førleiki

595 versir um "førleiki"

Versir

Síða 10 av 12
Sálmarnir 31:6 Sálmarnir

Í hond Tína gevi eg anda mín; Tú loysir meg út, HARRI, Tú trúfasti Gud!

3
Sálmarnir 31:7 Sálmarnir

Eg hati tey, ið halda seg til tómar avgudar, men eg, eg líti á HARRAN.

3
Sálmarnir 31:8 Sálmarnir

Eg skal frøast og vera glaður um náði Tína, at Tú hevur sæð trongd mína, at Tú hevur tikið Tær av sál míni í neyðini;

3
Sálmarnir 31:9 Sálmarnir

Tú gavst meg ikki í fíggindahendur, Tú setti føtur mínar á rúmt stað.

3
Sálmarnir 31:10 Sálmarnir

Ver mær náðigur, HARRI, tí eg eri í neyð, eyga mítt tærist burtur av sorg, ja, bæði sál mín og likam mítt!

3
Sálmarnir 31:11 Sálmarnir

Tí lív mítt fer avstað – í sorg, og ár míni – í suffum; misgerð mín hevur volt, at kraft mín er farin, og bein míni eru tærd burtur.

3
Sálmarnir 31:12 Sálmarnir

Eg eri vorðin øllum fíggindum mínum til háð, ja, øllum grannum mínum til størsta spott; tey, ið kenna meg, ræðast meg; tey, ið síggja meg á vegnum, flýggja undan mær.

3
Sálmarnir 31:13 Sálmarnir

Eg eri gloymdur og farin teimum úr huga – sum deyður; eg eri vorðin sum sundurbrotið ílat.

3
Sálmarnir 31:14 Sálmarnir

Tí mong hoyri eg baktala meg, ræðsla er frá øllum síðum, táið teir leggja upp ráð móti mær, lúra eftir at taka lív mítt.

3
Sálmarnir 31:15 Sálmarnir

Men eg, eg líti á Teg, HARRI, eg sigi: Tú ert Gud mín!

3
Sálmarnir 31:16 Sálmarnir

Í hond Tíni eru tíðir mínar; bjarga mær av fíggindahondum, frá teimum, ið liggja eftir mær,

3
Sálmarnir 31:17 Sálmarnir

lat andlit Títt lýsa yvir tænara Tín, frels meg við náði Tíni!

3
Sálmarnir 31:18 Sálmarnir

Lat meg ikki verða til skammar, HARRI, tí eg rópi til Tín – lat hini gudleysu verða til skammar, søkka tigandi í deyðan,

3
Sálmarnir 31:19 Sálmarnir

lat hinar følsku varrar verða málleysar, tær, ið frekt tala móti hinum rættvísa, við hugmóði og vanvirðing!

3
Sálmarnir 31:20 Sálmarnir

Hvussu stór er ikki góðska Tín, sum Tú goymir teimum, ið Teg óttast, sum Tú, fyri eygum menniskjabarnanna, vísir teimum, ið søkja sær skjól hjá Tær!

3
Sálmarnir 31:21 Sálmarnir

Tú fjalir tey í skjóli andlits Tíns fyri svikaráðum manna, Tú goymir tey í tjaldi Tínum móti tunguálopum.

3
Sálmarnir 31:22 Sálmarnir

Lovaður veri HARRIN, tí undurfult hevur Hann víst mær náði Sína í fastari borg!

3
Sálmarnir 31:23 Sálmarnir

Og eg, sum í angist míni segði: „Eg eri rivin burt frá eygum Tínum!“ – Tó hoyrdi Tú bønandi rødd mína, táið eg rópti til Tín.

3
Sálmarnir 31:24 Sálmarnir

Elskið HARRAN, øll tit heilagu Hansara! HARRIN heldur hondina yvir hinum trúføstu, men teimum, sum halda fram í hugmóði, lønir Hann mangar ferðir.

3
Sálmarnir 31:25 Sálmarnir

Verið hugreyst, hjarta tykkara veri sterkt, øll tit, ið bíða eftir HARRANUM!

3
Sálmarnir 32:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Songur. Sælur er tann, ið hevur fingið misbrot sítt fyrigivið og synd sína fjalda,

3
Sálmarnir 32:2 Sálmarnir

sælur er tann maður, ið HARRIN ikki tilroknar misgerð, og sum ikki hevur svik í anda sínum!

3
Sálmarnir 32:3 Sálmarnir

So leingi sum eg tagdi, tærdust bein míni burtur, og eg gav meg líðilangan dagin;

3
Sálmarnir 32:4 Sálmarnir

tí dag og nátt lá hond Tín tung á mær, og lívsmáttur mín svann burt sum í summarturki. – Sela.

3
Sálmarnir 32:5 Sálmarnir

Tá játtaði eg synd mína fyri Tær og duldi ikki skyld mína; eg segði: „Eg skal játta misgerðir mínar fyri HARRANUM!“ – Og Tú tókst burtur syndaskyld mína. – Sela.

3
Sálmarnir 32:6 Sálmarnir

Tí skal hvør heilagur biðja til Tín, ta stund Tú ert at finna – vissuliga, um tá stórar vatnflóðir koma, honum skulu tær ikki náa!

3
Sálmarnir 32:7 Sálmarnir

Tú ert skjól mítt, Tú fríar meg úr trongd, frelsufagnað letur Tú vera rundan um meg. – Sela.

3
Sálmarnir 32:8 Sálmarnir

„Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“

3
Sálmarnir 32:9 Sálmarnir

Verið ikki sum hestur og múldýr, ið einki vit hava! Prýði teirra er teymar og boksl at tvinga tey við; annars koma tey tær ikki nær.

3
Sálmarnir 32:10 Sálmarnir

Hin gudleysi hevur mangar plágur; men tann, ið lítur á HARRAN, letur Hann náði Sína vera rundan um.

3
Sálmarnir 32:11 Sálmarnir

Gleðist í HARRANUM og frøist, tit rættvísu, fegnist, øll tit sannhjartaðu!

3
Sálmarnir 33:1 Sálmarnir

Fegnist í HARRANUM, tit rættvísu! Sannhjartaðum sømir lovsongur.

3
Sálmarnir 33:2 Sálmarnir

Prísið HARRANUM við streingjaleiki, takkið Honum á tíggjustreingjahørpu,

3
Sálmarnir 33:3 Sálmarnir

syngið Honum nýggjan song, sláið streingirnar vakurt við fagnaðarrópi!

3
Sálmarnir 33:4 Sálmarnir

Tí orð HARRANS er satt, og øll verk Hansara eru gjørd í trúfesti.

3
Sálmarnir 33:5 Sálmarnir

Hann elskar rættferð og rætt, jørðin er full av náði HARRANS.

3
Sálmarnir 33:6 Sálmarnir

Við orði HARRANS er himmalin skaptur, allur herur hansara við andanum úr munni Hansara.

3
Sálmarnir 33:7 Sálmarnir

Hann savnar vøtn havsins sum dunga, leggur hini djúpu vøtn í goymslur.

3
Sálmarnir 33:8 Sálmarnir

Øll jørðin óttist HARRAN, fyri Honum bivi tey, øll, sum á jarðarríki búgva!

3
Sálmarnir 33:9 Sálmarnir

Tí Hann talaði – og tað varð, Hann beyð – og har stóð tað!

3
Sálmarnir 33:10 Sálmarnir

HARRIN ger ráð heidninganna til einkis, Hann ger fólkasløg til skammar í tí, sum tey hava upphugsað.

3
Sálmarnir 33:11 Sálmarnir

Ráð HARRANS stendur fast í allar ævir, hugsanir hjarta Hansara mann eftir mann.

3
Sálmarnir 33:12 Sálmarnir

Sælt er tað fólk, ið hevur HARRAN til Gud, tað fólk, ið Hann hevur valt Sær til arv.

3
Sálmarnir 33:13 Sálmarnir

Úr Himli skoðar HARRIN niður, Hann sær øll menniskjabørnini;

3
Sálmarnir 33:14 Sálmarnir

haðani sum Hann býr, hevur Hann eyguni eftir øllum, ið á jørðini búgva,

3
Sálmarnir 33:15 Sálmarnir

Hann, sum hevur skapt hjørtu teirra alra, sum gjølla skilir øll verk teirra.

3
Sálmarnir 33:16 Sálmarnir

Ei sigrar kongur við stóra heri sínum, ei verður kappi bjargaður við miklu kraft síni;

3
Sálmarnir 33:17 Sálmarnir

svikaligur er hestur til at sigra við; hann frelsir ikki við allari stóru styrki síni.

3
Sálmarnir 33:18 Sálmarnir

Nei, eyga HARRANS er vent til teirra, ið óttast Hann, og sum vóna á náði Hansara;

3
Sálmarnir 33:19 Sálmarnir

Hann skal bjarga sál teirra frá deyða og halda lív í teimum, táið hungur er.

3