kvinnafaldari
581 versir um "kvinnafaldari"
Versir
Síða 9 av 12Matteus 15:29 Matteus
Jesus fór nú burtur haðani og kom til vatnið í Galilea. Hann fór niðan á fjallið og settist har.
Matteus 15:30 Matteus
Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey –
Matteus 15:31 Matteus
so at fólkið undraðist, táið tey sóu, at stumm talaðu, kryplar vórðu grøddir, lamin gingu, og blind sóu; og tey prísaðu Gudi Ísraels.
Matteus 15:32 Matteus
Men Jesus kallaði til Sín lærisveinar Sínar og segði: „Mær tykir hjartaliga synd í fólkinum; tey hava longu verið her hjá Mær tríggjar dagar, og tey hava einki at eta. Og lata tey fara fastandi frá Mær vil Eg ikki, fyri at tey skulu ikki fáa maktarloysi á vegnum.“
Matteus 15:33 Matteus
Lærisveinarnir søgdu við Hann: „Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta hetta nógva fólk!“
Matteus 15:34 Matteus
Jesus segði við teir: „Hvussu mong breyð hava tit?“ Teir svaraðu: „Sjey, og so nakrar fáar smáfiskar.“
Matteus 15:35 Matteus
Tá beyð Hann fólkinum, at tað skuldi seta seg niður á jørðina.
Matteus 15:36 Matteus
So tók Hann hini sjey breyðini og fiskarnar, takkaði og breyt tey og fekk lærisveinunum; og lærisveinarnir góvu fólkinum.
Matteus 15:37 Matteus
Og tey ótu øll og vórðu mett. Síðani savnaðu teir saman avlopið av bitunum, sjey fullar kurvar.
Matteus 15:38 Matteus
Tey, sum etið høvdu, vóru 4000 menn, umframt kvinnur og børn.
Matteus 15:39 Matteus
Og táið Hann hevði latið fólkið fara, fór Hann í bátin og kom til landið við Magadan.
Matteus 16:1 Matteus
Nú komu Fariseararnir og Saddukeararnir og freistaðu Hann og bóðu Hann lata seg fáa at síggja tekin av Himli.
Matteus 16:2 Matteus
Men Hann svaraði teimum: „Um kvøldið siga tit: „Veðrið verður gott; tí himmalin er reyður!“
Matteus 16:3 Matteus
og um morgunin: „Í dag verður illveður; tí himmalin er reyður og dimmur.“ Ja, útsjónd himmalsins duga tit á at skyna, men tekin tíðanna duga tit ikki at týða!
Matteus 16:4 Matteus
Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men einki tekin skal verða henni givið uttan tekin Jónasar.“ So fór Hann frá teimum og fór avstað.
Matteus 16:5 Matteus
Táið lærisveinar Hansara vóru komnir yvirum, høvdu teir gloymt at taka breyð við.
Matteus 16:6 Matteus
Jesus segði við teir: „Síggið til, at tit varða tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!“
Matteus 16:7 Matteus
Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: „Tað er, tí vit hava ikki tikið breyð við!“
Matteus 16:8 Matteus
Men táið Jesus varð varur við hetta, segði Hann: „Tit trúarveiku! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um, at tit hava ikki tikið breyð við?
Matteus 16:9 Matteus
Skilja tit ikki enn, og minnast tit ikki hini fimm breyðini til hinar 5000, og hvussu mangar kurvar tit tá fingu,
Matteus 16:10 Matteus
heldur ikki hini sjey breyðini til hinar 4000, og hvussu mangar kurvar tit tá fingu?
Matteus 16:11 Matteus
Hvussu ber tað tá til, at tit skilja ikki, at tað var ikki um breyð, Eg segði hatta við tykkum? Men varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!“
Matteus 16:12 Matteus
Tá skiltu teir, at Hann hevði ikki tosað um, at teir skuldu varða seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna.
Matteus 16:13 Matteus
Táið Jesus var komin til landið við Kesarea Filippi, spurdi Hann lærisveinar Sínar: „Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?“
Matteus 16:14 Matteus
Teir svaraðu: „Summi Jóhannes doypara, summi Elias, onnur Jeremias ella ein av profetunum.“
Matteus 16:15 Matteus
Hann segði við teir: „Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“
Matteus 16:16 Matteus
Símun Pætur svaraði: „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!“
Matteus 16:17 Matteus
Tá svaraði Jesus honum: „Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli.
Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Matteus 16:19 Matteus
Og Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.“
Matteus 16:20 Matteus
Tá álegði Hann lærisveinum Sínum, at teir máttu ongum siga, at Hann var Kristus.
Matteus 16:21 Matteus
Frá teirri tíð byrjaði Jesus at gera lærisveinum Sínum kunnigt, at Hann skuldi fara til Jerusalem og líða nógv av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin.
Matteus 16:22 Matteus
Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum og segði: „Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!“
Matteus 16:23 Matteus
Men Hann vendi Sær á og segði við Pætur: „Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!“
Matteus 16:24 Matteus
Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
Matteus 16:25 Matteus
Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað.
Matteus 16:26 Matteus
Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað vinnur allan heimin, men má lata sál sína afturfyri! Ella hvat kann menniskja geva aftur fyri sál sína!
Matteus 16:27 Matteus
Menniskjasonurin skal koma í dýrd Faðirs Síns við einglum Sínum; og tá skal Hann lata ein og hvønn fáa aftur eftir atburði hansara.
Matteus 16:28 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja Menniskjasonin koma í ríki Sínum.“
Matteus 17:1 Matteus
Seks dagar eftir hetta tók Jesus Pætur og Jákup og bróður hansara Jóhannes við Sær og fór við teimum niðan á høgt fjall, har teir vóru fyri seg sjálvar.
Matteus 17:2 Matteus
Hann fekk tá aðra útsjónd fyri teimum; andlit Hansara skein sum sólin, og klæði Hansara vórðu hvít sum ljósið.
Matteus 17:3 Matteus
Og Móses og Elias vístu seg fyri teimum og talaðu við Hann.
Matteus 17:4 Matteus
Tá tók Pætur til orða og segði við Jesus: „Harri, her er okkum gott at vera! Vilt Tú, so skal eg her gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein.“
Matteus 17:5 Matteus
Meðan hann enn talaði, kom lýsandi skýggj og skuggaði yvir teir; og úr skýnum hoyrdist rødd, ið segði: „Hetta er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til – hoyrið Hann!“
Matteus 17:6 Matteus
Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir niður á andlit síni í stórari ræðslu.
Matteus 17:7 Matteus
Men Jesus kom til teirra, nam við teir og segði: „Reisið tykkum, óttist ikki!“
Matteus 17:8 Matteus
Og táið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus eina.
Matteus 17:9 Matteus
Meðan teir nú gingu oman aftur av fjallinum, álegði Jesus teimum hetta: „Talið ongan við um hesa sjón, fyrrenn Menniskjasonurin er risin upp frá hinum deyðu!“
Matteus 17:10 Matteus
Tá spurdu lærisveinarnir Hann: „Hvat er tá tað, ið hinir skriftlærdu siga, at Elias eigur at koma fyrst?“
Matteus 17:11 Matteus
Hann svaraði: „Víst kemur Elias og skal beina alt aftur í lag;