at gera sjálvmorð
704 versir um "at gera sjálvmorð"
Versir
Síða 11 av 15Markus 12:20 Markus
Nú vóru sjey brøður. Hin fyrsti tók sær konu og læt ikki avkom eftir seg, táið hann doyði.
Markus 12:21 Markus
So tók hin næsti hana, og doyði uttan at lata avkom eftir seg. Somuleiðis hin triði –
Markus 12:22 Markus
og allir sjey – teir lótu ikki avkom eftir seg. Seinast av teimum øllum doyði konan við.
Markus 12:23 Markus
Í uppreisnini, táið tey rísa upp, hvør teirra skal tá hava hana til konu? Teir hava jú allir sjey havt hana til konu.“
Markus 12:24 Markus
Jesus svaraði teimum: „Er tað ikki tí, tit villast – tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds!
Markus 12:25 Markus
Tí táið tey rísa upp frá hinum deyðu, hvørki taka tey til ekta ella verða givin til ekta; nei, tey eru sum einglar í Himli.
Markus 12:26 Markus
Men um hini deyðu, at tey rísa upp, hava tit tá ikki lisið í Mósebók, har sum talast um tornarunnin, hvussu Gud talaði til hansara og segði: „Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups“?
Markus 12:27 Markus
– Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi! Tit villast stórliga.“
Markus 12:28 Markus
Tá kom ein av hinum skriftlærdu til Hansara; hann hevði hoyrt orðaskifti teirra og skilt, at Hann svaraði teimum væl. Hann spurdi Hann: „Hvørt boð er hitt fyrsta av øllum?“
Markus 12:29 Markus
Jesus svaraði: „Hitt fyrsta er hetta: „Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein.
Markus 12:30 Markus
Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“
Markus 12:31 Markus
Annað er hetta: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Størri enn hesi er einki annað boð.“
Markus 12:32 Markus
Tá svaraði hin skriftlærdi Honum: „Rætt, Meistari! Tað er satt, Tú sigur, at Hann er ein, og at eingin annar er enn Hann.
Markus 12:33 Markus
Og at elska Hann av øllum hjarta sínum, av øllum viti sínum og av allari styrki síni, og at elska næsta sín sum seg sjálvan – tað er meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.“
Markus 12:34 Markus
Táið nú Jesus sá, at hann svaraði vitiga, segði Hann við hann: „Tú ert ikki langt frá ríki Guds!“ – Og eingin vágaði sær meir at seta Honum spurningar.
Markus 12:35 Markus
Meðan Jesus lærdi í templinum, tók Hann til orða og segði: „Hvussu fáa hinir skriftlærdu sagt, at Kristus er sonur Dávid?
Markus 12:36 Markus
Dávid sjálvur hevur jú sagt í Heilaga Andanum: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul!““
Markus 12:37 Markus
Dávid sjálvur kallar Hann Harra; hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!“ – Og hini stóru fjøld dámdi væl at hoyra Hann.
Markus 12:38 Markus
Hann segði nú, meðan Hann lærdi tey: „Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og verða heilsaðir á torgunum,
Markus 12:39 Markus
og gjarna vilja sita fremstir í sýnagogunum og ovastir til borðs í veitslunum –
Markus 12:40 Markus
sum eta upp húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir! – Hesir skulu fáa tess harðari dóm!“
Markus 12:41 Markus
Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv.
Markus 12:42 Markus
Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra.
Markus 12:43 Markus
Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.
Markus 12:44 Markus
Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.“
Markus 13:1 Markus
Táið Hann nú fór út úr templinum, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: „Meistari! Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!“
Markus 13:2 Markus
Jesus svaraði honum: „Sært tú hesar stóru bygningar! Ikki skal steinur verða eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“
Markus 13:3 Markus
Táið Hann so sat á Oljufjallinum, beint yvir av templinum, spurdu Pætur, Jákup, Jóhannes og Andrias Hann einsæri:
Markus 13:4 Markus
„Sig okkum: Nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, táið alt hetta fer at ganga út?“
Markus 13:5 Markus
Tá tók Jesus til orða og segði við teir: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!
Markus 13:6 Markus
Mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Tað eri eg!“ Og teir skulu villleiða mong.
Markus 13:7 Markus
Men táið tit hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi, tá latið tykkum ikki ræða! Tí so má verða, men endin er ikki enn.
Markus 13:8 Markus
Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og jarðskjálvti skal vera víða hvar; hungur skal vera, og ófriður. Hetta eru hinir fyrstu verkirnir.
Markus 13:9 Markus
Men ansið eftir tykkum sjálvum! Tey skulu geva tykkum upp til dómstólarnar, og tit skulu verða húðflongdir í sýnagogunum og førdir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum til vitnisburð.
Markus 13:10 Markus
Og evangeliið má fyrst verða prædikað fyri øllum fólkasløgum.
Markus 13:11 Markus
Táið tey nú leiða tykkum fram og geva tykkum upp, stúrið tá ikki frammanundan fyri, hvat tit skulu tala! Tað, sum tykkum verður givið í somu stund, skulu tit tala; tað eru jú ikki tit, ið tala, men Heilagi Andin.
Markus 13:12 Markus
Bróðir skal geva upp bróður til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra.
Markus 13:13 Markus
Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
Markus 13:14 Markus
Men táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar standa, har hon ikki átti at staðið – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! – skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini;
Markus 13:15 Markus
tann, ið á takinum er, má ikki fara niður aftur ella fara inn eftir nøkrum úr húsi sínum;
Markus 13:16 Markus
og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum.
Markus 13:17 Markus
Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst á teimum døgum!
Markus 13:18 Markus
Biðið eftir, at tað skal ikki vera um veturin!
Markus 13:19 Markus
Tí á teimum døgum skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið higartil, frá tí skapningurin varð til, sum Gud skapti, og sum heldur ikki skal koma.
Markus 13:20 Markus
Stytti Harrin ikki teir dagar, varð einki hold frelst; men fyri hinna útvaldu skuld, sum Hann hevur útvalt, hevur Hann stytt teir dagar.
Markus 13:21 Markus
Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Hyggið, har!“ tá trúgvið tí ikki!
Markus 13:22 Markus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu – um tað var møguligt.
Markus 13:23 Markus
Men tit – varðið tykkum! Eg havi sagt tykkum alt frammanundan.
Markus 13:24 Markus
Á teimum døgum, eftir hesa trongd, skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt;
Markus 13:25 Markus
stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.