Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

at gera sjálvmorð

704 versir um "at gera sjálvmorð"

Versir

Síða 7 av 15
Markus 7:30 Markus

So fór hon avstað heim til hús og fann barnið liggjandi á songini, og hin illi andin var farin út.

2
Markus 7:31 Markus

Táið Hann fór avstað aftur úr landinum við Týrus, kom Hann gjøgnum Sidon til vatnið í Galilea, mitt ígjøgnum Dekapolislandið.

2
Markus 7:32 Markus

Tey komu nú til Hansara við manni, ið var deyvur og illa fekk tosað; og tey bóðu Hann um at leggja hondina á hann.

2
Markus 7:33 Markus

Tá tók Hann hann avsíðis burtur frá fólkinum og stakk fingrarnar inn í oyru hansara, spýtti og nam við tungu hansara,

2
Markus 7:34 Markus

hugdi upp móti himli, suffaði og segði við hann: „Effata!“ – Tað er: Lat teg upp!

2
Markus 7:35 Markus

Við tað sama opnaðust oyru hansara, tunguband hansara varð loyst, og hann talaði reint.

2
Markus 7:36 Markus

Hann legði teimum eina við ikki at siga nøkrum tað; men tess meiri Hann álegði teimum, tess meiri kunngjørdu tey tað.

2
Markus 7:37 Markus

Og tey vórðu ovfarin og sligin av undran og søgdu: „Hann hevur gjørt alt væl; Hann bæði ger, at deyv hoyra, og at málleys tala!“

2
Markus 8:1 Markus

Á hesum somu døgum, táið har aftur var nógv fólk, og tey einki høvdu at eta, rópti Hann lærisveinar Sínar og segði við teir:

2
Markus 8:2 Markus

„Mær tykir hjartaliga synd í fólkinum; tí tey hava longu verið hjá Mær tríggjar dagar, og tey hava einki at eta.

2
Markus 8:3 Markus

Lati Eg tey fara fastandi heimaftur, fáa tey maktarloysi á vegnum; og summi av teimum eru komin langan veg.“

2
Markus 8:4 Markus

Lærisveinar Hansara svaraðu Honum: „Hvaðani skal nakar kunna metta hesi við breyði her í oyðimørk!“

2
Markus 8:5 Markus

Hann spurdi teir: „Hvussu mong breyð hava tit?“ Teir svaraðu: „Sjey.“

2
Markus 8:6 Markus

Tá segði Hann við fólkið, at tey skuldu seta seg niður á jørðina. So tók Hann hini sjey breyðini, takkaði, breyt tey og gav lærisveinum Sínum tey, fyri at teir skuldu bera tey um; teir løgdu tey so fyri fólkið.

2
Markus 8:7 Markus

Teir høvdu eisini nakrar fáar smáfiskar; Hann signaði teir og beyð, at eisini teir skuldu verða lagdir fyri tey.

2
Markus 8:8 Markus

So ótu tey og vórðu mett. Og teir savnaðu upp í sjey kurvar av bitum, sum av lupu.

2
Markus 8:9 Markus

Men teir vóru um 4000. So læt Hann tey fara.

2
Markus 8:10 Markus

Við tað sama fór Hann í bátin við lærisveinum Sínum og kom til landið við Dalmanuta.

2
Markus 8:11 Markus

Fariseararnir komu tá út hagar og fóru at trætast við Hann og kravdu Hann eftir tekini av Himli fyri at freista Hann.

2
Markus 8:12 Markus

Tá suffaði Hann djúpt í anda Sínum og segði: „Hví krevur henda ætt tekin? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hesi ætt skal einki tekin verða givið!“

2
Markus 8:13 Markus

So fór Hann frá teimum, steig aftur í bátin og fór yvirum.

2
Markus 8:14 Markus

Nú høvdu teir gloymt at taka breyð við og høvdu ikki meir enn eitt breyð við sær í bátinum.

2
Markus 8:15 Markus

Hann álegði teimum nú hetta: „Síggið til og varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!“

2
Markus 8:16 Markus

Tá hildu teir hvør við annan: „Tað er, tí vit einki breyð hava við!“

2
Markus 8:17 Markus

Men táið Hann varð varur við hetta, segði Hann við teir: „Hví tosa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Fata tit ikki enn, og skilja tit ikki? Er hjarta tykkara so hart?

2
Markus 8:18 Markus

Hava tit eygu og síggja ikki? Hava tit oyru og hoyra ikki? Og minnast tit ikki?

2
Markus 8:19 Markus

– Táið Eg breyt hini fimm breyðini til hinar 5000, hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?“ Teir svaraðu Honum: „Tólv.“

2
Markus 8:20 Markus

„Og táið Eg breyt hini sjey til hinar 4000, hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?“ Teir svaraðu: „Sjey.“

2
Markus 8:21 Markus

Hann segði við teir: „Hvussu ber tað tá til, at tit fata ikki enn?“

2
Markus 8:22 Markus

So komu teir til Betsaida. Og tey komu til Hansara við einum blindum og bóðu Hann nema við hann.

2
Markus 8:23 Markus

Tá tók Hann í hond hins blinda og leiddi hann út um bygdina, spýtti í eygu hansara, legði hendurnar á hann og spurdi hann, um hann sá nakað.

2
Markus 8:24 Markus

Hann hugdi upp og segði: „Eg síggi menniskjuni; tí eg síggi tey ganga um, eins og trø.“

2
Markus 8:25 Markus

So legði Hann uppaftur hendurnar á eygu hansara, og nú sá hann klárt og var grøddur og kundi síggja alt skilliga.

2
Markus 8:26 Markus

Hann sendi hann tá heim til hansara sjálvs og segði: „Tú mást ikki fara inn í bygdina, ei heldur siga nøkrum í bygdini tað.“

2
Markus 8:27 Markus

Jesus og lærisveinar Hansara fóru nú út til bygdirnar við Kesarea Filippi. Á vegnum spurdi Hann lærisveinar Sínar: „Hvønn sigur fólk Meg vera?“

2
Markus 8:28 Markus

Teir svaraðu: „Jóhannes doypara; onnur siga Elias, uppaftur onnur ein av profetunum.“

2
Markus 8:29 Markus

Hann spurdi teir: „Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“ Pætur svaraði Honum: „Tú ert Kristus.“

2
Markus 8:30 Markus

Tá álegði Hann teimum strangliga ikki at siga nøkrum hetta um Seg.

2
Markus 8:31 Markus

So fór Hann at læra teir, at Menniskjasonurin skuldi líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur tríggjar dagar eftir.

2
Markus 8:32 Markus

Hetta segði Hann beint fram. Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum.

2
Markus 8:33 Markus

Men Hann vendi Sær við og hugdi upp á lærisveinar Sínar, hevði at Pæturi og segði: „Vík aftur um Meg, Satan! Tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til.“

2
Markus 8:34 Markus

Og Hann kallaði fólkið til Sín, og eisini lærisveinar Sínar, og segði við tey: „Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.

2
Markus 8:35 Markus

Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, skal frelsa tað.

2
Markus 8:36 Markus

Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!

2
Markus 8:37 Markus

Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína!

2
Markus 8:38 Markus

Tann, ið skammast við Meg og orð Míni í hesi ótrúgvu og syndigu ætt, hann skal eisini Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Faðirs Síns við hinum heilagu einglum.“

2
Markus 9:1 Markus

Og Hann segði við tey: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja ríki Guds vera komið við kraft.“

2
Markus 9:2 Markus

Seks dagar eftir hetta tók Jesus Pætur, Jákup og Jóhannes við Sær og fór við teimum einsamøllum niðan á høgt fjall fyri seg sjálvar. Hann fekk tá aðra útsjónd fyri teimum;

2
Markus 9:3 Markus

og klæði Hansara vórðu skínandi, ógvuliga hvít, hvítari, enn nakar bleikjari á jørðini kann gera klæði.

2
Markus 9:4 Markus

Og Elias vísti seg fyri teimum saman við Mósesi, og teir samtalaðu við Jesus.

2