førleiki
595 versir um "førleiki"
Versir
Síða 9 av 12Sálmarnir 27:3 Sálmarnir
Um so herur tekur støðu móti mær, óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggur.
Sálmarnir 27:4 Sálmarnir
– Um eitt havi eg biðið HARRAN, tí trái eg eftir: At eg skal sleppa at búgva í húsi HARRANS allar dagar mínar, til at skoða, hvussu lívsælur HARRIN er, og grunda í templi Hansara.
Sálmarnir 27:5 Sálmarnir
Tí Hann goymir meg í húsi Sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi Sínum; upp á klett leiðir Hann meg.
Sálmarnir 27:6 Sálmarnir
Og nú skal høvur mítt lyfta seg upp yvir fíggindar mínar rundan um meg, eg skal við fagnaði bera fram offur í tjaldi Hansara; við songi og spæli skal eg prísa HARRANUM.
Sálmarnir 27:7 Sálmarnir
Hoyr, HARRI, eg rópi hart, ver mær náðigur og svara mær!
Sálmarnir 27:8 Sálmarnir
Hjarta mítt minnir Teg á orð Títt: „Søkið ásjón Mína!“ – HARRI, eg søki ásjón Tína!
Sálmarnir 27:9 Sálmarnir
Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, vís ikki í vreiði tænara Tínum burtur! Tú ert hjálp mín; koyr meg ikki burtur og far ikki frá mær, Gud frelsu mínar!
Sálmarnir 27:10 Sálmarnir
Tí faðir og móðir fóru frá mær – men HARRIN tekur meg til Sín.
Sálmarnir 27:11 Sálmarnir
Lær meg veg Tín, HARRI, leið meg eftir hini sløttu gøtu, fyri teirra skuld, ið lúra eftir mær!
Sálmarnir 27:12 Sálmarnir
Gev meg ikki glúpskum óvinum í hendur! Tí følsk vitni reisa seg móti mær, og menn, ið froysa av yvirgangi.
Sálmarnir 27:13 Sálmarnir
Á, hevði eg ikki trúð, at eg skal síggja góðsku HARRANS í landi teirra, sum liva!
Sálmarnir 27:14 Sálmarnir
– Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM!
Sálmarnir 28:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, rópi eg! Klettur mín, ver ikki tigandi móti mær, tí annars – um Tú tigur – verði eg líkur teimum, sum fara niður í grøvina!
Sálmarnir 28:2 Sálmarnir
Hoyr bønandi rødd mína, táið eg rópi til Tín, táið eg lyfti upp hendurnar móti heilaga templi Tínum!
Sálmarnir 28:3 Sálmarnir
Rív meg ikki burt við gudleysum og við teimum, ið gera órætt, sum tala frið við næsta sín, men hava ilt í huga!
Sálmarnir 28:4 Sálmarnir
Løn teimum eftir verkum teirra og eftir ónda atburði teirra, løn teimum eftir handaverki teirra, lat teir fáa aftur, sum teir hava uppiborið!
Sálmarnir 28:5 Sálmarnir
Tí teir akta ikki eftir tí, ið HARRIN ger, ella eftir handaverki Hansara – Hann skal bróta teir niður og ikki byggja teir upp!
Sálmarnir 28:6 Sálmarnir
Lovaður veri HARRIN, tí Hann hevur hoyrt bønandi rødd mína!
Sálmarnir 28:7 Sálmarnir
Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.
Sálmarnir 28:8 Sálmarnir
HARRIN er styrki fólks Síns; Hann er hinum salvaða Sínum frelsuvernd.
Sálmarnir 28:9 Sálmarnir
– Frels fólk Títt og signa arv Tín, røkta tey og ber tey til ævigar tíðir!
Sálmarnir 29:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. Gevið HARRANUM, tit synir Guds, gevið HARRANUM dýrd og mátt,
Sálmarnir 29:2 Sálmarnir
gevið HARRANUM dýrd navns Hansara, tilbiðið HARRAN í heilagum prýði!
Sálmarnir 29:3 Sálmarnir
Rødd HARRANS er yvir vøtnunum, Gud dýrdarinnar tornar, HARRIN yvir hinum stóru vøtnum.
Sálmarnir 29:4 Sálmarnir
Rødd HARRANS ljóðar við kraft, rødd HARRANS ljóðar við hátign.
Sálmarnir 29:5 Sálmarnir
Rødd HARRANS brýtur sedristrø, HARRIN brýtur sundur sedristrø Libanons,
Sálmarnir 29:6 Sálmarnir
og Hann fær tey at hoppa eins og kálv, Libanon og Sirjon eins og ungan villtarv.
Sálmarnir 29:7 Sálmarnir
Rødd HARRANS klývur eldslogar.
Sálmarnir 29:8 Sálmarnir
Rødd HARRANS fær oyðimørkina at skelva, rødd HARRANS fær Kadesoyðimørk at skelva.
Sálmarnir 29:9 Sálmarnir
Rødd HARRANS fær hindir at kálva og ger bart í skógunum; alt í halgidómi Hansara rópar: „Dýrd!“
Sálmarnir 29:10 Sálmarnir
HARRIN sat uppi yvir vatnflóðini, og HARRIN situr sum kongur í allar ævir.
Sálmarnir 29:11 Sálmarnir
HARRIN skal geva fólki Sínum styrki, HARRIN skal signa fólk Sítt við friði.
Sálmarnir 30:1 Sálmarnir
Sálmur. Songur. Táið húsið varð vígt. Eftir Dávid.
Sálmarnir 30:2 Sálmarnir
HARRI, eg geri Teg stóran, tí Tú bjargaði mær, lætst ei fíggindar mínar gleðast uppi yvir mær!
Sálmarnir 30:3 Sálmarnir
HARRI Gud mín, eg rópti til Tín, og Tú grøddi meg!
Sálmarnir 30:4 Sálmarnir
HARRI, Tú hevur drigið sál mína upp úr deyðaríkinum, Tú hevur vakt meg upp til lív, frá teimum, sum fara niður í grøvina!
Sálmarnir 30:5 Sálmarnir
Lovsyngið HARRANUM, tit heilagu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 30:6 Sálmarnir
Tí løtu varir vreiði Hansara, men alt lívið náði Hansara; um kvøldið kemur grátur at gista, men um morgunin er gleðisongur.
Sálmarnir 30:7 Sálmarnir
Men eg segði, táið mær gekst væl: „Eg vikist ikki allar ævir!“
Sálmarnir 30:8 Sálmarnir
HARRI, í náði hevði Tú grundfest fjall mítt – Tú fjaldi ásjón Tína, tá fall ræðsla á meg!
Sálmarnir 30:9 Sálmarnir
Til Tín, HARRI, rópti eg, og eyðmjúkt bað eg til HARRAN:
Sálmarnir 30:10 Sálmarnir
„Hvønn vinning hevur Tú av blóði mínum, av, at eg søkki í grøvina! Man dustið fara at prísa Tær, fer tað at kunngera trúfesti Tína!
Sálmarnir 30:11 Sálmarnir
HARRI, hoyr og ver mær náðigur, HARRI, ver hjálpari mín!“
Sálmarnir 30:12 Sálmarnir
– Og Tú umskifti sorg mína í dans, lætst meg úr syrgibúnanum og gyrdi meg við gleði,
Sálmarnir 30:13 Sálmarnir
fyri at æra mín skal lovsyngja Tær og ikki tagna. – HARRI Gud mín, eg skal takka Tær í allar ævir!
Sálmarnir 31:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 31:2 Sálmarnir
HARRI, hjá Tær søki eg mær skjól! Lat meg aldri í allar ævir verða til skammar, frels meg við rættferð Tíni!
Sálmarnir 31:3 Sálmarnir
Boygg oyra Títt til mín, ver skjótur at bjarga mær, ver mær fastur klettur, borg, mær til frelsu!
Sálmarnir 31:4 Sálmarnir
Tí Tú ert klettur mín og borg mín, og fyri navns Tíns skuld skalt Tú leiða og føra meg.
Sálmarnir 31:5 Sálmarnir
Tú skalt draga meg úr garninum, ið teir hava sett fyri meg, tí Tú ert verja mín.