at gera sjálvmorð
704 versir um "at gera sjálvmorð"
Versir
Síða 8 av 15Markus 9:5 Markus
Tá tók Pætur til orða og segði við Jesus: „Rabbi, her er okkum gott at vera; lat okkum gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein!“
Markus 9:6 Markus
– Hann visti ikki, hvat hann skuldi siga, tí stórur ótti var fallin á teir.
Markus 9:7 Markus
Tá kom skýggj og skuggaði yvir teir, og rødd kom úr skýnum: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði – hoyrið Hann!“
Markus 9:8 Markus
Og alt í einum, táið teir hugdu rundan um seg, sóu teir ongan hjá sær longur uttan Jesus eina.
Markus 9:9 Markus
Táið teir so gingu oman av fjallinum, segði Hann við teir, at teir máttu ongum siga tað, ið teir høvdu sæð, fyrrenn Menniskjasonurin var risin upp frá hinum deyðu.
Markus 9:10 Markus
Hetta orð løgdu teir sær í minni og spurdu hvør annan, hvat tað var, at rísa upp frá hinum deyðu.
Markus 9:11 Markus
Teir spurdu Hann nú: „Hinir skriftlærdu siga jú, at Elias eigur at koma fyrst!“
Markus 9:12 Markus
Hann svaraði teimum: „Elias kemur fyrst og beinir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um Menniskjasonin? At Hann skal líða nógv og verða vanvirdur.
Markus 9:13 Markus
Men Eg sigi tykkum, at Elias er eisini komin, og teir gjørdu við hann alt, ið teir vildu, eins og skrivað er um hann.“
Markus 9:14 Markus
Táið teir tá komu til lærisveinarnar, sóu teir nógv fólk rundan um teir, og nakrar skriftlærdar, ið kjakaðust við teir.
Markus 9:15 Markus
Við tað sama sum alt fólkið sá Hann, kom ógvuligur hvøkkur í tey, og tey komu rennandi og heilsaðu Honum.
Markus 9:16 Markus
Tá spurdi Hann teir: „Hvat kjakast tit við teir um?“
Markus 9:17 Markus
Ein millum fólkið svaraði: „Meistari! Eg eri komin higar til Tín við syni mínum, sum hevur málleysan anda.
Markus 9:18 Markus
Hvar hann so kemur á hann, slítur hann í hann, og skúmið drívur honum av munni; og hann gríslar tenn og følnar burtur. Nú tosaði eg við lærisveinar Tínar um at reka hann út; men teir vóru ikki mentir.“
Markus 9:19 Markus
Tá svaraði Hann teimum: „Tú vantrúna ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum? Komið higar til Mín við honum!“
Markus 9:20 Markus
Teir leiddu hann so fram til Hansara; táið hann sá Hann, sleit andin við tað sama í hann, og hann fall til jarðar og lá og veltist, og skúmið dreiv honum av munni.
Markus 9:21 Markus
Jesus spurdi nú faðir hansara: „Hvussu leingi hevur honum vitað so við?“ Hann svaraði: „Frá tí hann var barn;
Markus 9:22 Markus
mangan hevur hann kastað hann bæði í eld og vatn til at gera enda á honum. Men ert Tú nakað mentur, so miskunna okkum og hjálp okkum!“
Markus 9:23 Markus
Jesus segði við hann: „Um Eg eri mentur! Alt er honum møguligt, sum trýr!“
Markus 9:24 Markus
Við tað sama rópti faðir barnsins: „Eg trúgvi – hjálp vantrúgv míni!“
Markus 9:25 Markus
Táið Jesus nú sá, at fólkið tyrptist saman um teir, hótti Hann at hinum óreina andanum og segði við hann: „Tú málleysi og deyvi andi! Eg sigi við teg, at tú skalt fara út úr honum og aldri fara inn í hann aftur.“
Markus 9:26 Markus
Tá skríggjaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð, sum hann hevði verið deyður, so tey flestu søgdu: „Hann er deyður!“
Markus 9:27 Markus
Men Jesus tók í hond hansara og reisti hann upp; tá reistist hann.
Markus 9:28 Markus
Táið Hann so var komin inn í eitt hús, spurdu lærisveinar Hansara Hann, har teir vóru einsamallir saman: „Hví kundu vit ikki reka hann út?“
Markus 9:29 Markus
Hann svaraði teimum: „Hetta slagið rekst ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu.“
Markus 9:30 Markus
Teir fóru so haðani og ferðaðust gjøgnum Galilea, og Hann vildi ikki, at nakar skuldi fáa tað at vita.
Markus 9:31 Markus
Tí Hann lærdi lærisveinar Sínar og segði við teir: „Menniskjasonurin verður givin menniskjum upp í hendur, og tey skulu drepa Hann; og táið Hann er dripin, skal Hann rísa upp tríggjar dagar eftir.“
Markus 9:32 Markus
Men hesa talu fataðu teir ikki, og teir vóru ræddir fyri at spyrja Hann.
Markus 9:33 Markus
Teir komu nú til Kapernaum; og táið Hann var komin inn í húsið, spurdi Hann teir: „Hvat var tað, tit tosaðu saman um á vegnum?“
Markus 9:34 Markus
Men teir tagdu; tí teir høvdu tosað hvør við annan á vegnum um, hvør ið størstur var.
Markus 9:35 Markus
Tá setti Hann seg niður, rópti hinar tólv og segði við teir: „Vil onkur vera hin fyrsti, so veri hann hin síðsti av øllum og tænari hjá øllum!“
Markus 9:36 Markus
So tók Hann lítið barn og læt tað standa mitt ímillum teirra, tók tað í favnin og segði við teir:
Markus 9:37 Markus
„Tann, sum tekur ímóti einum slíkum lítlum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær; og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ikki ímóti Mær, men ímóti Honum, sum sendi Meg.“
Markus 9:38 Markus
Jóhannes segði við Hann: „Meistari, vit sóu ein, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar í navni Tínum; og vit noktaðu honum tað, av tí at hann fylgist ikki við okkum!“
Markus 9:39 Markus
Tá segði Jesus: „Noktið honum tað ikki! Tí eingin er, sum ger kraftargerð í navni Mínum og skjótt aftaná kann tala illa um Meg.
Markus 9:40 Markus
Tann, sum ikki er ímóti okkum, er við okkum.
Markus 9:41 Markus
Tí tann, sum gevur tykkum eitt bikar av vatni at drekka í navni Mínum, fyri tað at tit hoyra Kristusi til – sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal ikki missa løn sína!
Markus 9:42 Markus
Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið.
Markus 9:43 Markus
Um tí hond tín freistar teg, so høgg hana av! Tað er tær betri at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendurnar og fara í Helviti, í hin ósløkkjandi eld,
Markus 9:44 Markus
har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki.
Markus 9:45 Markus
Um fótur tín freistar teg, so høgg hann av! Tað er tær betri at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føturnar og verða kastaður í Helviti,
Markus 9:46 Markus
har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki.
Markus 9:47 Markus
Og um eyga títt freistar teg, so rív tað út! Tað er tær betri at ganga einoygdur inn í ríki Guds enn at hava bæði eyguni og verða kastaður í Helviti,
Markus 9:48 Markus
har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki.
Markus 9:49 Markus
Tí ein og hvør skal verða saltaður við eldi, og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.
Markus 9:50 Markus
Saltið er gott; men verður saltið saltleyst, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraftina aftur! Havið salt í tykkum sjálvum og haldið frið hvør við annan!“
Markus 10:1 Markus
So reistist Hann og fór haðani, gjøgnum landið hinumegin Jordan til tað landið, sum hoyrir til Judea. Aftur savnaðist nógv fólk um Hann, og Hann lærdi tey aftur, sum Hann var vanur.
Markus 10:2 Markus
Tá komu Fariseararnir og spurdu Hann – fyri at freista Hann: „Hevur maður loyvi at skiljast frá konu síni?“
Markus 10:3 Markus
Hann svaraði teimum: „Hvat boð hevur Móses givið tykkum?“
Markus 10:4 Markus
Teir søgdu: „Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast frá henni.“