at gera sjálvmorð
704 versir um "at gera sjálvmorð"
Versir
Síða 14 av 15Markus 15:17 Markus
Teir lótu Hann í purpurkappa og flættaðu tornakrúnu og settu hana á Hann.
Markus 15:18 Markus
So fóru teir at heilsa Honum: „Heilur, Jødakongurin!“
Markus 15:19 Markus
Og teir slógu Hann í høvdið við rørstavi og spýttu á Hann og fullu á knæ og tilbóðu Hann.
Markus 15:20 Markus
Táið teir høvdu háðað Hann, lótu teir Hann úr purpurkappanum og lótu Hann í Hansara egnu klæði. So fóru teir út við Honum at krossfesta Hann.
Markus 15:21 Markus
Og teir noyddu ein at bera kross Hansara, ein, sum kom framvið, sum kom av markini, Símun úr Kýrene, faðir Aleksander og Rufus.
Markus 15:22 Markus
Teir fóru so við Honum út til staðið Golgata, tað er Skallastaðin.
Markus 15:23 Markus
Og teir góvu Honum vín at drekka við myrra í; men Hann tók ikki av.
Markus 15:24 Markus
So krossfestu teir Hann, og teir býttu klæði Hansara og kastaðu lut um, hvat hvør skuldi fáa.
Markus 15:25 Markus
Tað var um triðja tíman, teir krossfestu Hann.
Markus 15:26 Markus
Yvirskriftin við tí, sum Hann var klagaður fyri, ljóðaði so: „Kongur Jødanna.“
Markus 15:27 Markus
Tveir ránsmenn krossfestu teir saman við Honum, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin.
Markus 15:28 Markus
Tá gekk skriftin út, sum sigur: „Hann varð roknaður millum illgerðarmenn.“
Markus 15:29 Markus
Tey, sum gingu framvið, spottaðu Hann, ristu við høvdinum og søgdu: „Tví vorði Tær, Tú, sum brýtur niður templið og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum!
Markus 15:30 Markus
Frels Teg sjálvan og kom niður av krossinum!“
Markus 15:31 Markus
Á sama hátt háðaðu høvuðsprestarnir Hann sínámillum, og eisini hinir skriftlærdu, og søgdu: „Onnur hevur Hann frelst; Seg sjálvan kann Hann ikki frelsa!
Markus 15:32 Markus
Kristus, kongur Ísraels – lat Hann nú koma niður av krossinum, so vit kunnu síggja tað og trúgva!“ – Eisini teir, sum krossfestir vóru við Honum, háðaðu Hann.
Markus 15:33 Markus
Táið sætti tímin var komin, legðist myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman.
Markus 15:34 Markus
Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: „Elo’i, Elo’i! Lama sabaktani?“ Tað er útlagt: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“
Markus 15:35 Markus
Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu, táið teir hoyrdu tað: „Hann rópar eftir Eliasi!“
Markus 15:36 Markus
Men ein leyp til, fylti svamp við ediki og setti hann á rørstav, gav Honum at drekka og segði: „Bíðið, latið okkum síggja, um Elias kemur at taka Hann niður!“
Markus 15:37 Markus
Men Jesus rópti við harðari rødd og andaðist.
Markus 15:38 Markus
Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum.
Markus 15:39 Markus
Men táið høvuðsmaðurin, ið hjá stóð, beint yvir av Honum, sá, at Hann andaðist á henda hátt, segði hann: „Sanniliga var hesin maður Sonur Guds!“
Markus 15:40 Markus
Har vóru eisini nakrar kvinnur, ið stóðu langt burturfrá og hugdu at; millum teirra vóru eisini Maria Magdalena og Maria, móðir yngra Jákup og Jóses, og Saloma –
Markus 15:41 Markus
sum høvdu fylgt Honum og tænt Honum, táið Hann var í Galilea, og nógvar aðrar kvinnur, ið vóru farnar niðan til Jerusalem við Honum.
Markus 15:42 Markus
Við tað at kvøldið longu var komið, og tað var tilreiðingardagur – tað er dagurin fyri sabbatin –
Markus 15:43 Markus
kom Jósef úr Arimatea, avhildin ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði ríki Guds; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað um likam Jesusar.
Markus 15:44 Markus
Tá undraðist Pilatus á, at Hann longu skuldi vera deyður;
Markus 15:45 Markus
og hann rópti høvuðsmannin og spurdi hann, um tað var langt síðani, Hann doyði; táið hann hevði fingið tað at vita frá høvuðsmanninum, gav hann Jósefi líkið.
Markus 15:46 Markus
Jósef keypti tá fínt línklæði, tók Hann niður, sveipaði Hann í línklæðið og legði Hann í grøv, sum høgd var inn í klett. So velti hann stein fyri gravarmunnan.
Markus 15:47 Markus
Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar Hann varð lagdur.
Markus 16:1 Markus
Táið sabbaturin var farin, keyptu Maria Magdelena, Maria, móðir Jákup, og Saloma angandi salvur til at fara og salva Hann.
Markus 16:2 Markus
Og ógvuliga tíðliga um morgunin fyrsta dagin í vikuni komu tær til grøvina, táið sólin kom undan.
Markus 16:3 Markus
Tær søgdu nú hvør við aðra: „Hvør skal velta okkum steinin frá gravarmunnanum?“
Markus 16:4 Markus
Men táið tær hugdu upp, fingu tær at síggja, at steinurin var veltur burtur; hann var ógvuliga stórur.
Markus 16:5 Markus
Og táið tær komu inn í grøvina, sóu tær ungan mann í síðum hvítum klæðum sita høgrumegin; og tær ræddust.
Markus 16:6 Markus
Men hann segði við tær: „Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nazaret, hinum krossfesta; Hann er risin upp, Hann er ikki her; hyggið, har er staðið, har teir løgdu Hann!
Markus 16:7 Markus
Men farið avstað, sigið við lærisveinar Hansara og við Pætur, at Hann fer undan tykkum til Galilea. Har skulu tit síggja Hann, sum Hann hevur sagt tykkum.“
Markus 16:8 Markus
Tá fóru tær út og flýddu burtur frá grøvini; tí bivan og ræðsla var komin á tær; og tær søgdu ongum nakað, tí tær óttaðust.
Markus 16:9 Markus
Men táið Hann var risin upp, árla fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist Hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, sum Hann hevði rikið sjey illar andar út úr.
Markus 16:10 Markus
Hon fór og segði teimum tað, sum við Honum høvdu verið, og sum nú syrgdu og grótu.
Markus 16:11 Markus
Men táið teir hoyrdu, at Hann livdi og var sæddur av henni, trúðu teir tí ikki.
Markus 16:12 Markus
So opinberaðist Hann í øðrum líki fyri tveimum av teimum á vegnum, meðan teir vóru á ferð út á bygd.
Markus 16:13 Markus
Eisini teir fóru og søgdu hinum tað; men heldur ikki teimum trúðu teir.
Markus 16:14 Markus
Tá opinberaðist Hann fyri hinum ellivu sjálvum, meðan teir sótu til borðs; og Hann hevði at teimum fyri vantrúgv teirra og harða hjarta, at teir høvdu ikki trúð teimum, sum høvdu sæð Hann risnan upp.
Markus 16:15 Markus
Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
Markus 16:16 Markus
Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.
Markus 16:17 Markus
Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum;
Markus 16:18 Markus
tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.“
Markus 16:19 Markus
So varð Harrin, eftir at Hann hevði talað við teir, tikin upp til Himmals, og Hann settist við høgru hond Guds.