7 Matteus

Men høvdu tit vitað, hvat hetta er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur,“ so høvdu tit ikki dómfelt teir, ið sakleysir eru.

13
Matteus 12:8 Matteus

Tí Menniskjasonurin er harri sabbatsins.“

13
Matteus 12:9 Matteus

So fór Hann haðani og kom inn í sýnagogu teirra.

13
Matteus 12:10 Matteus

Har var maður, ið hevði visna hond. Teir spurdu Hann nú: „Er loyviligt at grøða sabbat?“ – fyri at teir kundu fáa okkurt at klaga Hann fyri.

13
Matteus 12:11 Matteus

Tá segði Hann við teir: „Um onkur tykkara eigur seyð, sum sabbat dettur í eina grøv – hvør er hann, sum tá ikki tekur í hann og dregur hann uppúr aftur!

13
Matteus 12:12 Matteus

Hvussu mangan meir er nú ikki menniskja enn seyður! Tí er loyviligt at gera væl sabbat.“

13
Matteus 12:13 Matteus

So segði Hann við mannin: „Rætt út hondina!“ Hann rætti hana út, og hon varð frísk aftur sum hin.

13
Matteus 12:14 Matteus

Tá fóru Fariseararnir út og løgdu saman ráð móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum.

13
Matteus 12:15 Matteus

Men táið Jesus fekk hetta at vita, fór Hann burtur haðani. Og mong fylgdu Honum, og Hann grøddi tey øll.

13
Matteus 12:16 Matteus

Men Hann beyð teimum strangliga ikki at gera Hann kendan

13
Matteus 12:17 Matteus

– fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:

13
Matteus 12:18 Matteus

„Hygg tænari Mín, sum Eg havi útvalt, elskaði Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg skal lata Anda Mín koma yvir Hann, og Hann skal kunngera heidningunum rætt.

13
Matteus 12:19 Matteus

Hann skal ikki træta og ikki rópa, og eingin skal hoyra mál Hansara á gøtunum.

13
Matteus 12:20 Matteus

Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur.

13
Matteus 12:21 Matteus

Til navn Hansara skulu heidningarnir seta vón sína.“

13
Matteus 12:22 Matteus

Nú varð ein, ið settur var av illum anda, og sum var blindur og stummur, leiddur til Hansara; og Hann grøddi hann, so hin stummi talaði og sá.

13