Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

at gera sjálvmorð

704 versir um "at gera sjálvmorð"

Versir

Síða 12 av 15
Markus 13:26 Markus

Tá skulu tey síggja Menniskjasonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd.

2
Markus 13:27 Markus

Hann skal senda út einglar Sínar og savna hini útvaldu Síni úr hinum fýra ættunum, úr enda jarðarinnar í enda himmalsins.

2
Markus 13:28 Markus

Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.

2
Markus 13:29 Markus

Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at Hann er nær fyri durunum.

2
Markus 13:30 Markus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.

2
Markus 13:31 Markus

Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.

2
Markus 13:32 Markus

Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.

2
Markus 13:33 Markus

Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er.

2
Markus 13:34 Markus

Eins og maður, ið fór burt í annað land, fór frá húsi sínum og setti tænarar sínar at standa fyri tí, hvønn til sítt, og segði við duravaktaran, at hann skuldi vakja

2
Markus 13:35 Markus

– so skulu tit vakja; tí tit vita ikki, nær Harri húsins kemur, um tað nú verður um kvøldið, á midnátt, um hanagal ella um morgunin –

2
Markus 13:36 Markus

so Hann ikki, táið Hann kemur óvart, skal finna tykkum sovandi.

2
Markus 13:37 Markus

Men tað, sum Eg sigi við tykkum, sigi Eg við øll: Vakið!“

2
Markus 14:1 Markus

Nú vóru tveir dagar til páskir og høgtíðina, ið rópast hini ósúrgaðu breyðini. Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Hann við svikum og drepa Hann.

2
Markus 14:2 Markus

Tí teir søgdu: „Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst!“

2
Markus 14:3 Markus

Meðan Hann tá var í Betania, inni hjá spitalska Símuni, og sat til borðs har, kom kvinna, sum hevði alabasturkrukku við reinari, ógvuliga dýrari nardussalvu; hon breyt alabasturkrukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvd Hansara.

2
Markus 14:4 Markus

Men har vóru nakrir, sum vórðu illir um hetta og søgdu hvør við annan: „Hvat skuldi tað til, at spilla salvuna so burtur!

2
Markus 14:5 Markus

Henda salva kundi jú verðið seld fyri meir enn 300 denarar, sum kundu verðið givnir fátækum!“ Og teir settu harðliga at henni.

2
Markus 14:6 Markus

Men Jesus segði: „Latið hana fáa frið! Hví gera tit tykkum inn á hana? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð.

2
Markus 14:7 Markus

Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, og teimum kunnu tit gera væl ímóti, nær tit vilja; men Meg hava tit ikki altíð.

2
Markus 14:8 Markus

Hon gjørdi tað, hon kundi; hon salvaði likam Mítt frammanundan til jarðarferðina.

2
Markus 14:9 Markus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin, har evangeliið verður prædikað, skal eisini tað, ið hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.“

2
Markus 14:10 Markus

Judas Iskariot, ein av hinum tólv, fór nú til høvuðsprestarnar at geva Hann í vald teirra.

2
Markus 14:11 Markus

Táið teir hoyrdu tað, vórðu teir glaðir og lovaðu at geva honum pening. Hann hevði nú í huga, nær best bar til at svíkja Hann.

2
Markus 14:12 Markus

Fyrsta dagin í høgtíðini, sum rópast hini ósúrgaðu breyðini – táið teir drópu páskalambið – søgdu lærisveinar Hansara við Hann: „Hvar vilt Tú, at vit skulu fara og gera Tær til reiðar at eta páskalambið?“

2
Markus 14:13 Markus

Tá sendi Hann tveir av lærisveinum Sínum avstað og segði við teir: „Farið inn í staðin! So skal maður ið ber vatnkrukku, møta tykkum; farið aftan á honum!

2
Markus 14:14 Markus

Har sum hann fer inn, skulu tit siga við húsbóndan: „Meistarin sigur: „Hvar er herbergi Mítt, har Eg kann eta páskalambið við lærisveinum Mínum?““

2
Markus 14:15 Markus

So skal hann vísa tykkum stóran sal, gjørdan í stand og til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera okkum tað til.“

2
Markus 14:16 Markus

Lærisveinarnir fóru tá avstað og komu inn í staðin og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; so gjørdu teir páskalambið til.

2
Markus 14:17 Markus

Táið so kvøldið var komið, kom Hann við hinum tólv.

2
Markus 14:18 Markus

Meðan teir sótu til borðs og ótu, segði Jesus: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara – ein, sum etur við Mær – fer at svíkja Meg!“

2
Markus 14:19 Markus

Tá vórðu teir tungir og søgdu við Hann, ein fyri og annar eftir: „Tað er tó ikki eg?“

2
Markus 14:20 Markus

Hann segði við teir: „Ein av hinum tólv, hann, sum dyppar í fatið við Mær.

2
Markus 14:21 Markus

Víst fer Menniskjasonurin burtur, sum skrivað er um Hann; men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.“

2
Markus 14:22 Markus

Meðan teir nú ótu, tók Hann breyð, signaði og breyt tað, gav teimum tað og segði: „Takið hetta! Hetta er likam Mítt.“

2
Markus 14:23 Markus

So tók Hann kalik, takkaði og gav teimum hann; og teir drukku allir av honum.

2
Markus 14:24 Markus

Og Hann segði við teir: „Hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong.

2
Markus 14:25 Markus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg skal ongantíð aftur drekka av ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg skal drekka hann nýggjan í ríki Guds.“

2
Markus 14:26 Markus

Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.

2
Markus 14:27 Markus

Tá segði Jesus við teir: „Tit verða allir fyri falli; tí skrivað er: „Eg skal sláa hirðan, og seyðurin skal spjaðast sundur.“

2
Markus 14:28 Markus

Men táið Eg eri upp aftur risin, skal Eg fara undan tykkum til Galilea.“

2
Markus 14:29 Markus

Tá segði Pætur við Hann: „Um so allir verða fyri falli, skal eg tó ikki falla!“

2
Markus 14:30 Markus

Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag, hesa nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg!“

2
Markus 14:31 Markus

Tá tók hann enn harðari til og segði: „Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg als ikki avnokta Teg!“ Sama søgdu teir eisini allir.

2
Markus 14:32 Markus

Nú komu teir til garð, ið æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinar Sínar: „Setið tykkum her, meðan Eg biði!“

2
Markus 14:33 Markus

Hann tók Pætur, Jákup og Jóhannes við Sær; og ræðsla og svár angist kom á Hann.

2
Markus 14:34 Markus

Hann segði tá við teir: „Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið!“

2
Markus 14:35 Markus

So fór Hann eitt sindur longur, kastaði Seg niður á jørðina og bað, at hesin tími skuldi fara frá Honum – um tað var møguligt.

2
Markus 14:36 Markus

Hann segði: „Abba, Faðir! Alt er Tær møguligt – tak henda kalik frá Mær! – Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“

2
Markus 14:37 Markus

So kom Hann og fann teir sovandi og segði við Pætur: „Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vakja ein tíma?

2
Markus 14:38 Markus

Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt.“

2