Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

at gera sjálvmorð

704 versir um "at gera sjálvmorð"

Versir

Síða 5 av 15
Markus 5:29 Markus

Við tað sama tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi í likami sínum, at hon var vorðin frísk av plágu síni.

2
Markus 5:30 Markus

Men alt fyri eitt sum Jesus kendi við Sær sjálvum kraftina, ið út gekk frá Honum, vendi Hann Sær á í fólkahópinum og segði: „Hvør nam við klæði Míni?“

2
Markus 5:31 Markus

Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: „Tú sært, at fólkið trokar Teg, og Tú spyrt: „Hvør nam við Meg?““

2
Markus 5:32 Markus

Men Hann hugdi rundan um Seg fyri at fáa eyga á hana, ið gjørt hetta hevði.

2
Markus 5:33 Markus

Kvinnan – sum visti, hvat hana hevði hent – kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum og segði Honum alt, sum tað var.

2
Markus 5:34 Markus

Tá segði Hann við hana: „Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!“

2
Markus 5:35 Markus

Meðan Hann enn talaði, komu nøkur frá sýnagogustjóranum og søgdu: „Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!“

2
Markus 5:36 Markus

Men Jesus hoyrdi orðið, ið sagt varð, og segði við sýnagogustjóran: „Óttast ikki, trúgv bert!“

2
Markus 5:37 Markus

Hann læt ongan fáa loyvi at koma við Sær uttan Pætur og Jákup, og Jóhannes, bróður Jákup.

2
Markus 5:38 Markus

So komu teir til hús sýnagogustjórans, og har sá Hann mongd av fólki, sum helt gang og græt og venaði seg illa.

2
Markus 5:39 Markus

Hann fór tá inn og segði við tey: „Hví gera tit óljóð og gráta? Barnið er ikki deytt, tað svevur!“

2
Markus 5:40 Markus

Tey læðu at Honum. Men Hann koyrdi tey øll út; so tók Hann faðir og móður barnsins við Sær, og teir, ið við Honum vóru, og fór inn, hagar sum barnið var.

2
Markus 5:41 Markus

Og Hann tók í hondina á barninum og segði við hana: „Talita kumi!“ Tað er útlagt: „Genta, Eg sigi tær: Reis teg upp!“

2
Markus 5:42 Markus

Við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring; tí hon var tólv ára gomul. Og tey vórðu heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey.

2
Markus 5:43 Markus

Men Hann forbeyð teimum strangliga at lata nakran fáa hetta at vita; og Hann segði, at tey skuldu geva henni at eta.

2
Markus 6:1 Markus

So fór Hann burtur haðani og kom til fedrabygd Sína, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum.

2
Markus 6:2 Markus

Táið sabbaturin kom, fór Hann at læra í sýnagoguni; og mong, ið hoyrdu Hann, vórðu sligin av undran og søgdu: „Hvaðani hevur Hann hetta? Hvat er tað fyri vísdómur, ið Honum er givin? Og slíkar kraftargerðir, ið gjørdar verða við hondum Hansara!

2
Markus 6:3 Markus

Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og eru ikki Jákup, Jóses, Judas og Símun brøður Hansara! Eru ikki systrar Hansara her hjá okkum!“ – So tóku tey sær ilt av Honum.

2
Markus 6:4 Markus

Tá segði Jesus við tey: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði, millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!“

2
Markus 6:5 Markus

Og Hann kundi onga kraftargerð gera har, uttan bert at Hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey.

2
Markus 6:6 Markus

Og Hann undraðist á vantrúgv teirra. Síðani ferðaðist Hann um í bygdunum har rundanum og lærdi.

2
Markus 6:7 Markus

Hann kallaði nú hinar tólv til Sín og fór at senda teir út, tveir og tveir, og gav teimum vald yvir hinum óreinu andum.

2
Markus 6:8 Markus

Hann beyð teimum, at teir skuldu einki taka við á ferðini uttan bert stav, ikki breyð, ikki tasku, ikki kopar í beltið,

2
Markus 6:9 Markus

men vera í skóm, og: „Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!“

2
Markus 6:10 Markus

Og Hann segði við teir: „Har sum tit koma inn í hús, skulu tit vera, inntil tit fara avstað aftur haðani.

2
Markus 6:11 Markus

Og har sum tey ikki vilja taka ímóti tykkum og ikki lurta eftir tykkum, haðani skulu tit fara burtur og rista av dustið undir fótum tykkara til vitnisburð móti teimum.“

2
Markus 6:12 Markus

So fóru teir út og prædikaðu, at tey skuldu venda við.

2
Markus 6:13 Markus

Og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey.

2
Markus 6:14 Markus

Heródes kongur fekk nú hetta at frætta – tí navn Hansara var vorðið víða gitið – og hann segði: „Jóhannes doypari er risin upp frá hinum deyðu, og tí virka hesar kreftir í honum!“

2
Markus 6:15 Markus

Onnur søgdu: „Tað er Elias!“ Uppaftur onnur søgdu: „Tað er ein profetur, líkur hinum profetunum!“

2
Markus 6:16 Markus

Men táið Heródes hoyrdi tað, segði hann: „Jóhannes, sum eg læt hálshøgga, er risin upp!“

2
Markus 6:17 Markus

– Tí Heródes hevði sjálvur sent menn avstað og latið Jóhannes taka og seta í fangahús. Tað komst av Heródias, sum var kona Filip, bróður hansara; tí hann hevði gift seg við henni,

2
Markus 6:18 Markus

og Jóhannes hevði sagt við hann: „Tú hevur ikki loyvi at hava konu bróður tíns!“

2
Markus 6:19 Markus

Heródias bar tí agg til hansara og vildi fegin drepa hann, men var ikki før fyri at fáa tað í lag.

2
Markus 6:20 Markus

Tí Heródes hevði ótta fyri Jóhannesi, av tí at hann visti, at hann var rættvísur og heilagur maður; og hann helt hondina yvir honum. Táið hann lurtaði eftir honum, var hann í iva um mangt, og honum dámdi væl at hoyra hann.

2
Markus 6:21 Markus

Men so kom lagaligur dagur. Heródes gjørdi føðingardag sín veitslu fyri stórmonnum sínum og herhøvdingunum og hinum frægastu monnunum í Galilea.

2
Markus 6:22 Markus

Tá kom dóttir hesa Heródias inn og dansaði, og Heródesi og gestunum líktist væl á hana. Kongurin segði tá við gentuna: „Bið meg um, hvat tú so vilt, og eg skal geva tær tað!“

2
Markus 6:23 Markus

Og hann gjørdi henni eið upp á tað og segði: „Hvat tú so biður um, skal eg geva tær, líka til helvtina av ríki mínum!“

2
Markus 6:24 Markus

Tá fór hon út og spurdi móður sína: „Hvat skal eg biðja um?“ Hon svaraði: „Um høvd Jóhannesar doypara!“

2
Markus 6:25 Markus

So fór hon við tað sama skundisliga inn til kongin, bað hann og segði: „Eg vil, at tú nú alt fyri eitt gevur mær høvd Jóhannesar doypara á fati.“

2
Markus 6:26 Markus

Tá varð kongurin ógvuliga tungur; men tó vildi hann ikki vísa henni burtur – tí hann hevði svorið, og gestirnir høvdu hoyrt!

2
Markus 6:27 Markus

Kongurin sendi tí við tað sama ein av vaktini avstað og gav honum boð um at koma við høvdi hansara.

2
Markus 6:28 Markus

Hesin fór tá avstað og hálshøgdi hann í fangahúsinum; so kom hann við høvdi hansara á fati og gav gentuni tað, og gentan gav móður síni tað.

2
Markus 6:29 Markus

Táið lærisveinar hansara frættu hetta, komu teir og tóku lík hansara og løgdu tað í grøv.

2
Markus 6:30 Markus

Ápostlarnir savnaðust nú aftur hjá Jesusi; og teir søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt, og øllum, ið teir høvdu lært.

2
Markus 6:31 Markus

Tá segði Hann við teir: „Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!“ Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta.

2
Markus 6:32 Markus

So fóru teir avstað við bátinum til oyðið stað fyri seg sjálvar.

2
Markus 6:33 Markus

Men fólkið sá teir fara avstað, og mong kendu teir; og so streymaðu tey saman har til gongu úr øllum bygdunum og komu fyrr enn teir.

2
Markus 6:34 Markus

Táið Hann tí kom upp á land, sá Hann nógv fólk; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, tí tey vóru sum seyður, ið ongan hirða hevur; og Hann fór at læra tey nógv.

2
Markus 6:35 Markus

Táið nú longu var vorðið seint, komu lærisveinar Hansara til Hansara og søgdu: „Staðið er oyðið, og tað er longu seint.

2