førleiki

595 versir um "førleiki"

Versir

Síða 11 av 12
Sálmarnir 33:20 Sálmarnir

Eftir HARRANUM bíðar sál okkara, Hann er hjálp og skjøldur okkara.

3
Sálmarnir 33:21 Sálmarnir

Í Honum gleðist hjarta okkara, tí vit líta á heilaga navn Hansara.

3
Sálmarnir 33:22 Sálmarnir

– Lat náði Tína vera yvir okkum, HARRI, sum vit vóna á Teg!

3
Sálmarnir 34:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Táið hann lætst óður fyri Abimelek, so hann rak hann frá sær, og hann fór avstað.

3
Sálmarnir 34:2 Sálmarnir

Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.

3
Sálmarnir 34:3 Sálmarnir

Sál mín skal rósa sær av HARRANUM; hini eyðmjúku skulu hoyra tað og gleðast.

3
Sálmarnir 34:4 Sálmarnir

Gerið HARRAN stóran saman við mær, latið okkum saman seta navn Hansara høgt!

3
Sálmarnir 34:5 Sálmarnir

Eg søkti HARRAN, og Hann svaraði mær og fríaði meg frá øllum, ið eg ræddist.

3
Sálmarnir 34:6 Sálmarnir

Tey hugdu upp til Hansara – og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaðu aldri av skomm.

3
Sálmarnir 34:7 Sálmarnir

Her er ein armur, ið rópti; og HARRIN hoyrdi og frelsti hann úr allari neyð hansara.

3
Sálmarnir 34:8 Sálmarnir

Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út.

3
Sálmarnir 34:9 Sálmarnir

Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! Sælur er tann maður, ið søkir sær skjól hjá Honum.

3
Sálmarnir 34:10 Sálmarnir

Óttist HARRAN, tit heilagu Hansara, tí einki fattast teimum, ið óttast Hann!

3
Sálmarnir 34:11 Sálmarnir

Ungar leyvur líða neyð og svølta, men teimum, ið søkja HARRAN, fattast einki gott.

3
Sálmarnir 34:12 Sálmarnir

Komið higar, børn, lurtið eftir mær, eg skal læra tykkum ótta HARRANS!

3
Sálmarnir 34:13 Sálmarnir

Hvør er tann maður, ið tráar eftir lívi, sum ynskir sær dagar at síggja lukku?

3
Sálmarnir 34:14 Sálmarnir

– Halt tungu tína frá illum og varrar tínar frá at tala svik,

3
Sálmarnir 34:15 Sálmarnir

halt teg frá illum og ger gott, søk frið og stevn eftir honum!

3
Sálmarnir 34:16 Sálmarnir

Eygu HARRANS eru vend til hini rættvísu, og oyru Hansara til róp teirra.

3
Sálmarnir 34:17 Sálmarnir

Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.

3
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir

Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.

3
Sálmarnir 34:19 Sálmarnir

HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.

3
Sálmarnir 34:20 Sálmarnir

Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum;

3
Sálmarnir 34:21 Sálmarnir

Hann varðveitir øll bein hansara, ikki eitt verður brotið.

3
Sálmarnir 34:22 Sálmarnir

Vanlukka drepur hin gudleysa, og tey, sum hata hin rættvísa, skulu verða dømd sek.

3
Sálmarnir 34:23 Sálmarnir

Men sál tænara Sína loysir HARRIN út, og eingin, ið lítur á Hann, verður dømdur sekur.

3
Sálmarnir 35:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. HARRI, træt við teir, ið træta við meg, barst við teir, ið berjast við meg!

3
Sálmarnir 35:2 Sálmarnir

Tak skjøld og verju og reis Teg at hjálpa mær!

3
Sálmarnir 35:3 Sálmarnir

Tak til spjót og øks, og forða teimum, ið halda eftir mær! Sig við sál mína: „Eg eri frelsa tín!“

3
Sálmarnir 35:4 Sálmarnir

Ger teir snópnar og til skammar, sum liggja mær eftir lívinum, lat teir við skomm halda undan, teir, ið ætla mær ilt,

3
Sálmarnir 35:5 Sálmarnir

lat teir verða sum dumbu fyri vindinum, og eingil HARRANS reki teir burt,

3
Sálmarnir 35:6 Sálmarnir

lat veg teirra verða myrkan og hálan, og eingil HARRANS elti teir!

3
Sálmarnir 35:7 Sálmarnir

Tí uttan grund hava teir loyniliga lagt net sítt fyri meg, uttan grund hava teir grivið sál míni grøv.

3
Sálmarnir 35:8 Sálmarnir

Lat undirgang óvart koma á hann, lat hann sjálvan koma fastan í netið, sum hann legði, lat hann sjálvan falla í grøvina!

3
Sálmarnir 35:9 Sálmarnir

Tá skal sál mín gleðast í HARRANUM, frøast í frelsu Hansara;

3
Sálmarnir 35:10 Sálmarnir

øll bein míni skulu siga: „HARRI, hvør er sum Tú, Tú, sum frelsir hin arma frá honum, ið er honum ov sterkur, hin arma og fátæka frá ránsmanninum!“

3
Sálmarnir 35:11 Sálmarnir

Órættvís vitni stíga fram, tey spyrja meg um tað, sum eg ikki veit;

3
Sálmarnir 35:12 Sálmarnir

tey løna mær ilt fyri gott; sál mín er vinaleys.

3
Sálmarnir 35:13 Sálmarnir

– Og eg, sum læt meg í syrgibúna, táið tey vóru sjúk, plágaði sál mína við føstu, bað við boygdum høvdi!

3
Sálmarnir 35:14 Sálmarnir

Sum tað hevði verið vinur mín, bróðir mín, so gekk eg; eg gekk, sum eg hevði syrgt móður mína, tyngdur av sorg.

3
Sálmarnir 35:15 Sálmarnir

Men nú ið eg eri um at falla, nú gleðast tey, flokka seg saman; ja, útskot, ið eru mær ókunnig, flokkast um meg og háða meg uttan íhald!

3
Sálmarnir 35:16 Sálmarnir

Hesi skammleysu, ið spotta fyri breyðbita, bíta á kampi móti mær.

3
Sálmarnir 35:17 Sálmarnir

Harri, hvussu leingi ætlar Tú at hyggja at? Bjarga sál míni undan herverki teirra, míni einastu frá hinum ungu leyvum!

3
Sálmarnir 35:18 Sálmarnir

Tá skal eg takka Tær í stórari samkomu, lova Tær í miklari mannfjøld.

3
Sálmarnir 35:19 Sálmarnir

Lat ikki teir sleppa at gleðast yvir mær, sum uttan grund eru fíggindar mínir, lat ikki teir sleppa at blunka við eyganum, sum hata meg uttan grund!

3
Sálmarnir 35:20 Sálmarnir

Tí tað er ikki frið, teir tala, nei, svik upphugsa teir móti hinum stillu í landinum;

3
Sálmarnir 35:21 Sálmarnir

teir lata munnin vítt upp móti mær, teir siga: „Há há! Nú fingu vit at síggja!“

3
Sálmarnir 35:22 Sálmarnir

Tú sært tað, HARRI – tig ikki! Harri, ver ikki langt burtur frá mær!

3
Sálmarnir 35:23 Sálmarnir

Reis Teg, vakna upp at fáa mær rætt, at flyta mál mítt, Gud og Harri mín!

3
Sálmarnir 35:24 Sálmarnir

Fá mær rætt eftir rættvísi Tíni, HARRI Gud mín, og lat teir ikki gleðast yvir mær!

3