at gera sjálvmorð
704 versir um "at gera sjálvmorð"
Versir
Síða 10 av 15Markus 11:3 Markus
Sigur onkur við tykkum: „Hví gera tit hatta?“ so sigið: „Harranum tørvar tað, og Hann sendir tað aftur higar við tað sama!““
Markus 11:4 Markus
Teir fóru so avstað og funnu fylið bundið við dyrnar, uttan fyri, við vegin; og teir loystu tað.
Markus 11:5 Markus
Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu tá við teir: „Hvat er tað, tit gera! Loysa tit fylið!“
Markus 11:6 Markus
Men teir svaraðu teimum, sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir fáa tað.
Markus 11:7 Markus
So leiddu teir fylið til Jesus og løgdu klæði síni á tað; og Hann setti Seg á tað.
Markus 11:8 Markus
Mong breiddu klæði síni á vegin, onnur kvistar, ið tey høvdu skorið á markini.
Markus 11:9 Markus
Tey, sum undan gingu, og tey, sum eftir fylgdu, róptu: „Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!
Markus 11:10 Markus
Signað veri ríki Dávids, faðirs okkara, sum kemur! Hosianna á hæddini!“
Markus 11:11 Markus
So fór Hann inn í Jerusalem, í templið; og táið Hann hevði hugt at øllum, fór Hann út til Betania við hinum tólv, við tað at longu var vorðið kvøld.
Markus 11:12 Markus
Dagin eftir, táið teir fóru úr Betania, varð Hann svangur.
Markus 11:13 Markus
Og táið Hann langt burtur sá fikutræ, sum hevði bløð, fór Hann hagar at vita, um Hann kanska kundi finna okkurt á tí; men táið Hann kom til tað, fann Hann einki uttan bløð; tí ikki var fikutíð.
Markus 11:14 Markus
Tá tók Hann til orða og segði við tað: „Aldri í ævir skal nakar aftur eta ávøkst av tær!“ Og lærisveinar Hansara hoyrdu tað.
Markus 11:15 Markus
So komu teir til Jerusalem; og Hann fór inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu og keyptu í templinum; Hann koyrdi umkoll borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur.
Markus 11:16 Markus
Og Hann gav ikki loyvi til, at nakar bar ílat gjøgnum templið.
Markus 11:17 Markus
Hann lærdi og segði við teir: „Er ikki skrivað, at hús Mítt skal kallast bønhús fyri øll fólkasløg! Men tit hava gjørt tað til ránsmannabøli.“
Markus 11:18 Markus
Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, løgdu teir ráð um, hvussu teir skuldu beina fyri Honum; tí teir ræddust Hann, við tað at alt fólkið var ovfarið av læru Hansara.
Markus 11:19 Markus
Táið so kvøldið kom, fór Hann út úr staðnum.
Markus 11:20 Markus
Men táið teir um morgunin gingu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað frá rótini.
Markus 11:21 Markus
Tá mintist Pætur tað og segði við Hann: „Rabbi, hygg, fikutræið, ið Tú bannaði, er følnað!“
Markus 11:22 Markus
Jesus svaraði teimum: „Havið trúgv til Gud!
Markus 11:23 Markus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ og ivast ikki í hjartanum, men trýr, at tað verður, sum hann sigur, honum skal verða so.
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Markus 11:25 Markus
Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!
Markus 11:26 Markus
Men fyrigeva tit ikki, skal Faðir tykkara, sum í Himli er, heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.“
Markus 11:27 Markus
So komu teir aftur til Jerusalem. Og meðan Hann gekk um í templinum, komu høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og elstu til Hansara.
Markus 11:28 Markus
Teir søgdu við Hann: „Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør hevur givið Tær henda myndugleika til at gera hetta?“
Markus 11:29 Markus
Jesus svaraði teimum: „Eg skal spyrja tykkum um eitt; svarið Mær upp á tað, so skal Eg siga tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta!
Markus 11:30 Markus
Dópur Jóhannesar, var hann av Himli ella frá menniskjum? Svarið Mær!“
Markus 11:31 Markus
Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: „Siga vit: „Av Himli,“ so sigur Hann: „Hví trúðu tit honum tá ikki?“
Markus 11:32 Markus
Men siga vit: „Frá menniskjum““ – tá ræddust teir fólkið; tí øll hildu um Jóhannes, at hann av sonnum var profetur.
Markus 11:33 Markus
Teir svaraðu tí Jesusi: „Vit vita ikki.“ Tá segði Jesus við teir: „So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.“
Markus 12:1 Markus
Hann fór nú at tala til teirra í líknilsum: „Maður plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu, bygdi torn, leigaði víngarðsmonnum hann og fór so burt í annað land.
Markus 12:2 Markus
Táið so tíðin kom, sendi hann tænara til víngarðsmenninar at taka við parti sínum av ávøksti víngarðsins frá víngarðsmonnunum.
Markus 12:3 Markus
Men teir tóku hann og bankaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.
Markus 12:4 Markus
So sendi hann aftur annan tænara til teirra; hann slógu teir í høvdið og háðaðu.
Markus 12:5 Markus
Hann sendi ein annan, og hann drópu teir; og so gjørdu teir við nógvar aðrar; summar bankaðu teir, og summar drópu teir.
Markus 12:6 Markus
Nú átti hann ein eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann til endan til teirra og segði: „Teir fara kortini at hava virðing fyri syni mínum!“
Markus 12:7 Markus
Men hesir víngarðsmenn søgdu hvør við annan: „Hetta er arvingin! Komið, latið okkum drepa hann, so fáa vit arvin!“
Markus 12:8 Markus
Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út úr víngarðinum.
Markus 12:9 Markus
Hvat fer nú víngarðsharrin at gera? Hann fer at koma og gera enda á víngarðsmonnunum og lata aðrar fáa víngarðin.
Markus 12:10 Markus
Hava tit ikki eisini lisið hetta skriftorðið: „Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur.
Markus 12:11 Markus
Av Harranum er hetta gjørt; tað er undurfult í eygum okkara“?“
Markus 12:12 Markus
Teir royndu nú at taka Hann, men teir ræddust fólkið; tí teir skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsið. Teir fóru tá frá Honum og fóru avstað.
Markus 12:13 Markus
So sendu teir nakrar Farisearar og Heródingar til Hansara, fyri at teir skuldu fanga Hann í orðum.
Markus 12:14 Markus
Teir komu og søgdu við Hann: „Meistari! Vit vita, at Tú ert sannorðaður og leggur ongan í; tí Tú gert ikki mannamun, men lærir veg Guds í sannleika. Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki? Skulu vit lata ella ikki lata?“
Markus 12:15 Markus
Táið Hann sá hykl teirra, segði Hann við teir: „Hví freista tit Meg? Fáið Mær ein denar, latið Meg síggja hann!“
Markus 12:16 Markus
Teir komu við honum. Hann spurdi teir: „Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?“ Teir svaraðu Honum: „Keisarans.“
Markus 12:17 Markus
Tá segði Jesus við teir: „Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“ Og teir undraðust á Hann.
Markus 12:18 Markus
Tá komu nakrir Saddukearar til Hansara, teir, sum siga, at eingin uppreisn er. Teir spurdu Hann:
Markus 12:19 Markus
„Meistari! Móses hevur skrivað okkum tað boð, at táið bróðir eins mans doyr og letur konu eftir seg, men einki barn letur eftir seg, skal bróðir hansara taka konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom.