at gera sjálvmorð
704 versir um "at gera sjálvmorð"
Versir
Síða 6 av 15Markus 6:36 Markus
Lat tey fara avstað, so tey fáa farið í garðarnar og bygdirnar her rundanum og keypt sær okkurt at eta!“
Markus 6:37 Markus
Hann svaraði teimum: „Gevið tit teimum at eta!“ Teir søgdu við Hann: „Skulu vit fara avstað og keypa fyri 200 denarar í breyði og geva teimum at eta?“
Markus 6:38 Markus
Men Hann segði við teir: „Hvussu mong breyð hava tit? Farið og vitið!“ Táið teir høvdu hugt eftir, søgdu teir: „Fimm, og tveir fiskar.“
Markus 6:39 Markus
Tá beyð Hann teimum at lata tey øll seta seg niður í hitt grøna grasið í smáum flokkum.
Markus 6:40 Markus
Og tey settust niður, flokkur hjá flokki, 100 í summum, og 50 í summum.
Markus 6:41 Markus
So tók Hann hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði. Síðani breyt Hann breyðini og gav lærisveinunum tey at lata fólkið fáa, og Hann býtti fiskarnar báðar millum tey øll.
Markus 6:42 Markus
Og tey ótu øll og vórðu mett.
Markus 6:43 Markus
Síðani hentaðu teir upp í tólv fullar kurvar av bitum, eisini av fiskunum.
Markus 6:44 Markus
Teir, ið høvdu etið breyðini, vóru 5000 menn.
Markus 6:45 Markus
Við tað sama noyddi Hann nú lærisveinar Sínar at fara í bátin og fara undan yvirum til Betsaida, meðan Hann sjálvur læt fólkið fara avstað.
Markus 6:46 Markus
Táið Hann var skilstur frá teimum, fór Hann niðan á fjallið at biðja.
Markus 6:47 Markus
Táið so kvøldið var komið, var báturin mitt á vatninum, og Hann einsamallur á landi.
Markus 6:48 Markus
Hann sá nú, at teimum gekst illa at vinna, tí teir høvdu andróður. Um fjórðu náttarvøku kom Hann tá til teirra, gangandi á vatninum, og Hann ætlaði at fara um teir.
Markus 6:49 Markus
Men táið teir sóu Hann ganga á vatninum, hildu teir tað vera spøkilsi; og teir skóru í róp.
Markus 6:50 Markus
Tí teir sóu Hann allir og ræddust. Men Hann talaði alt fyri eitt við teir og segði: „Verið hugreystir, tað eri Eg, óttist ikki!“
Markus 6:51 Markus
So kom Hann inn í bátin til teirra, og vindurin makaði. Og teir vórðu stórliga ovfarnir, heilt ómetaliga.
Markus 6:52 Markus
Tí teir høvdu ikki fingið skil av tí, sum hent hevði við breyðunum, nei, hjarta teirra var hart.
Markus 6:53 Markus
Táið teir nú vóru farnir yvirum, komu teir til Genezaretsland og løgdu at har.
Markus 6:54 Markus
Táið teir stigu upp úr bátinum, kendi fólkið Hann við tað sama aftur.
Markus 6:55 Markus
Og tey runnu um allastaðni har um vegir og fóru at bera hini sjúku um í seingjum, hagar sum tey hoyrdu, at Hann var.
Markus 6:56 Markus
Og hvar Hann so fór inn í bygdir, býir ella garðar, løgdu tey hini sjúku á torgini og bóðu Hann loyva teimum at nema, um tað so bert var við faldin á klæðum Hansara; og øll, ið numu við Hann, vórðu grødd.
Markus 7:1 Markus
Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, sum komnir vóru úr Jerusalem, savnaðust nú um Hann.
Markus 7:2 Markus
Teir fingu tá at síggja nakrar av lærisveinum Hansara eta við „vanheilagum“, tað er óvaskaðum, hondum.
Markus 7:3 Markus
Tí Fariseararnir og allir Jødar eta ikki, uttan teir fyrst vaska sær um hendurnar, bæði væl og virðiliga; tí teir halda fast við viðtøku hinna gomlu.
Markus 7:4 Markus
Táið teir koma av torginum, eta teir heldur ikki, fyrrenn teir hava vaskað sær; og mangt annað er, sum teir hava viðtikið at halda, vask av bikarum, krússum, koparíløtum og beinkjum.
Markus 7:5 Markus
Tí spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu Hann: „Hví ganga lærisveinar Tínir ikki eftir viðtøku hinna gomlu, men eta við vanheilagum hondum?“
Markus 7:6 Markus
Men Hann svaraði teimum: „Beint profeteraði Esaias um tykkum, hyklarar tykkara! – sum skrivað er: „Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum, men hjarta teirra er langt frá Mær.
Markus 7:7 Markus
Og tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.“
Markus 7:8 Markus
Tit beina boð Guds av vegnum og halda viðtøku manna!“
Markus 7:9 Markus
Og Hann segði við teir: „Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara!
Markus 7:10 Markus
Tí Móses hevur sagt: „Ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.“
Markus 7:11 Markus
Men tit siga: „Táið maður sigur við faðir ella móður: „Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, skal vera korban““ (tað er tempulgáva)
Markus 7:12 Markus
– tá geva tit honum ikki longur loyvi at gera nakað fyri faðir ella móður.
Markus 7:13 Markus
Soleiðis gera tit orð Guds til einkis við viðtøku tykkara, sum tit hava álagt menniskjum. Og mangt tílíkt gera tit.“
Markus 7:14 Markus
So kallaði Hann aftur fólkið til Sín og segði við tey: „Hoyrið Meg øll og fatið!
Markus 7:15 Markus
Einki uttan fyri menniskjað kann, um tað fer inn í tað, gera tað óreint; men tað, sum út fer úr menniskjanum, er tað, sum ger menniskjað óreint.
Markus 7:16 Markus
Tann, sum hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!“
Markus 7:17 Markus
Táið Hann nú var komin inn í eitt hús, burtur frá fólkinum, spurdu lærisveinar Hansara Hann um hetta líknilsið.
Markus 7:18 Markus
Hann svaraði teimum: „Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint?
Markus 7:19 Markus
Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað.“
Markus 7:20 Markus
Men Hann segði: „Tað, sum út fer úr menniskjanum, tað ger menniskjað óreint.
Markus 7:21 Markus
Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp,
Markus 7:22 Markus
hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska.
Markus 7:23 Markus
Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjað óreint.“
Markus 7:24 Markus
Hann reistist nú og fór haðani, til landið við Týrus og Sidon. Har fór Hann inn í eitt hús og vildi ikki, at nakar skuldi fáa tað at vita. Og kortini duldist tað ikki;
Markus 7:25 Markus
nei, móðir eina smágentu, ið hevði óreinan anda, hevði hoyrt um Hann, og kom við tað sama og fall niður fyri fótum Hansara.
Markus 7:26 Markus
Hon var heiðin kvinna, ættað úr Sýrofønikia. Hon bað Hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni.
Markus 7:27 Markus
Men Hann segði við hana: „Lat børnini fyrst verða mett! Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og blaka tað fyri hinar smáu hundar.“
Markus 7:28 Markus
Hon svaraði Honum: „Tað er satt, Harri! Hinir smáu hundar eta jú eisini undir borðinum av molum barnanna.“
Markus 7:29 Markus
Tá segði Hann við hana: „Fyri hetta orðið – far! Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni.“